Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 219 - 13. november 2006 ] EB/Streymur spældi besta fótbóltin Umframt at heiðra bestu málskjúttunum, spælarunum og venjarunum, so var sunnudagin eisini dagurin, har best spælandi liðið í Formula-deildini varð kosið Fótbóltur Jákup Mørk fyri hvønn dystin í Formula-deildini hetta kappingarárið hava ítróttarskrivararnir her á blaðnum givið liðnum millum ein og seks bóltar – alt eftir, hvussu avrikið hjá einstaka liðnum hevur verið. Við kappingarlok eru bóltarnir taldir saman, og soleiðis er felagið við flestu bóltunum tað - sambært ítróttarskrivarunum her á blaðnum - sumhevur spælt besta fótbóltin í 2006. Ikki óvæntað, so fylgja bóltarnir so hampuliga væl stigatalvuni. Triðflestu bóltarnir fekk B36, sum í árinum fekk 85 bóltar. Á øðrum plássi var HB, sum fekk í alt 87 bóltar. Men fremst – og altso liðið, sum sambært Sosialinum hevur spælt besta fótbóltin í Formula-deildini í 2006 – er EB/Streymur, sum fekk 89 bóltar. Bóltar til tey yngstu Vinningin fyri at verða best spælandi liðið í kappingini, varð latin av Thomas Dam Ítrótti, og er hesin eitt sett av bóltum til spælararnar hjá onkrum av yngru liðun­ um. Altso ikki eitt sett av bóltum til felagið at nýta í venjingum, men sum eina gávu til hvønn einstakan spælara. Her hevur EBS/treymur gjørt av, at bóltarnir skulu latast til tey allar yngstu í felagnum –nevnliga pinkur og smápiltar – og hesi kunnu soleiðis gleða seg, til tey kunnu fara í ítróttarhandilin og innloysa góða gávukortið við teimum nógvu bóltunum. Alexandur og Poul enn á Skála Skála hevur á heimasíðuni boðað frá, at Alexandur Johansen og Poul N. Poulsen báðir hava skrivað undir nýggjar sáttmála fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars verið sannur gravgangur eftir spælarum frá Skála, men nú er so greitt, at í øllum førum hesir báðir halda fram. Alexandur er uppvaksin á Skála, meðan Poul kom til felagið í fjør. Hann hevur áður spælt við VB. Stórur talváhugi Talv er vanliga sera væl umtókt á alnetinum, og kappingin í Klaksvík var einki undantak í so máta. Heimasíðan hjá talvsambandinum, HYPERLINK ”http://www.faroechess.com” www.faroechess.com, hevur alla kappingin víst talvini live, og hópin av vitjandi hava gjørt nýtslu av hentleikanum. Seinast vit frættu, hevði vitjunartalið verið upp í móti teimum 600 fyri hvønn dagin. Neistin vann trivaligan sigur á Kyndli, og hesin var kanska uppiborin. Men meira enn nakar, so skaraði Jacob Larsen framúr við málmasspæli sínum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki løgið, um Kynd­ ils-menn aftur hesa vikuna fara at hava skotvenjingar, og allar helst nógvar av slagnum. Fyri eini viku síðani vóru boðini, at liðið misnýtti alt ov nógvar møguleikar, og sama søgan endurtók seg so ruddiliga, tá Kyndil í gjár tók móti Neistanum. Pilkaðir niður Dysturin skrædnaði um miðjan fyrra hálvleik, og hetta tóktist eisini hava sína heilt greiðu orsøk. Jacob Larsen, sum í ár stendur í Neista-málinum, byrjaði tá spakuliga at pilka sjálvs­ álitið fullkomuliga frá Kynd­ils-monnum. Fleiri ferðir tók hann sær av mest sum púrasta blonkum mótstøðumonnum, og tá Neistin als ikki hevði somu skoringartrupulleikar í hinum endanum, fór mun­ urin spakuliga at økjast. Og í seinna hálvleiki kom ongan tíð spenningur í. Neistin – og Jacob – hildu Kyndli í stuttum tjóðuri, og munurin kom ongan tíð niður um trý mál. Sum minuttirnir gingu, fóru munurin heldur at økjast, og seinastu løtuna var tað eitt púrasta mótfallið Kyndils-lið, sum royndi at toga sær eitt ella annað heim við úr dystinum. Nakað sum tó ongan tíð eydnaðist teim­ um. Stórir unglingar Hóast Jacob heilt eyðsæð var stóri maðurin í dystinum, so skerst tó ikki burtur, at Neistin eisini hevur aðrar streingir, sum væl kunnu toga liðið heilt langt upp á talvuna í ár. Blagoje Buha er framvegis ein av allar bestu spælarunum í landinum, og eisini hesa ferð brilleraði hann við einstøkum góðum detaljum. Áki Mørk tykist nú veruliga komin fyri seg, eftir at hann var úti stóran part av árinum í fjør, og skotstyrki hansara ger tað munandi lættari hjá øðrum spælarum at fáa pláss. Og so er tað eisini ein øgilig fysisk styrki á liðnum hjá Neistanum. Hóast ungir, so eru nógvir at monnunum í hópinum krútsterkir, og fáa teir verjuna at koyra nóg væl, verður talan um ein sera tungan múr hjá mótstøðuni at bróta. Mugu ígongd Kyndil tykist hinvegin enn ikki vera komið ígongd. Rókur Akralíð tóktist hesa ferð vera einasti spælarin, sum uttan trupulleikar kundi skora, og Hans Áki Dal Christiansen stríddist sum vant frálíka væl. Men enn restar nakað í bæði tempo og kropsstyrki, áðrenn liðið veruliga kann blanda seg. Enn er árið tó ungt, og í grundspælinum er tað sjáld­ an nøkur vanlukka at tapa onkran dystin. Sálarliga er tó lítið at ivast í, at Kyndil nú hevur harðliga brúk fyri einum sigri, áðrenn sjálvs­ álitið verður sogið full­ komuliga burtur. Kyndil-Neistin 23-30 (9-14): Neista-málverjin er framúr Tað var ein errin formaður hjá EB/Streymi, Rólant Højsted, sum tók ímóti gávubrævinum frá Thomas Dam Ítrótti. Hóast silvurmerkini, so kann EB/Streymur erpa sær av, at teirra lið spældi besta fótbóltin í 2006 Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil–Neistin 23-30 (9-14) Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 7, Rókur Akralíð 6, Hjalti M. Jacobsen 4, Janus Einar Sørensen 2, Ragnar Stakksund 2, Regin Fossaberg 2(1) Neistin: Áki Mørk 7, Blagoje Buha 7(1), Dann Thorleifsson 5, Karl Herup Olsen 5(1), Jón Ludvig 1, Tróndur Kragesteen 1, Roar Dalsgaard 1, Jugoslav Djumic 1 Brotskøst: Kyndil 2, Neistin 2 Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 2 Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen FAKTA Rókur Akralíð, sum her roynir seg, var ein av fáu Kyndils- monn­unum, sum ikki tóktist hava trupulleikar av stór­spælandi Jacob Larsen í Neista- málinum Mynd: Álvur Haraldsen