Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi Havnin minkar So løgið tað ljóðar, er fólkatalið í Havn minkað í ár. Sambært teimum seinastu tølunum hjá Hagstovuni búðu 81 fólk færri í Havn tann 1. oktober enn á nýggjárinum. Men fólkatalið í høvuðsstaðarøkinum vaks kortini, tí tann 1. oktober búðu 138 fleiri fólk í Hoyvík enn á nýggjárinum, og á Argjum gjørdust tey 14 fleiri í sama tíðarskeiðinum. Samanumtikið vaks fólkatalið í høvuðsstaðarøkinum tískil við 71 frá 1. januar til 1. oktober. Dan R. Petersen í Fuglafirði still­ar upp til for­mans­ valið í Føroya Fiski­ mannafelag FAKFELAG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Boðað verður frá, at Dan R. Petersen í Fuglafirði er formansvalevni til Føroya Fiskimannafelag, nú val verður í vetur. Tað kravda manningartalið og væl tað hevur undirskrivað upp­­stillingina, sum ikki er inn­latin, tí enn leggjast manningar og sóknir aftrat. Soleiðis sigur Mortan Berja­ stein á Kambsdali. Hann er sóknarformaður fiski­ mannafelagsins í Fugla­ fjarðar sókn og umboðar teir, ið stilla Dan R. Petersen upp. Um Dan R Petersen fór til skips á sínum 15-ára føð­ ingardegi og var burtur 6 ár. Hann lærdi til lærara, og hóast hann hevur virkað sum lærari, hevur hann altíð gjørt avstingarar til sjós, flest allar summarferiur og í farloyvi í sjeyti- og áttatiárunum, tá hann var til skips. Og so var hann burtur aftur 2002- 2005. - Hesi mongu ár hevur hann stórt sæð roynt allar veiðuhættir og kennir um­støður okkara umborð, sigur Mortan Berjastein. Dan R. Petersen var løg­tings­ maður fyri Javnaðarflokkin frá 1998 til 2002. - Vit halda, at tíðin er komin til vaktarskifti á Føroya Fiskimannafelag, og rætti avloysarin er Dan, sum hevur tann fyrimun, at hann er ikki bundin at nøkrum reiðara. Heldur ikki er hann bundin at ávísari drift so sum troli, línu, nót, gørnum ella fjarfiskiflotanum við meira, men kann umboða okkum allar, sigur Mortan Berjastein. Dan R. Petersen Leygardagin hevði Sjálvstýrisflokkurin aðalfund á Hotel Hafnia í Havn. Aðalfundurin gjørdi hesa fundarsamtykt: POLITIKKUR Átalar at Landsstýrið hækk­ ar markið fyri, hvussu nógv kommunurnar kunnu læna. Tað eru bert fá ár liðin, síðan skuldarbundnar kommunur fingu pening úr kommunala veðhaldsgrunninum og eitt hámark ásett, fyri kommunalari lántøku. Allar kommunur eiga at fáa javnbjóðis treytir frá tí almenna við lántøku. Ótryggleiki valdar í sam­band við keyp og sølu av fiskiloyvum. Stór­ar peningaupphæddir skifta hendur á einum grund­ar­ lagi, sum ikki er merkt av gjøgnumskygni. Sjálvstýris­ flokkurin vil, at loypandi tíðin fyri fiskirættindunum verður stytt ár um ár, so­leiðis at øll fiskirættindir verða inndrigin eftir 10 árum, og ein almennur fiski­ dagabanki gerst veruleiki í 2016. Umhvørvið er eitt av fremstu hjartamálum flok­ sins. Gransking, menn­ ing og skifti til reinari orkukeldur verða raðfest so høgt, at Føroyar ger­ ast undangonguland á um­hvørvisøkinum. Tað al­menna eigur at slóða fyri, at rein orka verður gagnnýtt til upphiting í almennum bygningum. Eingi avgjøld eiga at verða á útgerð, ið minkar um dálkingina. Fyribyrgjandi og upp­ søkjandi arbeiðið á heilsu­ liga og sosiala økinum eig­ur at verða raðfest hægri. Neyðugur peningur eigur vera almanna - og heilsuverkinum tøkur, so­leiðis at hjálp kann veit­ ast, tá ið á stendur. Tað er sjúklingurin og brúkarin av almennum tænastum, ið skal setast í miðdepilin. Landið eigur at stimbra gongdini við sjálvbodnari kommusamanlegging í eindir, sum megna at lyfta tær lands­upp­gávur, ið best verða røktar í nærum­ hvørvinum og tí verða lagdar út til kommunurnar at umsita. Útlendingaøkið eigur at verða yvirtikið sum føroyskt sermál. Børnini eru okkara týdn­ ingarmesta tilfeingi. “Er fólkaskúlin fyri øll”? sum skrivað stendur í lógini, mugu vit avseta neyðuga peningin og seta krøv til, at so er. Verður hetta ikki gjørt, er betri at býta sundur og seta sernámsfrøðina inn at hjálpa teimum, sum hava serligan tørv. Skipanin eigur at taka atlit til tann ymiskleika, ið er millum næmingarnar og sum ger, at við verandi skipan og undirvísingarorku fáa hvørki sterku ella veik­ aru næmingarnir røttu avbjóðingarnar. Sjálvstýrisflokkurin vil virka fyri, at føroyski fólkaskúlin gerst heimsins besti skúli. Fiskivinnubankin skal gerast veruleiki í 2016 Dan bjóðar Óla av Kári P. Højgaard