mánadagur 13. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2006
15
tíðindi
Hóskvøldið í farnu
viku fingu 200
kvinnur góð ráð og
hugskot um kost, hár,
kropsburð, móta og
mongum øðrum
KVINNUKVØLD
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var Sunda Róðrarfelag,
sum skipaði fyri hesum
tiltakinum í Eydnuni á
Oyrarbakka, sum ógvuliga
passandi hevði fingið heitið
“Kvinnukvøld”.
Salurin var stúgvandi full
ur av kvinnum, og aftur við
góðum mati vórðu tær fyltar
við hugskotum um móta,
stíl, kropsburð, hár, make-
up og øðrum.
Mótaframsýningin var við
lokala klædnahandlinum
Brá. Lydia Petersen greiddi
frá um stíl og litir. Fanny
Kruse gav góð og einføld
ráð um kropsburð, og Ulla S.
Brandii ráðgav kvinnunum
um kost.
Hetta riggaði alt stak
væl, men áskoðararnir, sum
higartil bara høvdu eygleitt
tað, sum fyrifórst á pallinum,
fingu nú høvi at verða partur
av pallmyndini.
Elisabeth Johannesen og
Vera Larsen gjørdu hvør í
sínum lagið hár og make-up,
og til ta uppgávuna skuldu
tær brúka tvær kvinnur úr
salinum.
Kvøldið endaði við einum
sokallaðum make-over, har
tvær kvinnur fingu gjørt hár,
lagt make-up, fingu nýggj
klæðir og tað sum har til
hoyrir.
Samanumtikið var talan
um eitt ómetaliga væleydnað
kvøld fyri kvinnurnar í
Sundalagnum.
Flestar
mundu tær fáa okkurt burtur
úr tiltakinum, og tað fekk
Sunda Róðrarfelag, sum
skipaði fyri tiltakinum, uttan
iva eisini.
200 kvinnur fingu hugskot og vegleiðing
Leygardagin skal
Andrias Eriksen til
Avstralia, har hann
verður partur av
manningini umborð
á Vædderen og
Galathea 3 rannsókn
arferðini. Andrias,
sum skal skriva frá
túrinum og hjálpa
granskarunum, gleðir
seg ómetaliga nógv
GALATHEA 3
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgun, mánamorgun, kl.
10, var boðið til tíðindafund
í Norðurlandahúsinum.
Orsøkin var, at 14 ára gamli
vestmenningurin, Andrias
Eriksen, leygardagin fer
av landinum við kós í móti
Perth í Avstralia.
Í Perth liggur danska verju
skipið Vædderen, sum nú
virkar sum rannsóknarskip á
ferðini Galathea 3. Umborð
eru granskarar, fjølmiðlafólk
og skúlanæmingar, og tann
20. november verður skúla
næmingurin í áttanda flokki
í Vestmanna skúla, partur av
manningini.
– Eg eri sera spentur. Eg fái
ikki sagt, at eg gleði meg til
nakað ávíst, men nokk mest
til allan túrin í síni heild, og
at sleppa at uppliva heimin,
sigur Andrias Eriksen.
Er farin til verka
Umborð skal Andrias skriva
weblog. Tað er eitt slag av
eini dagbók frá túrinum,
sum verður løgd út á alnetið,
soleiðis at øll fáa fylgt við
rannsóknarferðini. Aftrat tí,
skal Andrias eisini hjálpa
granskarunum við sínum
arbeiði.
Tað er nokkso avmarkað
hvat Andrias kann gera av
fyrireikingum, men hann ger
tað hann kann.
– Eg havi fylgt væl við,
hvussu túrurin hevur gingið,
og havi serliga lagt meg
eftir at lesa, hvussu hinir
næmingarnir hava greitt frá
túrinum, soleiðis at eg veit
hvussu eg skal gera, tá eg
skal byrja, sigur Andrias,
sum so smátt longu er farin
til verka.
– Ja, faktiskt eri eg longu
byrjaður at skriva frá tíðinda
fundinum í dag, og tað skal
vera mín byrjan upp á mítt
weblog, greiðir Andrias frá.
Burtur í ein mánað
Andrias Eriksen fer sum
sagt avstað leygardagin.
20. november mynstrar
hann umborð á Vædderen
í Perth, og 10. desember
mynstrar hann av aftur.
Hetta merkir, at hann er
burtur frá skúlanum og floks
feløgunum í nærum ein mán
að. Tá vit so spyrja hann, um
hansara floksfelagar ikki eru
øvundsjúkir, so flennir hann
bara og sigur, at tað er ikki
frítt.
– Jú, teir eru nokkso øvund
sjúkir, men samstundis siga
teir, at eg eri heppin og at
tað er flott klárað av mær,
so tað er bara skeg, smílist
Andrias.
Hóast Andrias nú verður
burtur frá vanligu undirvís
ingini og ikki fær fylgt við
har, so kunnu næmingarnir
og lærarar hansara kortini
fylgja við hansara dagligdegi
á alnetinum, og tað ætla teir
eisini at gera, hava teir sagt
við Andrias.
Ikki ferðast nógv áður
Nú Andrias spakuliga skal
byrja at pakka viðføri til
ferðina tvørtur um knøttin,
so spyrja vit hann, um hann
hevur ferðast nógv áður.
– Nei, tað kann eg ikki
siga. Eg havi bara verið her
í Føroyum og Danmark.
Eisini havi eg verið við ung
dómslandsliðnum í Pólandi,
og so havi eg spælt fótbólt
í Skotlandi, men tað er so
tað, sum eg havi verið uttan
lands, sigur Andrias, sum nú
av álvara sleppur at uppliva
heimin, og á ein slíkan hátt,
sum bert sera fáir av hansara
javnaldrum hava upplivað
hann.
14 ára gamal vestmenningur
á rannsóknarferð
Vera Larsen ger hár á
pallinum og Elisabeth
Johannesen leggur make-up,
meðan hon gevur góð ráð og
hugskot
Færri enn 5000 fólk í Suðuroy
Felagsheimasíðan hjá suðuroyingum, www.sudurras.com , sigur í dag,
at ikki síðan fyrru helvt av 1920-unum hevur fólkatalið í oynni verið
so lágt.
Í september búðu 4922 fólk í Suðuroy, og tað er ein minking upp á 28
fólk í mun til ársbyrjan.
Orsøkin til gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni er fráflyting og
negativt burðaravlop. Teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2006 fluttu 22
fólk úr Suðuroynni og burðaravlopið var –1. Í 2005 var fluttu 67 fólk úr
Suðuroynni og burðaravlopið var tá –10.
FaroeJet flogið í eitt hálvt ár
14. mai setti flogfarið hjá FaroeJet seg fyri fyrstu ferð í Føroyum. Dagin eftir fleyg flogfarið
fyrsta regluliga túrin úr Vágum til Danmarkar.
Nú mikudagin 15. november er eitt hálvt ár ligið, síðani Sólja, sum flogfarið rópast, fleyg
fyrsta regluliga túr sín, og hetta tíðarskeiði hevur FaroeJet staðið fyri 200 túrum millum
Føroya og Danmark, og flutt heili 15 túsund fólk.
Á heimasíðu sínari sigur felagið, at tey fegin vilja takka føroyingum og gestum teirra uttan
í heimi fyri ta móttøku, tey hava fingið.
– Vónandi síggjast vit umborð á Sólju, ella hvør veit, kanska einari aðrari blómu, verður
sagt á heimasíðuni, og harvið sigur felagið, at tey framvegis ætla at vaksa um flotan av
flogførum.
Andrias Eriksen og Hedvig Westerlund-Kapnas frá Norðurlandahúsinum eftir tíðindafundin í
morgun
Mynd: Jens Kristian Vang