Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 219 - 13. november 2006 Ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Prikkurin yvir i’ið í einum super­kapp­ ingar­ári. Soleiðis lýsir Jákup á Borg heiðurin, hann sunnu­kvøldið fekk handaðan, har ársins leikari hjá kvinnum, Elin Kathrina Harald­ sen vera sera bilsin um, at júst hon varð vald at vera besta kvinnan ÁRSINS LEIKARAR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Nú gaggurnar eru settar á hillina fyri veturin, kann Jákup á Borg líta aftur á eitt rimmar kappingarár. Eitt kappingarár, har leiðsla felagsins frammanundan hevði boðað frá, at unga HB- liðið fyrst og fremst skuldi byggjast upp av nýggj­um, áðrenn krøv um meist­ara­ heitið kundu setast. Úrslitini vóru eisini sving­ andi at byrja við, men so við og við funnu ungu leikararnir stevi og á allar seinasta leikdegi gjørdist greitt, at stevið hevði verið so gott og trygt, at teir endaðu fremstir í deildini. Men hóast til tíðir sving­ andi avrik hjá liðnum, so var tað altíð ein, sum helt eitt javnt og høgt støði hjá HB. Tað var Jákup á Borg og eigur hann stóran lut í meistaraheitinum hjá høv­uðs­ staðarfelagnum í ár. Hóast hann bert er 27 ára gamal, so telist hann millum royndu menninar hjá HB, og hann vísti eisini vegin fyri ungu liðfeløgum sínum gjøgnum kappingarárið. – Hetta kennist øgiliga gott. Prikkurin yvir i’ið eftir eitt super-kappingarár. Men heiðurin, eg nú havi fingið, er nakað, sum liðið hevur uppiborið, og eg hevði ongantíð staðið her utt­an at eg hevði liðfelagar, sum dugdu og sum tímdu at spæla meg, sigur Jákup á Borg, sum eisini sendir venjaranum eina heilsu á vegnum. Fyrstu ferð Jákup á Borg hevur í mong ár talst millum frægastu leik­ ararnir í føroysku lands­kapp­ ingini, og hóast hann tvær ferðir áður hevur fingið gyltu gagguna, fyri at hava skotið flest mál í deildini, so hevur hann ongantíð áður fingið heitið “ársins leikari”. – Aftur har má eg takka venj­aranum og liðfel­øg­un­ um. Eg havi kempað og stríðst til venjing og dyst, og so hati eg at tapa. Vit hava spælt álopsfótbólt, tað er tað, sum mær dámar, og so havi eg havt ein frían leiklut í høgra borði og tað hevur gingið væl, staðfestir Jákup á Borg. Øgiliga bilsin Tey eru mong, ið hava víst á, at sjálvandi skuldi Jákup á Borg verða ársins leikari hjá monnum. Men var val­ ið í mansdeildini lætt, so var tað ikki heilt so lætt í kvinnudeildini. Í síðsta enda vóru tó størst semja um, at Elin Kathrina Haraldsen hjá AB hevði heið­ ur­in uppbornan. – Eg eri øgiliga bilsin av hesum, tí hetta hevði eg ong­ antíð roknað við. Skal eg so finna eina beinleiðis orsøk, so má tað vera venjarin, sigur Elin Kathrina Haraldsen. Hon heldur eisini, at liðið eigur sín part av heiðrinum, hon nú hevur fingið. – Liðið hevur virkað væl í ár, og ein spælari er ongantíð góður einsamallur, staðfestir ársins leikari hjá kvinnum 2006, Elin Katrina Haraldsen. PRIKKURIN YVIR I’IÐ Tað var ein sjónliga bilsin Hanna Isaksen, sum stóð við favninum fullum av heiðurs­ lønum sunnukvøldið. Hon visti framman undan, at hon fór at fáa gyltu gagguna fyri at hava skotið flest mál í deildini, men at verða vald árs­ins stjørnuskot eisini, hevði Hanna Isaksen ikki rokn­að við. Men tá hugt verður aftur á kappingarárið, so kemst ikki uttan um, at árið hevur riggað væl hjá ungu toftadamuni í gula GÍ-búnanum. 28 ferðir rakti hon málið – einaferð meiri enn Rannvá Andreasen hjá KÍ – og tí var hon eisini mest upplagda boðið til árs­ ins stjørnuskot. – Eg veit ikki hvussu hetta ber til, flenti Hanna Isak­sen, tá hon verður spurd eftir, hvussu tað ber til, at árið hevur riggað so væl hjá henni. – Eg havi roynt at møtt til hvørja venjing, og nakað av venjing heima havi eg eisini gjørt. Liðfelagarnir hava eis­ ini verið ein góð hjálp og ein hollur stuðul, sigur ársins stjørnuskot 2006, Hanna Isaksen. -rwd Ársins stjørnuskot við 28 málum Hanna Isaksen gjørdi eitt ordans hál sunnukvøldið. Umframt gylta skógvin sum besti málskjútti, varð hon eisini kosin ársins stjørnuskot Mynd: Álvur Haraldsen Ársins leikarar hjá kvinnum og monnum, Elin Kathrina Haraldsen úr AB og Jákup á Borg frá HB Mynd: Álvur Haraldsen »Eg havi kempað og stríðst til venjing og dyst, og so hati eg at tapa« Jákup á Borg, ársins spælari í Formula-deildini 2006