mánadagur 13. november 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 219 - 13. november 2006 ]
Kyndil-Neistin 23-23 (11-13):
Kyndil skapti hálva sensatión
Kyndilskvinnurnar
prógvaðu fyri
grannunum, at tær
eru nakað væl tyngri
at syfta í ár, enn tær
hava verið seinnu
árini
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur tað
sjáldan verið nakar sum
helst ivi, tá Kyndil og
Neistin
hava
tikist
á
kvinnusíðuni. Hóast Kyndil
blómaði nakað stutt undan
aldarskiftinum, so hevur
Neistin síðani sitið á øllum
í høvuðsstaðnum.
Stillaðu nervarnar
Og tað tóktist eisini, sum
skuldi hetta gerast úrslitið,
tá fyrri hálvleikur varð
spældur
sunnudagin.
Neistin spældi við tolni,
har bíðað varð eftir mis
tøkum frá Kyndli, og so
vórðu hesi aloftast revsað í
kvikum kontra-álopum.
Og hetta riggaði eisini
fínt. Ikki minst, tí Kyndil í
álopinum framdi fleiri
óprovokerað mistøk, og so
gekk tað ofta skjótt hin
vegin.
Sum so hevði Neistin
onga orsøk at broyta nakað,
tá tær komu út eftir steðgin,
men Kyndil hevði nú stillað
sínar nervar, og so broyttist
dysturin. Fyrst og fremst tí
Kyndil nú gav sær neyðugu
stundirnar í álopsspæli
num, har tær bíðaðu eftir
møguleikanum, heldur enn
at skunda alt ígjøgnum.
Men eisini tí Guðrun í
Lágabø rættiliga tíðliga
hevði tvær framúrskarandi
dupultbjargingar, sum av
álvara góvu álopsspælar
unum hjá Neistanum nakað
at hugsa um.
Bjargaðu sær
við brotskasti
Støðan var nú skiftandi,
men seianstu minuttirnar
tóktist tó, sum hevði Kyndil
betra takið. Við Loinu
Andriulyte mitt fyri og
Brynhild Klein á veinginum
kundu tær nú spæla bæði
djúpt og breitt, og tað
hóvaði avgjørt ikki Neista
num. Og uttan at taka
nakað frá Erlu Eliasen, so
tóktist tað merkisvert, at
Neistin allan dystin helt
Fríðu Petersen á beinki
num. Ikki minst, tá tað
ivaleyst vildi komið væl
við hjá Erlu, um hon hevði
fingið onkra lítla fríløtu.
Tað ber sjálvandi ikki til
at staðfesta, hvørt hetta
vildi broytt nakað, men í
øllum førum slapp Neistin
at sveitta væl og virðiliga.
Tí Kyndil vildi ikki sleppa
takinum, tá Neistin fór í
seinasta álopið, stóð enn
23-22 á talvuni. Tað eyd
naðist tó evstu løtu at vinna
eitt brotskast til tær bláu,
og so hevði Nicoleta enn
einaferð nervarnar til at
halda høvdið kalt. Og sjálvt
um javnleikurin avgjørt
var minni enn tað, sum
Neistin ætlaði sær burtur
úr dystinum, so merkir
hetta fyribils, at tær fingu
stig burturúr. Og verður
hetta einasti javnleikurin í
grundspælinum,
so
er
stigamissurin jú eingin.
Vunnu á ivanum
Í so máta var talan um
øðrvísi støðu hjá Kyndli,
sum longu hevur spælt
javnt í hesum árinum. Tí
mistu tær í veruleikanum
stig við úrsliinum, og tí
vórðu tær kanska størstu
tapararnir, tá Nicoleta sendi
brotskastið inn.
Men júst tann veruleikan
skal Kyndil kanska ikki
hugsa so nógv um her og
nú. Fyrst og fremst, so
sýndi liðið, at tær ikki
verða syftar uttan víðari.
Og megna tær at byggja
víðari á tann veruleikan,
kann nógv verða vunnið.
Lina Andriulyte og hinar í Kyndli tykjast av álvara at vera á beinari kós. Sunnudagin iðraðu
tær seg um, at talan ikki gjørdist um tvey stig móti Neistanum, sum annars hevur vunnið allar
grannauppgerðirnar í fleiri ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Hópur av flogferðum frá Atlantic
Tíggju flogferðir hjá
Atlantic Airways
vóru at vinna, tá
punktum varð sett
fyri fótbóltsárinum í
Miðlahúsinum
Kappingar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú kappingarárið er av,
varð lutur eisini kastaður
um fleiri flogferðir frá
Atlantic Airways. Hetta
eru ferðir, sum vóru settar
sum vinningar til kapp
ingini “Hvar er bólturin”,
sum hevur verið í blaðnum
hetta kappingarárið.
Kappingin hevur verið
skipað soleiðis, at vit í Sosi
alinum hava havt fleiri
myndir, har bólturin er
tikin úr myndini. Uppgávan
hjá lesarunum hevur so
verið at gita, hvar bólturin
er, og er hetta gjørt við
hópatals SMS-boðum, sum
eru send gjøgnum árið.
Og nú er so lutur kastaður
um tær átta ferðirnar, sum
vórðu at vinna. Hartil fáa
vinnararnir av tippingar
kappingini hjá Sosialinum
og Formula.fo nú eisini sín
vinning. Teir báðir vinnar
arnir, sum nú fáa vinning
in, eru teir, sum dugdu best
at gita úrslitini í HM-
kappingini í summar og í
Formula-kappingini í ár.
Longu nú er næsta kapp
ingin fult ígongd, og er tað
her Champions League fót
bóltur, sum gitt verður
um.
Til samans eru tað sostatt
10 flogferðir frá Atlantic,
sum vórðu lutaðar burtur,
og eru vinnararnir hesir:
Ikki færri enn 10 flogferðir funnu nýggjan eigara sunnukvøldið,
og kunnu hepnu og dugnaligu vinnararnir fáa vinningar sínar
við at venda sær til Sosialin
Janus Dragasund,
Lítlatrøð 8, Tórshavn
Annika Fríða Wardum,
Streymnes
Ragna á Plógv,
Nesavegur 29, Sandavági
Anita Arge,
Høvdagøta 10, Argir
Jónfríð Jacobsen,
Bakkavegur 13, Fuglafirði
Anja Egholm,
Varðagøta 3, Tórshavn
Hans Lyngsø,
undir Borgarhálsi,
Velbastaður
Eydna Berg,
undir Heygnum 25,
Tórshavn
Hvar er bólturin
HM-kappingin
1 Róaldur Jacobsen
2 Rúni Mortensen
3 Regin Sivertsen
4 John Michael Petersen
5 Áki Anderasen
6 Ragnar Háskor
7 Jákup Ósá
8 Magnus Simonsen
9 Súsanna Danielsen
10 Hans Pauli Joensen
Formula-kappingin
1 Regin Davidsen
2 Jóhan Heinesen
3 Áki Johansen
4 Sanna Djurhuus
5 Høgni Davidsen
6 Kim Olsen
7 Hans Pauli Joensen
8 Heri Ósá
9 Allan Dal-Christiansen
10 James við Brúgv
Bestu tippararnir
Kyndil-Neistin 23-23 (11-13)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 5, Anja Heinadóttir 5, Brynhild
Klein 4, Jacklyn Durhuus 3(1), Randi S. Wardum 3, Kari Ann
Petersen 1, Vesna Tomajek 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 10(2), Katja Eigemann 7, Ása
á Neystabø 2, Annika Thomasen 2, Heidi Maria Akselsen 1,
Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 3
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen
Fakta um dystin
Terry fær metløn
Liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, verður nú helst best
lønti spælarin í søguni hjá enskum fótbólti. Sum skilst, so
hevur Chelsea nýggjan sáttmála kláran til verjuálitið, og
er vikulønum í sáttmálanum ikki minni enn 1.45 mió kr.
Ein upphædd, sum yvir tey fýra árini, sum yvir fýra ár
gevur eina samlaða løn upp á ikki minni enn 300 mió kr.
Til sammetingar kann nevnast, at menn sum Drogba
,Ballack og Shevchenko “bert” fáa 1,35 mió kr. um
vikuna.
Fimm kappast um at verða ársins
Daniel Agger, Jesper Christiansen, Michael Gravgaard, Thomas Kahlenberg og
Christian Poulsen eru tey fimm nøvnini, sum kappast um at verða ársins spælari í
donskum fótbólti 2006. Sjálv handanin fer fram á stóra DR-show’inum, sum
verður 6. januar, men tað stendur so greitt, at tað verður ein av hesum fimm, sum
fær heiðurin sum besti danski fótbóltsspælarin í 2006.