mánadagur 13. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 219 - 13. november 2006 ]
Hóast føroyingarnir
ikki fingu normar
ella IM-heitið,
varð Klaksvík
International ein
succes. Helgi Dam
Ziska varð nummar
trý
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
car_eli@hotmail.com
Seinastu vikuna hava flest
øll í Føroyum hoyrt um
talvkappingina í Klaksvík,
og fylgt gongdini hjá ser
liga Helga Dam Ziska og
hansara jagstran eftir 2400
ratingstigum.
Megnaði
hann at fáa 6,5 stig av 10,
varð hann kosin altjóða
meistari (IM).
SMS-boðið - sum kostaði
Helga sigurin ímóti Hans
Kristiani Simonsen – er
í roynd og veru orsøkin
til, at ungi havnarmaðurin
ikki fekk 6,5 stig. Helgi
fekk nevniliga 5,5 stig,
sum rakk til eitt flott 3.
pláss. Sigrarnir ímóti GM
Henrik Danielsen og IM
Emil Hermansson munnu
kennast serliga væl. Rating
hansara fór somuleiðis rætta
vegin og nú manglar bert
umleið 15 ratingstig fyri at
verða altjóða meistari.
Túsundtals áskoðarar
Fitt av fólki hugdu framvið
hugnaliga leikstaðnum í
gomlu kongaligu handils
húsunum, sum nú hýsir
Klaksvíkar Forminnissavn
og bóka- og fløguhandilin
Leikalund. Flestu áhugaðu
fylgdu tó við kappingini
og talvunum beinleiðis á
faroechess.com.
Fyriskiparin Rani Nolsøe
er stak nøgdur við kapp
ingina.
– Vit hava havt fleiri tús
und áskoðarar, sera nógva
umtalu í fjølmiðlunum og
eisini gekk tað væl hjá
Helga, sum nú er sentimetrar
frá
IM-heitinum,
sigur
Rani.
Hvussu eydnaðist javn
leiksforboðið,
sokallaða
Sofia-reglan?
– Við tað, at telvarar ikki
hava loyvi til at samskifta
við hvønn annan meðan
telvað verður merkir, at teir
heldur ikki kunnu bjóða
remis. Vit hava tískil havt
sera spennandi kamptelving
í Klaksvík, har einans 8 av
30 talvum eru endaði jøvn.
Hetta er vegurin fram til
at gera talvítróttin meira
áhugaverdan,
staðfestir
Rani.
Tveir vinnarar
Henrik Danielsen hevur
í eini tvey ár umboðað
Ísland. Hann ”forelskaði”
seg í Ísland, búsetti seg har,
fann sær sprund og kvetti
talvbond við Danmørk.
Aftan á eina trilvandi
kappingarbyrjan fekk stór
meistarin glið á telvingina,
og seinastu fimm talvini
góvu Henrikki fýra stig og
samanlagt 6,5 stig.
Fekk Henrik eina keði
liga byrjan, kundi Emil
Hermansson hinvegin fegn
ast um síni mongu stig í
fyrru helvt. Men soltna
úrtøkan í seinnu helvt við
førdi, at GM Danielsen
fekk svian aftur, og harvið
býttu teir kappingarsigurin.
Hans Kristian vaknaði
av álvara aftan á ”sms-
sigurin” í 3. umfari. Hans
Kristian hevði enntá møgu
leikan at ogna sær sín
næsta IM-norm, um hann
vann síni seinastu tvey talv.
So væl spældi klaverið
tó ikki. Kollfirðingurin
fekk 4,5 stig – hálvtannað
stig frá norminum. Hans
Kristian vinnur sær fitt
av rating, og tískil varð
Klaksvíkskappingin
eitt
kærkomið comeback aftan
á nøkur soltin úrslit í sein
astuni.
Føroyameistarin
anno
2003, 2004 og 2006 hevði
eina slaka kapping. Martin
Poulsen vann annars síni
fyrstu tvey talv, men steðg
aði síðani fullkomiliga upp.
Seinastu átta talvini góvu
bert 1,5 stig og Martin fekk
tí 3,5 stig og 5. pláss.
Tosaði tú við Jens Ove
Fries-Nielsen undir kapp
ingini, vildi tú ikki trúð,
at hann hevði havt eina
ringa kapping og lá at kalla
allatíð isoleraður í botn
inum. Danin er nevniliga
sera fryntligur og altíð í
góðum lag, eisini aftan á
ein knúsandi ósigur. Og
júst hetta merkti hann ofta.
Ósigrarnar. Ein hampiligur
endaspurtur bjargaði nøkun
lunda Fries-Nielsen og fekk
hann eins og Martin 3,5
stig.
Vestmanna -
Klaksvík 2-2
Bert ein dystur varð telvaður
í 1. deild sunnudagin. Koll
firðingar møttu ikki (??) til
dyst ímóti Klaksvík 2, og
dysturin millum Havnina
og Sandavág er útsettur til
týskvøldið.
Verandi
føroyameist
ararnir úr Vestmanna og
avbjóðararnir úr Klaksvík
býttu stigini millum sín.
Heini Olsen vann eitt
spennandi talv ímóti John
Rødgaard. Rødgaard hevði
annars leingi tamarhald
við sínari meirfinnu, men
Heini útnyttaði til fulnar
eina óneyva leikrøð hjá Rød
gaard og vann við hegni.
Carl Eli N. Samuelsen
fekk greiðan fyrimun í mið
spælinum ímóti Steintóri
Rasmussen, og stutt aftan
á gavst Steintór. Finnbjørn
Vang telvaði væl ímóti
Samson og vann trygt.
Talvið á 4. borði millum
Sjúrður
Thorsteinsson
(VT) og Tummas Martin
Sólsker endaði við sigri til
fyrrnevnda.
Bæði liðini søgdu aftan
á dystin seg vera nøgd við
úrslitið. VT og KTF1 hava
5 stig.
Endaliga støðan
1 GM Henrik Danielsen
6,5
2 IM Emil Hermansen
6,5
3 Helgi Dam Ziska
5,5
4 Hans Kristian Simonsen
4,5
5 Martin Poulsen
3,5
6 IM Jens Ove Fries-Nielsen
3,5
Hjalgrím Elttør til NSÍ
NSÍ hevur gjørt sáttmála við Hjalgrím Elttør fyri komandi kappingarár.
Hetta váttar Andreas Lamhauge, formaður. Sostatt eru runavíkingar væl fyri
í álopspartinum. Teir hava eisini fingið tilgongd av Jónhard Fredriksberg og
Anderson. Hjalgrím spælir í álopinum ella sum álopsinnaður miðvallari mitt
fyri ella úti í síðunum
Hóast teir nú hava styrkt seg við fimm spælarum, kunnu vit vænta okkum,
at NSÍ er at styrkja hópin enn meira.
- Eg kann siga so mikið sum, at hetta verður ikki síðsti nýggi spælarin. Vit
hava enn ikki fingið fatur í verjuleikaranum, sum vit hava brúk fyri, sigur
Andreas Lamhauge.
Avloysarin hjá Nenad funnin
Arbeiðið við at rigga Formulaliðið hjá Skála til næsta kappingarár
heldur fram. Nógv harmast um, at Nenad Stankovic valdi at skifta
felag, men nú hevur Skála funnið ein avloysara. Talan er eisini um
ein serba. Hann eitur Slavisa Kaplanovic. Á heimasíðuni hjá Skála
Ítróttarfelag verður sagt, at tey vænta sær nógv av 1,90 metrar høga
serbanum, sum er framrættaður miðvallari.
- Eg eri sannførdur um, at vit hava fingið ein fram úr góðan spælara
til miðvøll okkara, og hann fer avgjørt at styrkja um lið okkara, sigur
Dragan Kovacevic, venjari.
Succes í Klaksvík