Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 219 - 13. november 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Frá kl. 16-18 mána­ dagin 13. november verður móttøka í “Glitnir” í Gr. Kambans­gøtu í Havn í sam­bandi við at Forlagið Glint gev­ ur út annað bind av lívss øgu Dáva í Tjørnuvík Bókaútgáva Í fjør kom bókin “Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1911- 1937” út á Forlagnum Glint, og nú kemur onnur bókin “Dávur í Tjørnuvík: Lívs­ søga 1937-1966” á sama forlagi. Tað er Sveinur Ísheim Tummasson í Havn sum skrivar bøkurnar, sum eru um 95 ára gamla tjørnuvíkingin Dáva Davidsen og hansara lív á sjógvi og landi. Í hesari seinnu bókini sigur Dávur m.a. frá brúðleypi sínum, ódnarveðrinum á Suðurlandinum 1938, út­róðri á Bakkafirði, grønlands­ túr­inum við Sonnu 1940, út­róðri í Tjørnuvík undir krígn­um og seinastu ferðini, sum tjørnuvíkingar gjørdu í Stapan. Hann sigur frá tíðini á Tórshavnar Skipasmiðju undir krígnum og arbeiðslívið í Reykjavík aftan á kríggið. Hann fer til Grønlands við Tinganesi trý summur, fer at sigla við týskum trolarum, og fær arbeiði á fiskavirki í Keflavík, har hann arbeiðir sum formaður í mong ár. Men í Tjørnuvík hevur hann heimstað, og hagar kemur hann altíð aftur. Bókin fæst til keyps kring landið alt fyri 350 krónur. Høvundurin sigur, at bókin verður seld í nógvum ymiskum handlum kring landið og ein flokkur av miðnámsnæmingum tek­ur sær eisini av søluni. Møgu­ liga verður hon ikki at fáa í øllum bókahandlunum, tí forlagið metir at 33 prosent í vinningi er ov nógv at lata í umboðssølu fyri eina bók, sigur Sveinur Ísheim Tummas­son. Onnur bókin um Dáva í Tjørnuvík Dávur Davidsen við nýggju bókini “Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1937-1966”. Dávur er í dag 95 ára gamal Mynd: Jens Kristian Vang