mánadagur 13. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2006
19
tíðindi
Hvussu upplivdi tú kjak
fundin?
- Tað sama umaftur á ein
hátt. Men á ymiskar mátar
var tað meiri opið enn eg
hevði væntað. Úr Føroyum
sakni eg annars eitt meiri
opið kjak, t.d. áttu teir
almennu miðlarnir at hýst
einum betri kjaki, haldi eg.
Kjakið er nógv merkt av,
at høvdingarnir fáa loyvi
at siga tað teir hugsa, og
so skulu indianararnir bara
fylgja aftaná.
Hví er tú niðri?
- Eg kann ikki liva opið í
Føroyum, á sama hátt sum
onnur vanlig hetroseksuell
liva. Tí óansæð hvat, so
verður munur gjørdur á.
Hetta er høvuðssakin ella
orsøkin. Um tað var annar
leiðis, so kundi eg livað
frítt og tað er tað, sum eg
vil. Í Føroyum kann eg
t.d. ikki liva saman við ein
um manni, sum eg elski.
Harafturat er í Danmark
eitt lítið samfelag, sum eg
kann trívast í. T.d hevur
mann
“Landsforeningen
for bøsse og lesbiske”, sum
er ein stovnur, ið ein kann
venda sær til um okkurt
skuldi verið.
Men spurningurin, um eg
dámi at vera í Føroyum ella
ikki, hann er trupul at svara
uppá. Eg havi búð niðri í
skjótt átta ár. Sjálvandi dámi
eg væl Føroyar, men...
Sosialurin hitti nakrar samkyndar føroyingar
og setti teimum tveir spurningar um teirra
uppliving av hesum kjakfundi og teirra støðu
sum samkyndir føroyingar.
KJAKFUNDUR
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Hvussu upplivdi tú hendan
kjakfundin?
- Tað er gott, at hesin
fundurin var hildin og
kanska serliga tí, at har
møttu so nógv fólk upp.
Panelið kundi verið betri
mannað, mótstøðan kom
ikki so væl fram.
Men so var tað eisini
gott, at har komu nøkur
framatlítandi hugskot til
hvat mann gera fyri at upp
lýsa og bøta um støðuna hjá
teimum samkyndu – t.d. at
skipa ein foreldrabólk. Har
eru heilt sikkurt fá foreldur,
sum vilja avskriva børnini
hjá sær av tí grund, at tey
eru annarleiðis enn onnur
– sum tey jú í grundini ikki
eru. Eg trúgvi so serliga
mammur hava tað soleiðis,
men sjálvandi eisini pápar.
At har komu so nógv
fólk at lurta er eisini gott
fyri, at tað kann blíva minni
tabuiserað og minni vanda
mikið at tosa um hetta.
Eitt sum kom fram á fund
inum var eisini at vit ansa
eftir hvørji orð vit brúka
í kjakinum. Tað hjálpir jú
einki um mann tosar so ljótt
ímóti teimum samkyndum.
Ein blívur so forharmaður,
tá ið slík ljót orð verða
brúkt. Tað oyðileggur kjak
ið og tað nyttar einki. Vit
mugu royna at góðtaka
hvønn annan – tað má vera
pláss til okkum øll á jørð.
Hví er tú niðri?
Nú fór eg ikki niður, tí
eg eri samkynd – ikki í
útgangspunktinum. At eg
var samkynd fann eg út
av við tíðini. Eg fór nið
ur at lesa, tað er 31 ár
síðan. Men tað er klárt, at
av tí at samfelagið er so
ótolerant, so er tað ein av
orsøkunum til, at eg ikki
eri farin aftur til Føroya
at búgva. Og, nú kenni
eg meg ikki vælkomnan,
um ein hugsar um, hvussu
summir politikarar tosa
– tvs. í ávísum pørtum av
samfelagnum. Tá ið politik
ararnir ikki vilja syrgja fyri,
at eg havi líka juridiskan
rætt ella vernd, sum onnur
– so kenni eg meg ikki
serliga vælkomnan.
– Gott fyri, at tað kann blíva
minni tabuiserað og minni
vandamikið at tosa um hetta
Karin Egholm, 50 ár,
útbúgvingarsekreter í
yrkisfelagnum 3F
Hvussu upplivdi tú hendan
kjakfundin?
Eg haldi hetta var eitt
tiltak, sum tað er brúk fyri.
Tað er við til at menna
kjakið. Men á hesum fund
inum kom ongantíð veru
ligt kjak í. Har var eing
in rættiliga at kjakast
við. Hinvegin komu fleiri
hugskot fram, sum snúðu
seg um, hvussu ein kann
fáa fólk at broyta hugburð,
økja um tolsemið og skapa
forstáilsi fyri støðuni hjá
samkyndum. Tey flestu í
Føroyum kenna ikki nøkur
samkynd. Har er brúk fyri
at lýsa støðuna nærri.
Á fundinum var t.d.
nomið við tað, at fáa fólk
at flyta heimaftur og at lata
samfelagið meiri upp fyri
fjølbroytni í Føroyum, og
eisini fyri samkyndum. Eg
gangi bara út frá, at flest
fólk ganga inn fyri at fáa
eitt fjølbroytt samfelag.
Undan hesum fundinum
hevði eg gjørt mær nakrar
tankar um hetta málið
við at broyta revsilógina.
Eg haldi, at tað er altíð
áhugavert at hoyra mein
ingarnar hjá øðrum – men
tað gjørdi eg ikki rættiliga
á hesum fundinum. Tað
sjónarmiðið um ikki at
broyta
revsilógina,
tað
skilji eg enn ikki. Har var
eingin sum kundi greiða frá
tí. Tað hevði verið gott at
hoyrt nakrar grundgevingar
fyri tí.
Hví er tú niðri?
Eg eri ikki niðri orsakað
av mínum seksualiteti.
Sum so nógvir aðrir ungir
føroyingar, so lesi eg her.
Men hetta er ein eitt sindur
torførur spurningur at svara
uppá. Her er eitt umhvørvi,
har ein kann vera samkyndur
– í Føroyum er eitt tílíkt
ikki. Tí er tað t.d. ikki líka
lætt at skapa eitt netverk og
ein umgangskreds, sum tað
er í Danmark. Kanska hevði
eg verið niðri allíkavæl, um
eg ikki las. Tað hevði eg
nokk.
Men tað er ikki tað – eg
havi havt tað gott í Før
oyum. Eg kenni meg ikki
diskrimineraðan av per
sónum, sum eg umgangist.
Tað er heldur føroyska sam
felagið, mentanin og so
eisini tað juridiska, sum eg
síggi sum diskriminerandi.
Hvussu upplivdi tú hendan
kjakfundin?
- Eg eri glaður fyri, at
fundurin bleiv hildin, tó
hann varð rættiliga fløkja
sligur, og kundi verið betri
skipaður. Men har komu
hóast alt nøkur ymisk sjón
armið fram, sum vit kunnu
gleðast um. Hetta er fyrsta
tiltak, eg havi verið til,
har føroysk samkynd eru
savnaði. Og har komu nøkur
hugskot fram um møgulig
tiltøk fyri at bøta um støð
una hjá samkyndum. T.d.
nevndi ein á fundinum, at
vit burdu skipað ein for
eldrabólk. Tað haldi eg
er eitt gott og spennandi
hugskot, sum vit burdu
gjørt meiri burturúr.
Hví er tú niðri?
Eg vil liva opið og frítt,
uttan áhaldandi at avmarka
meg sjálvan, orsakað av
kynsligu sannføring míni.
Eg fór niður tí, eg vildi
royna okkurt nýtt, og eg
var eisini blivin troyttur av,
at fólk beinleidis ”stardu”
at mær í Føroyum, tí eg eri
samkyndur. Men nú síggi
eg, at tað er spennandi at
flyta heimaftur. Eg ynski at
verða við til at flyta nøkur
mørk og hugburðin hjá
fólki í Føroyum. Eg haldi,
vit samkyndu - um vit
ynskja at búgva í Føroyum
- hava skyldu til at arbeiða
fyri sakini. Nøkur velja at
búgva í Danmark, tí havi eg
sjálvandi einki ímóti. Tey eru
jú nøkur, sum hava stríðst
fyri sakini frammanundan
okkum, sum eru sindur
eldri. Nú eiga vit tørn. Um
vit flyta til Føroyar aftur, so
skylda vit okkum sjálvum
og komandi ættarliðunum
at gera tað so, at vit kunna
koma at trívast saman við
restini av føroyingunum.
Og eg vil fegin leggja
afturat, at eg eri kristin og
havi als ongan trupulleika
við míni persónligu trúgv og
míni kynsligu orientering!
– Skylda okkum sjálvum og komandi ættar
liðunum at gera tað so, at vit kunna koma
at trívast saman við restini av føroyingum
Tveir
spurningar
Ólavur Eysturdal, 20 ár, lesur
til skipsassistent á Svendborg
Søfartskole
– Tað sjónarmiðið um ikki at broyta revsilógina, tað skilji eg ikki
Rúni Kim Petersen,
29 ár, kokkur/tænari í
Keypmannahavn
Eftirlýsir eitt betri kjak
Bartal N. Poulsen, 25, lesur
Arabiskt á Københavns
Universitet