Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 219 - 13. november 2006 ] Sunnukvøldið var móttøka í Miðla­ húsinum í Vágsbotni, har bestu spælararnir hetta kappingarárið vórðu kosin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kjósanin av bestu spæl­ arunum í landinum er ein táttur, sum Sosialurin hevur verið við til at skipað fyri síðani 1999, tá siðurin við galla-kvøldinum tók seg upp. Í ár varð sjálvt galla­ kvøldið tó avlýst, tá undir­ tøkan frá spælarunum ikki var tann heilt stóra, men atkvøðugreiðslan um at finna tey bestu, varð kortini hildin. Tað eru liðformenn og venjarar hjá feløgunum í bestu mans- og kvinnu­ deildunum, sum geva at­kvøðu, umframt at eitt um­boð fyri ymsu miðlarnar eisini fær høvið at siga sína hugsan um málið. Hartil varð hetta eis­ini kvøldið, har bestu mál­ skjúttarnir í føroyskum fót­ bólti fingu gylta skógvin handaðan, og vóru tað Christian Høgni Jacobsen og Hanna Isaksen, sum soleiðis fingu loyvi at leggja fyri hetta kvøldið. Christian Høgni fekk eisini sama heiðurin í fjør, og tí hevur hann nú ein skógv til hvønn fótin, at kalla. Hanna Isaksen fekk tó meira við sær heim enn “bara” gylta skógvin. Tá ársins stjørnuskot skuldi finnast, stóð hon eisini ovast í atkvøðugreiðsluni, og tí kundi hon eisini fáa vøkru plátuna við sær heim. Hjá monnunum fall valið her á Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Somikið nógv, at hann eisini fekk landsliðsboð, tá Jógvan Martin Olsen skuldi taka út hópin til dystirnar móti Litava og Fraklandi, og heldur hann fast um framgongdina, er lítið at ivast í, at hann eisini verður fastur fúsur á landsliðnum tey nógvu næstu árini. Jákup og Elin Katrina best Mest spennandi parturin av atkvøðugreiðsluni er van­liga, tá ársins spælarar skulu finnast, og serliga var tað á kvinnu­síðuni, at talan var um tætta uppteljing. Ovast á listanum stóð tó ársins stjørnuskot frá í fjør, nevnliga Elin Katrina Haraldsen úr AB, sum saman við liðfeløgunum veruliga hevur togað argjafelagið upp móti hæddunum í ár. Somikið nógv, at tær sum tær einastu megnaðu at basa annars einaráðandi KÍ- kvinnunum, sum aloftast eru farnar avstað við flestu heiðrunum, tá hesir verða handaðir. Hjá monnunum var tað á ongan hátt óvæntað, at Jákup á Borg skuldi fáa heiðurin. Kantsppælarin hjá HB og landsliðnum hevur íhavt eitt framúr kapp­ ingarár við HB-liðnum, og var amerikanska skipanin, har assists eisini telja við á máltindinum, nýtt í Føroyum, er spurningurin helst, um Christian Høgni kundi hildið fast um gylta skógvin. Gyltir 2’arar Men tað vóru tó fyrst og fremst tey næstbestu, sum fingu flestu virðislønirnar sunnukvøldið. Hjá EB/Streymi varð mál­verjin René Tórgarð eisini kosin sum tann besti á árinum, og saman við Simonu Heinesen hjá AB fekk hann heiðursplátu fyri besta málmansspælið í ár. Hartil fekk EB/Streymur – sum skrivað aðrastaðni á hesum síðum – eisini heiðurin sum best spælandi liðið í ár. Á venjarasíðuni vórðu tað tó vinnararnir, sum fingu gullið. Bæði Jón Harald Poulsen, sum venur KÍ-kvinnurnar, og Krzysztof Popczynski úr HB fingu virðislønir fyri síni avrik, tá teir endaðu ovastir í atkvøðugreiðsluni um venjararnar. Og at enda skuldi besti dómarin so finnast. Hesin heiður varð á fyrsta sinni latin í fjør, og eins og ta ferðina, so var tað enn eina­ ferð Petur Reinert, sum fekk tann heiðurin. Petur hevur fyri stuttum fingið boð um, at hann verður næsti FIFA-dómarin hjá Føroyum, nú Lassin Isaksen fellur fyri aldursmarkinum, og í so máta man úrslitið av atkvøðugreiðsluni vera ein viðurkenning av, at rætti maðurin er valdur til sessin. Tey bestu í føroyskum fót Messi skaddur í tríggjar mánaðir Stjørnuskotið hjá FC Barcelona, Lionel Messi, kann í spæla fótbólt næstu tríggjar mánaðirnar. Í dystinum ímóti Zaragoza í gjárkvøldið var 19 ára gamli Messi so óheppin at bróta eitt bein í fótinum. Nú skal Messi leggjast undir skurð, og hann verður ikki førur fyri at spæla aftur fyrr enn einaferð í komandi ári. Frammanundan manglar Barcelona álopsspælaran Samuel Eto’o, sum ikki spælir aftur í ár orsaka av einum knæskaða. Fremad Amager tapti Liðið hjá Andrew av Fløtum stóð seg ikki væl í donsku 1. deild í gjár. Fremad Amager spældi á útivølli ímóti oddaliðnum í deildini, SønderjydskE, og tað gjørdist til eitt 3-0 tap hjá teimum av Amager. Støðan í hálvleikinum var 1- 0, men beint eftir steðgin avgjørdi SønderjydskE dystin við einum máli afturat, og so varð punktum sett góðar 20 minuttir fyri tíð við triðja málinum. Andrew av Fløtum spældi ikki við hjá Fremad Amager hesaferð.