mánadagur 13. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 219 - 13. november 2006 ]
– Missa í
endanum
Vit fingu orðið á Levi
Nybo, málverja hjá H71,
eftir dystin. Hann helt, at
H71 misti møguleikan
fyri stigi í endanum.
– Teir føra at kalla
allan dystin, men í fleiri
umførum megna vit at
koma uppá javnleik.
Men júst sum í dystinum
ímóti Neistanum síðsta
vikuskiftið, so missa vit
alt á gólvið til síðst. Eg
haldi, at verjan stendur
væl stóran part av
dystinum, men síðstu
10 minuttirnar megna
vit ikki at steðga Sámal,
og hetta kostar okkum
møguleikan fyri stigi
í dag. Eg vil tó leggja
afturat, at vit hava eitt
ungt lið, og VÍF vinnur
heilt
sikkurt
uppá
rutinuna í dag, sigur
Levi at enda.
H71-VÍF 23-27 (11-13):
VÍF vann aftur
VÍF vann sín næsta
sigur á rað, tá teir
vitjaðu í Hoyvík
sunnudagin. Við
sigrinum eru teir nú
komnir uppá annað
plássið. Hjá H71 kom
ósigurin illa við. Teir
liggja nú javnir við
KÍF í stigum, og teir
hava ikki vunnið
síðani 1. umfar
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møttust í
Hoyvík, tá H71 tók ímóti
StÍF. Munurin á liðunum
var bert tvey stig undan
dystinum, men við sigri til
VÍF er landskappingin far
in í tvey. Trý lið hava lagt
seg heilt fram í oddin,
meðan trý lið liggja og róta
í botninum.
VÍF var omaná
H71 hevur verið eitt av
yvirraskandi liðununum
fyrstu umførini í ár. Ikki
var væntað tað heilt stóra
av teimum, men undan
dystinum vóru teir heilt
tætt við oddaliðini. Hjá
VÍF hevur hinvegin gingið
nakað sum vænta. Ligið lá
undan unfarinum nummar
trý beint í hølunum á
báðum oddaliðunum.
Tað var eisini oddaliðið
úr Vestmanna, sum byrjaði
betur. Fyrstu løtuna leikaði
annars javnt á, og eftir 15
minuttum stóð á jøvnum
6-6. Men so dróg VÍF
veruliga frá, og næstu 10
minuttirnar vann VÍF 6-1,
soleiðis at støðan nú var 7-
12.
H71 bardi seg
aftur í dystin
Nú sá ikki alt ov gott út hjá
H71. Við unga liðnum í
huga var væl hugsandi, at
H71 kundi fara niður við
høvdinum, men so var ikki.
Teir blivu við at kempa, og
tá liðini fóru til hálvleiks
vóru bert tvey mál á muni.
Tá var støðan 11-13.
Í seinna hálvleiki byrjaði
H71 sera væl, og eftir 7
minuttum
høvdu
teir
kempa seg uppá javnleik.
VÍF vísti tað, at rutinan hjá
teimum er størri, og løtu
seinni vóru aftur trý mál á
muni. Men H71 vildi ikki
geva seg yvir, og tá 20
minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki javnaðu
teir enn einaferð til støðuna
19-19.
Sámal tók sakina
í egnar hendur
Men eftir hetta høvdu
vestmenningarnir fingið
nokk. Fyrst legði Ingi
Olsen VÍF við tveimum
málum, tá hann skoraði
tvey mál á rað, og so trein
Sámal Joensen inn á pallin.
Hann tók veruliga ábyrgd
hjá gestunum, og við fimm
málum á rað, meðan H71
bert fekk eitt, megnaði
hann mest sum einsamallur
at avgera dystin til fyrimuns
fyri VÍF. Tá hann skoraði
sítt fimta mál á rað til
støðuna 21-26 við bert
tveimum minuttum eftir á
klokkuni, var greitt, at VÍF
fór at vinna dystin. H71
megnaði tó at pynta nakað
uppá úrslitið síðstu min
uttirnar, og endaliga støð
an gjørdist 23-27.
Við sigrinum hevur VÍF
vunnið seg uppá annað
plássið, bert eitt stig aftan
fyri oddaliðið Neistan. Teir
hava eisini vunnið tveir
dystir á rað, so nú sær út
til, at VÍF er komið veruliga
í gongd. Hjá H71 sær minni
gott út. Annan dystin á rað
hava teir tapt í síðstu min
uttum, og tað tykist, sum
ungu hoyvíkingarnir hava
ilt við at fylgja við hinum
liðunum síðstu minuttinar.
Við ósigrinum vera teir
verandi á fjórða plássið,
men við KÍF er nú komið
ájavnt H71 í stigum.
– Høvdu
tamarhald
á støðuni
Regin Joensen hjá VÍF
helt, at teir høvdu
tamarhald á øllum
dystinum, sjálvt um
H71 í tveimum førum
kemur uppá javnt.
– Sjálvt um vit helst
gera tað óneyðuga
spennandi, so haldi eg,
at vit høvdu tamarhald á
støðuni. Verjan er góð,
og vit halda H71 niðri
á bert 23 málum. Eg
haldi tað vera gott, at
vit nú megna at vinna
dystirnar at enda. Hetta
hava vit gjørt teir síðstu
tveir dystirnar, og tað er
eitt stórt fet rætta vegin.
Til síðst sæst eisini
týðiligt, at vit hava
størri rutinu og størri
breidd enn H71. Síðstu
10 minuttirnar gera vt
næstan eftir vild, og
tað er eisini júst her vit
vinna dystin, staðfestir
Regin at enda.
H71-VÍF 23-27 (11-13)
Málskjúttar H71: Niels Vggo Niclassen 7, Dánjal Tórgarð 4,
Esbern Patursson 3, Janus Sørensen 3, Tróndur Vatnhamar
3, Poul Kjartan Dam 2, Gunnar Bláberg 1
Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 10, Ingi Olsen 7, Harald
Bjørgvin 3, Agnar Joensen 3, Regin Joensen 2, Áki G. Olsen
1, Rói Lamhauge 1
Brotskøst: H71 3, VÍF 2
Útvísingar: H71 1, VÍF 6
Fakta um dystin
VÍF tykist veruliga hava
funnið stevið eftir tveir sigrar
á rað. Sunnudagin gekk hetta
út yvir H71, og nú blanda
vestmenningar seg veruliga í
oddastríðið.
Stjørnan tapti sín
fyrsta dyst í ár, tá tær
taptu stórt í Vági.
Hjá VB kom sigurin
væl við. Nú hava tær
vunnið seg uppaftur
á triðja plássið, og
tær kunnu nú byrja
at hyggja longur upp
eftir stigatalvuni.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í síðstu viku tóktist eingin
kunna steðga Stjørnuni.
Tað gekk tó bert ein vika,
so hevði VB prógva, at
Stjørnan heilt víst er at
práta við. Tær megnaðu
nevniliga at vinna stórsigur
á oddaliðnum sunnudagin,
og við hesum sigri eru
kvinnurnar úr Vági nú væl
á veg at blanda seg í odda
stríðið.
VB betru byrjanina
Sjálvt um Stjørnan var
klárt oddalið undan dysti
num, so vildi VB vísa, at
tær eisini kunnu blanda seg
í oddin, og tær løgdu eisini
fyri sum eitt ódnarverður,
tá Stjørnan var á vitjan
sunnudagin. VB var nógv
betra liðið í fyrra hálvleiki,
og tá liðini fóru til hálvleiks
hevði VB lagt seg á odda
heili 12-7.
VB setti oddaliðið
uppá pláss
Um nakar helt, at Stjørnan
nokk skuldi vera betur við
í seinna hálvleiki, so fóru
tey skeiv. Tí VB ætlaði sær
bestemt ikki at lova Stjørn
uni inn í dystin. VB økti
hinvegin støðugt um leiðsl
una, og serliga ein leikari
gjørdi um seg hjá VB. Ikki
óvæntað var talan um
Daivu Tuomeite, sum ferð
aftaná ferð sendi bóltin í
málið hjá Stjørnuni.
Tá tað nærkaðist enda
num á dystinum var greitt
hjá øllum inni í høllini, at
her fór heimaliðið at draga
longrsta stráðið, og at fyrsti
ósigurin hjá meistarunum
fór at gerast veruleiki. VB
vann at enda dystin 25-18,
og við hesum sigrinum
hava tær vunnið seg upp
aftur á triðja plássið, bert
tvey stig frá oddaliðnum.
Við ósigrinum hevur
Stjørnan nú tvey lið beint í
hølunum á sær. Neistin er
bert eitt stig aftanfyri,
meðan VB er tvey stig
aftanfyri Stjørnuna við
sigrinum sunnudagin.
VB-Stjørnan 25-18 (12-7):
VB bukaði Stjørnuna
Holst fekk reytt kort
Sunnudagin spældi toppliðið í donsku 1. deild,
Lyngby, á útivølli ímóti Herfølge. Eitt mál kom í
dystinum, og tað fekk Lyngby. Anders Jochumsen
skoraði tað tveir minuttir fyri hálvleikssteðgin. Í
seinna hálvleiki var fyrrverandi føroyski landsliðs
spælarin, Christian Lamhauge Holst, vístur av
vøllinum, eftir at hann fekk sítt seinna gula kort í
dystinum. Lyngby liggur fremst í næstbestu deildini,
nú danska 1. deild fer í vetrarfrí.
Holst var tann besti
Áskoðararnir hjá Lyngby hava valt Christian Lamhauge Holst til
besta spælaran hjá liðnum í heyst. Í teimum 15 dystunum higartil
hevur Holst gjørt vart við sær sum málskjútti og uppleggjari, og
fjepparafelagið var als ikki í iva um, at hann skuldi veljast. Sambært
heimasíðuni hjá Lyngby var talan um »en sikker valgsejr til den
populære færing«. Hetta er triðju ferð, at Holst verður kosin besti
spælarin í Lyngby í einari hálvari kapping, og tað er hann einasti
spælarin hjá Lyngby nakrantíð, sum hevur klárað. Christian Lam
hauge Holst hevur skotið 65 mál í 101 dystum fyri Lyngby.