mánadagur 13. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2006
13
Kistan við Ingrid Isholm fer av Kapellinum á
Landssjúkrahúsinum í kvøld klokkan 18.00, heim í
Ebenezer. Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin
14. november klokkan 14.00
Jóhanna Katrina Jacobsen vanliga nevnd Lillan,
andaðist á Norðoya Røktarheimi leygardagin 87
ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi mánakvøldið 13. nov. kl. 18.00. Jarðar
ferðin verður úr Christianskirkjuni týsdagin 14. nov.
kl. 13.00
Tórálvur Stenberg fer til gravar úr Argja Kirkju
mánadagin klokkan 13.00. Tey, ið ynskja at lata
blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Argja Bóltfelag
eina gávu konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður
sipað til ein biskup í Utrecht, sum varð myrdur av
leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði sent
teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran til at
skiljast frá henni. Navnið er tað upprunaliga gotiska
Fripareikes, og merkir friður og harri. Johan Henrik
Schrøter doyði hendan dagin í 1851.
Góða mamma, í dag 14. november
2006 kunnu vit seks systkini heiðra teg
á 75-ára degnum, og tað eru vit bæði
glað og stolt yvir, vælvitandi at lívsleið
tín ikki altíð hevur verið eins bjørt.
Foreldur tíni vóru Bette Mortensen
av Argjum og Johan Kjærbo úr Sumba,
og vart tú yngst av trimum systrum.
Tú var ikki fylt tvey ár, tá mamma
tín doyði. Pápi tín var sjómaður, og
búsettist tú tí á Argjum hjá familju,
men fór seinni suður aftur at ganga í
skúla og bleiv fermd í Vági.
Pápi tín giftist upp aftur, og í hesi
giftu fær hann trý børn, sum tú hevur
stak gott samband við, børnum tínum
til stóra gleði. Seinni fert tú til Havnar
at arbeiða, millum annað húspláss og
á Landssjúkrahúsinum. Í Havnini hittir
tú ein fuglfirðing, ið nevndist Jørgen,
ið seinni gjørdist maður tín. Tìðirnar,
mitt í fimmti árunum, vóru ikki eins
góðar og ynskiligt og fluttu tit tískil til
Fuglafjarðar, henda leið gekk seinni
víðari til Klaksvíkar, fyri síðani at
búsetast í Havn.
Tykkum eydnaðist at fáa seks børn á
lívi, tríggjar dreingir og tríggjar gentur.
Alt hetta gekk so mikið skjótt fyri seg,
at tit enn ikki høvdu fingið sett føtur
undir egið borð.
Eg minnist tá fyrst í sjeytiárunum,
tá babba stoltur byrjaði at tosa um at
keypa hús á Tórsbyrgi, og vóru tú og
babba sera glað og spent til hetta, men
so skuldi ikki verða. Babba var fyri tí
lagnu, at gerast sjúkur og andaðist 23.
desember 1974, bert 46 ára gamal. Ikki
var lætt at sita einkja, einans 42 ára
gomul og við seks børnum. Men góða
mamma, sjálvt ikki hetta fekk fótafestið
undan tær, men við sterkum sinni tók
tú hond um tíni, fór út at arbeiða í
køkinum á Landssjúkrahúsinum og síð
ani á Sjómansheiminum, har tú ognaði
tær vinfólk fyri lívið.
Heimurin hevur fostrað manga
megnar kvinnu, m.a. Margareth Thatch
er, Golda Meir og Elisabeth I, men
fyri tíni
børn koma hesar tær ikki til kníggja.
Góða mamma, tú kann við gleði
hyggja rundan um teg og síggja, at alt
stríðið ikki var til fánýtis. Harrin signi
teg.
Við kvøðu
Elsti sonur tín
Jastrid Enghamar
til mammu á 75 ára degnum
Jastrid og ommusonurin, Bergur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri bróður okkara
Meinhard Jacobsen
Kollafirði
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Bernhard, Hanni, Anna og Kada
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at mamma okkara
Ingrid Isholm
fødd Guttesen
andaðist hósmorgunin 9. november 2006.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin
14. november kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Jóhanna og Kristin