mánadagur 13. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 219 - 13. november 2006
tíðindi
Ebenezer:Stásiligur samkomusalur í
Umleið 1000 fólk
vóru til móttøku í
Ebenezer leygardagin
11. november, tá
bygningurin aftur
varð tikin í nýtslu
eftir eina stóra
umbygging
Móttøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Finn Jakobsen og
Høgni Thomsen
Arbeiðið við at umbyggja
Ebenezer hevur tikið eitt
ár. Byrjað varð í november
2005. Umbyggingin um
fatar báðar teir ovastu sal
arnar, wc og gongirnar í
húsinum.
Ikki kann sigast annað
enn, at húsið er stásiligt.
Grótlagt gólv og gongs
veggirnir móti salunum í
øllum trimum hæddunum
eru grótlagdir og harmon
erar hetta sera væl. Stórur
dentur er lagdur á ljóð
viðurskiftini, sum nú eru
framúr góð.
Sangkórið og dupltkvar
tettin settu sín serliga dám
á løtuna. Øssur Berghamar
hevði gjørt ein serligan
sang til dagin, sum sang
kórið sang, og Jóannes á
Váli spældi á nýggju urg
una.
Napoleon Vang og Os
mund Justinussen greiddu
frá um søguna hjá Ebene
zer og um umbyggingina.
Heilsanir vóru frá arki
tektinum Pascale Nemery,
Jógvani á Lakjuni, menta
málaráðharra, og Heðini
Mortensen, borgarstjóra,
sum øll bóru góðynski
fram fyri Ebenezer.
Eftir at Heini Heinesen
endaði løtuna, vóru kaffi
og køkur at fáa í niðara
sali, og fólk kundu ganga
runt í húsinum, og síggja
tað sum er gjørt.
Ebenezer hevur verið á
sama staði við Sverrisgøtu
í meira enn 100 ár. Tann
fyrri salurin stóð liðugur í
1905. Í 1932 var bygt uppí,
men í 50-unum bleiv sal
urin ov lítil, og tí máttu
størri hús byggjast. Tað
Ebenezer, ið vit kenna í
dag, stóð tað liðugt í 1963.
Upp gjøgnum tíðirnar
eru smærri umvælingar og
broytingar gjørdar, men
hetta er fyrsta stóra um
bygging, sum er gjørd
síðan tá. Fyri nøkrum árum
síðan varð ein lyfta millum
hæddirnar tikin í nýtslu.
Í Ebenezer eru tríggir
salir við umleið 1200 siti
plássum, har teir minnu
salirnir hava stórskíggjar,
so øll kunnu fylgja við tí
sum fer fram.
Vindeyguni eru prýdd við eini vatnlitsmynd hjá Eyðuni av Reyni listamanni.
Árni Jensen syngur saman við Ebenezer-kórinum, meðan Sigrið Rasmussen og Jóannes á Váli spæla undir.