Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 219 - 13. november 2006 ] – Vit brenna ov illa Eftir dystin fingu vit orðið á Gert Hansen hjá KÍF. Hann var sum heild væl nøgdur við tað eina stigi. – Ja, eg haldi, at vit mugu vera nøgdir. Sjálvt um vit hava møguleikar at avgera dystin, so kunnu vit í ringasta føri eisini tapa, so eitt stig er í lagi. Eg eri eisini nøgdur við innsatsin hjá leikarunum í dag. Verjan er góð, málverjin er góður, og vit kempa allar 60 minuttirnar. Vit hava tó ein trupulleika. Vit brenna ov illa. Vit hava fleiri opnar møguleikar at koma avgerandi fram um, men vit brenna teir, og tí haldi eg, at vit skulu vera nøgdir við javnleikin í dag. KÍF-StÍF 25-25 (14-14): KÍF og StÍF deildu stigini StÍF splædi sín triðja javnleik í ár, tá teir vitjaðu hjá KÍF í Kollafirði. Hjá KÍF kom javnleikurin heldur betur við. Teir eru nú komnir av aftasta plássinum. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sunnudagin var dystur í høllini í Kollafirði, har botnliðið, KÍF, tók ímóti oddaliðnum, StÍF. Dystir­ nir millum KÍF og StÍF hava altíð verið javnir, og soleiðis var eisini sunnu­ dagin. KÍF fekk tó eina ringa byrjan uppá dystin, tí undir upphitingini blivu tveir av leikarunum skadd­ ir, nevniliga Rógvi Weyhe og Daniel Rapa, og tí sá ikki so gott út hjá botn­ liðnum. Lítil munur á liðunum Dystirnir millum KÍF og StÍF eru aloftast javnir, og soleiðis var eisini í gjár. Sjálvt um StÍF er oddalið, og KÍF er botnlið, so vísti dysturin í Kollafirði, at munurin á liðunum í At­ lantic Airways deildini er ikki serliga stórur í ár. Dysturin í Kollafirði var eisini sera javnur, og liðini fylgdust væl at fyrstu løtu­ na. Síðstu 10 min­uttirnar av fyrra hálvleiki megnaði KÍF tó at vinna seg fýra mál fram um StÍF til støð­ una 14-10. Hesa løtuna tókt­ust strandingarnir heldur mótfalnir, men síðstu minuttirnar vístu teir góðan vilja, tá teir megnaðu at berja seg upp aftur á javnleik. Hálv­leiks­ støðan í Kollafirði var 14- 14, og hetta var helst uppi­ borið, tí munurin á liðun­ um var sera lítil. Nógvir brendir møguleikar Gongdin í seinna hálvleiki var á leið tann sama, men strandingarnir vóru næstan allatíð omaná. Teir megn­ aðu at vinna seg tvey mál fram um KÍF fyrstu løtuna, og ígjøgnum allan hálv­ leikin førdi StÍF við einum ella tveimum málum. Í onkr­um føri megnaði KÍF at koma uppá javnt, men teir høvdu ilt við at vinna seg framvið StÍF. StÍF hevði eisini møgu­ leikar at vinna seg enn longur fram um, men ein vælleikandi Óla Kristjan Djurhuus í KÍF-málinum steðgaði hesum. Ikki tí, KÍF hevði sanniliga eisini møguleikar at vinna seg bæði uppá javnleik og fram um StÍF, men enn einaferð megnaði Marian at stór­ bjarga í fleiri umførum, tá kollfirðingar komu fríir ímóti honum. Tískil var dysturin púra javnur, tá liðini fóru í gongd við endaspurtin. Men móti endanum tókt­ ist tó, sum um kreftirnar hjá KÍF vóru við at ganga undan. Tá tríggir minuttir vóru eftir megnaði StÍF at vinna seg fram um við tveimum málum, og nú sá ikki gott út hjá KÍF. Damir Oros megnaði tó at minka um munin niður í eitt mál, tá færri enn tveir minuttir vóru eftir, og nú var veru­ ligur spenningur komin í høllina í Kollafirði. StÍF fór í álop, men tá líka undir ein minuttur var eftir at leika, fangaði KÍF bóltin, og so streyk Gert Hansen avstað í kontra. Hann skoraði hjá Marian, og so stóð á jøvnum 25-25. Nú fór StÍF í álop, og hetta fór helst at gerast síðsta álop í dystinum, og tá 20 sekund vóru eftir, fingu strandingar brotskast, sam­ stundis sum kollfirðingar blivu raktir av eini útvísing. StÍF brendi tó brotskasti, og so fekk KÍF ein síðsta møguleika at vinna dystin. Teir fingu tó ikki mál, og sostatt endaði dysturin í Kollafirði við javnleiki 25- 25. Hetta bleiv sostatt triði javnleikur hjá StÍF í ár, og við hesum hava teir mist oddasessin, har Neistin nú er einsamalt á odda. Fyri KÍF merkti javnleikurin, at teir nú hava vunnið seg av aftasta plássinum. KÍF-StÍF 25-25 (14-14) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 12, Gert Hansen 5, Arnbjørn Hansen 4, Mirko Milinkovic 2, Tetur Joensen 1, Eddie Joen­ sen 1 Málskjúttar StÍF: Finnur Hansson 7, Mortan Hansen 5 (1), Artur Johansen 4, Terji Poulsen 3, Leivur Justinussen 2, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1, Andre Danielsen 1 Brotskøst: KÍF 1, StÍF 5 Útvísingar: KÍF 2, StÍF 3 Reytt Kort: KÍF 1 Fakta um dystin Damir Oros var flúgvandi hjá KÍF, tá teir leiktu javnleik móti StÍF. Við javnleikinum er KÍF komið av aftasta plássi, meðan StÍF hevur mist oddasessin – Vit fáa ikki fatur á Damir Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Bárður Danielsen hjá StÍF, sum spældi sín fyrsta dyst í ár. Hann var hampiliga væl nøgdur við eina stigið. – Eftir dystin vóru vit nakað skuffaðir, men sum heild haldi eg, at vit heldur skulu gleðast um eina stigið. Vit hava allar møguleikar at vinna dystin, og vit brenna millum annað fýra brotskøst. Í verjuni hava vit ilt við at steðga Damir Oros, og tá ein leikari fær heili 12 mál, so kunnu vit ikki vænta at vinna. Tað vísir seg eisini, at vit hava ringt við at avgera dystirnar til síðst, og hetta mugu vit helst royna at broyta. skulu vera nøgdir við javnleikin í dag. Jónas aftur á vøllinum Føroyski fótbóltsspælarin Jónas Tór Næs spældi aftur við Frem í gjár. Jónas var eitt skifti fastur maður á liðnum, men eftir at hann hevði takka nei til nýggjan sáttmála við felagið, var hann settur av liðnum, og seinastu mánaðir­ nar hevur hann als ikki verið í nánd av besta liðnum hjá Frem. Í gjár fekk Jónas so aftur kjansin, og hann spældi seinasta hálva tíman av dystinum ímóti Ølstykke, sum Frem tapti 3-1. Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður, sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Van Nistelrooy gjørdi fýra mál Ruud van Nistelrroy skoraði heili fýra mál í gjárkvøldið, tá ið Real Madrid vann 4-1 á útivølli móti botnliðnum Osasuna. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til Real Madrid, og tá hevði van Nistelrooy skotið eitt reint hattrick. Tað byrjaði í 12. minutti, tá van Nistelrooy var fyrstu á einum returbólti eftir eitt skot frá Robinho. Løtu seinni skoraði hann til 2-0 eftir samarbeiði vað sama Robinho, og beint áðrenn hálvleik økti hann til 3-0. Í seinna hálvleiki minkaði Osasuna um munin, áðrenn Nistelrooy kundi skjóta sítt fjórða mál í dystinum sjey minuttir fyri tíð til endaligu støðuna 4-1. Við hesum hevur áleyparin nú skotið átta mál í bestu sponsku deildini.