Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi Hóskvøldið var fund­ur í Føroya­húsi­ num, um kynslig sann­føring skal skoytast upp í §266b í revsilógini. Hóast kjakið ofta var fløkt, av tí at javnvág ikki millum meiningarnar við pallborðið, var hetta tó fundurin, har føroysk samkynd komu til orðanna. Nógv teirra halda nevniliga til í Keyp­ mannahavn KJAK Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Símun J. Hansen Við pallborðið sótu, Bogi D. Davidsen, læknastjóri og samkyndur, Sonja Jógv­ansdóttir, sum er sam­ kynd og hevur lisið stjórn­ málafrøði, Margretha Peter­ sen, løgfrøðilesandi, sum hevur tikið stig til enn eina undirskriftinnsavning fyri at skoyta kynsliga sannføring upp í grein 266b, og Rógvi M. Olsen, guðfrøðilesandi, ið varð sagdur at um­boða ta konservativu síð­una í kjakinum. Flóv­in Eides­ gaard var fundar­stjóri. Sum heild varð ávar­ að ímóti føroyskari heila­ flýggjan, tí ávarað varð ímóti, at ov fáir føroyingar tíma heimaftur, um viður­ skiftini ikki vórðu broytt. Eisini varð kjak um, hví føroyingar, ið hava borið hetta upp á mál, verða skírdir landssvíkjarar, og hví føroyingar tykjast ikki at líka, at onnur blanda seg í okkara viðurskifti. Sum nevnt luttóku lut­ falsliga nógv føroysk sam­kynd á fundinum, og fleiri teirra tóku orðið. Ja, kanska var hetta fundurin, har høvuðspersónarnir, ið kjakið snýr seg um, vóru best umboðað. Bogi Davidsen greiddi m.a. frá grundlógini í Suður­afrika, sum varð sett í gildi tíðliga í nítiárunum, har fleiri samfelagsbólkar verða vardir. Eisini fór hann aftur í søguna og greiddi frá støðuni eftir seinna veraldarbardaga, tá samkynd vóru nøkur av teimum mongu, sum vórðu týnd í gasskømurum hjá nazistunum. Sjálvur segði lækna­ stjórin, at hann hevur ar­beitt við málum samkynd tey sein­astu árini, og hann fortaldi m.a., hvussu tað hevði verið at havt fundir við teir politisku flokkarnar í Føroyum. T.d. skuldi Jógvan á Lakjuni hava sagt við hann, at tað var eingin grund hjá Boga at fáa eina slíka lóg, tá hann jú hevði so gott starv og hevði klárað seg so væl. Bogi Davidsen helt hetta málið snúgva seg um mismun og ikki happing, sum tað annars ofta verður kallað. Útflutt problemini Sonja Jógvansdóttir metti, at heilaflýggjanin úr Før­ oyum er ómetaliga stór, og tók hon m.a. Boga David­ sen, ið hevur m.a. skrivað doktararitgerð sum dømi. Sjálv segði hon seg ætla aftur til Føroya, men í tá orðaskiftið fór at snúgva seg um samkynd uttanlands, varð staðfest, at av teimum 7-8 fólkunum, ið stovnaðu Friðarbogan fyri nøkrum árum síðani, er ein búsitandi eftir í Føroyum. Sonja førdi m.a. fram, at Føroyar hava havt sum siðvenju at sent sosialar avbjóðingar, sum hon mál­bar seg, til Danmark. Hon spurdi eisini, nær vit fáa áhuga fyri fólkinum í Føroyum, tí hon vildi vera við, at vit hava hagtøl fyri fiskivinnu, audi-bilar og havragrýn, men ikki fyri miðalinntøkuna hjá ein­ um húsarhaldi ella relativt fátækradømi. Hon helt, at kjakið snúði seg um virðing, tolsemi og javnstøðu, og at talan tí ikki var um serrættindi. Sonja kallaði tað for­kasti­ ligt, at tað eru løgtingslimir og aðrir sterkir bólkar í samfelganum, sum sambært henni seta tónan, og harvið bera so í bandi, at summi ”primitiv fólk kunna filla fólk sundur”, sum hon orð­ aði seg. Rógvi Olsen skuldi sum nevnt umboða ta sokallaðu konervativu síðuna. Sjálvur vildi hann ikki siga, hvat hann hevði atkvøtt, um hann var tingmaður, tá málið um §266b varð lagt fram. Hann tosaði um stríð í Føroyum millum konservatismu og liberalismu. Rógvi gjørdi nógv burtur úr eini Ph.D.- ritgerð, sum vildi vera við, at antidiskriminatiónslógir ikki broyta hugburðin mót­ vegis samkyndum. Hann metti, at tað hann kallaði tey kristnu virðini fóru at verða pilkað úr føroyska samfelagnum, um 266b varð broytt til eisini at um­fata kynsliga sannføring. Har­afturat metti hann tað ikki vera tað føroyska demokratiið, og ikki trýst uttanífrá, sum skuldi avgera hendan spurningin. Hetta fekk onkran úr salinum at spyrja, um tað var skeivt av umheiminum at leggja trýst á Suðurafrika, tá apartheid var í gildi. Fáment nei-síða Samanumtikið varð kjakið ofta fløkjasligt, av tí at fá­menta nei-síðan var sera teoretisk, meðan tann fjølmenta ja-síðan hevði síni greiðu argument. Fund­ arstjórin nýtti eisini høvið sjálvur at fýlast á saman­ setingini við pallborðið. Mikið orðaskifti var um kristin­dóm. M.a. tók ein før­oyskur prestur orðið, og endurgav orðini á grav­ steinum hjá K.O. Viderø, nevniliga, at ”Guð er kær­­leiki”. Eisini var orða­ drátt­urin mikil um, hvat fólkaræði veruliga er. Eitt boð upp á hetta var, at demo­krati er meirilutastýri og minni­lutaverja. Men sum sagt var hetta fundurin, har ”tey sam­ kyndu” vóru væl umboðað. Ein teirra reisti seg upp og spurdi, hvør kundi svara honum, ”um hann fór til helvitis?”. Tann spurn­ing­ urin varð ósvaraður. Ein annar samkyndur ávaraði ímóti, ”at Føroyar verða eitt reservat fyri hetero­seksuell, hvít fólk”. Hóast lítið kom burtur úr fundinum, av tí at kjakið ikki javnvigaði, kom tó okkurt ítøkiligt uppskot í ljósmála. M.a. skeyt onkur upp, at stovna bólkar fyri foreldur, systkin og onnur avvarðandi hjá samkyndum í Føroyum, so hesi kundu koma saman og tosa um hesi viðurskifti. Eisini varð skotið upp, at samkynd stillaðu upp til løgtingsval. Útisetar kjakaðust um §266b Bogi Davidsen greiddi m.a. frá grundlógini í Suður­afrika, sum varð sett í gildi tíðliga í nítiárunum, har fleiri samfelagsbólkar verða vardir. Mikið orðaskifti var um kristin­dóm. M.a. tók ein før­oyskur prestur orðið, og endurgav orðini á grav­ steinum hjá K.O. Viderø, nevniliga, at ”Guð er kær­­leiki”. Eisini var orða­drátt­urin mikil um, hvat fólkaræði veruliga er. Eitt boð upp á hetta var, at demo­krati er meirilutastýri og minni­lutaverja.