Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 219 - 13. november 2006 ] Kykmyndir í Miðla­­ húsinum Á portal.fo ber til at síggja kykmyndir frá handanini av virðislønunum, eins og prátað verður við fleiri av teimum, sum tóku ímóti heiðrunum Tey bestu Gylti skógvurin, latin av Thomas Dam ítrótti Kvinnur Hanna Isaksen, GÍ 28 mál Menn Christian Høgni Jacobsen, NSÍ 18 mál – – – Ársins málverji Kvinnur – latið av Com-Data Simona Heinesen, AB Menn – latið av Poul Hansen/Samkeyp René Tórgarð, EBS/treymur – – – Ársins venjari Kvinnur Jón Harald Poulsen, KÍ Menn – latið av Articon Krzysztof Popczynski, HB – – – Ársins stjørnuskot Kvinnur – latið av Føroya Sparikassa Hanna Isaksen, GÍ Menn – latið av Føroya Sparikassa Arnbjørn Hansne, EB/Streymur – – – Ársins dómari – latið av Kjølbro Petur Reinert – – – Ársins spælari Kvinnur – latið av Atlantic Airways Elin Katrina Haraldsen, AB Menn – latið av Atlantic Airways Jákup á Borg, HB tbólti Tey bestu innan føroyskan fótbólt 2006. Standandi eru tað Hanna Isaksen, GÍ, Simona Heinesen, AB, Elin Katrina Haraldsen, AB, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, René Tórgarð, EB/Streymur, Rólant Højsted, formaðurí EBS/ treymi og Petur Reinert Dómari. Húkandi eru Jákup á Borg, HB, Jón Harald Poulsen, KÍ og Steinfinnur Mittelstein, sum tók móti heiðrinum fyri burturstadda Krzyzstof Popczynski Mynd: Álvur Haraldsen Solskjær ársins spælari Norska spælarafelagið NISO hevur valt Ole Gunnar Solskjær til ársins norska fótbóltsspælara í ár. 33 ára gamli álopsspælarin hevur verið nógv skaddur seinnu árini, men nú hevur hann rættiliga fingið gongd á spælið hjá sær aftur. Solskjær var ikki til staðar at taka ímóti heiðrinum. - Eg eri ótrúliga stoltur og samstundis flóvur, tí at eg ikki eri saman við spælarunum, nú eg vann hendan heiðurin. Eg helt, at møguleikin fyri, at eg skuldi fáa heiðurin var so lítil, at eg legði aðrar ætlanir, segði Solskjær við blaðið VG. Ungir føroyingar royna seg Fleiri ungir føroyskir fótbóltsspælarar royna seg í løtuni í útlendskum feløgum. Onkrir spælarar hava verið avstað. Rógvi Holm úr AB hevur vant í Tottenham í eina viku, og hann skal møguliga til annað enskt felag at royna seg eisini. Christian Høgni Jacobsen og málmaðurin Gunnar Nielsen hava roynt seg í Milton Keyes, og Adrian Cieslewicz hevur verið í Manchester City. Seinni í hesi vikuni fer Kristoffur Jakobsen til FC Keypmannahavn at venja eina tíð. Aðrir spælarar skulu eisini royna seg uttanlands í ár.