Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi Tríggir singer/ songwriters sungu leygardagin í Hafnia Lounge. Jensina Olsen gjørdist vinnari í einari finalu við sera høgum tónleikaligum støði. Høgni og Kári høvdu eisini verið verdir vinnarar, men Jensina skaraði bara framúr við sínari framførslu TÓNLEIKUR Orð & myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Jensina, Høgni og Kári kappaðust í finaluni í singer/songwriter kappingini leygardagin. Sera nógv fólk vóru møtt í Hafnia Lounge. Tað var um at sild í tunnu í trongu hølunum. Tú skuldi vera í góðari tíð til at fáa eitt hampiligt pláss, og tíbetur var undirritaði í sera góðari tíð. Jensina Olsen, Høgni Reist­rup og Kári Páll Nol­søe vóru komin í final­­una umvegis nøkur und­­anumfør í singer/song­ writer kappingini 2006. Spenningurin var stórur frammanundan um, hvør fór at vinna. Støðið var eisini sera høgt, og øll trý høvdu verið verdir vinnarar. Tónleikurin er í hásæti í hugnaliga umhvørvinum í Hafnia Lounge. Framførslan gerst á ein serligan hátt sera persónlig. Sangararnir verða noyddir til at samskifta við fólkini á einum andlit-til-andlit støði. Gittarin og lítla anleggið kann skjótt fáa ein at kenna, at framførslan er nakað nakin. Men hetta virkar eisini til, at styrkirnar hjá sangarunum koma betri fram. Tú hoyrir hvønn staklut í fingraspælinum og vokalini. Fyri summi er hetta ein fyrimunur, meðan tað er ein vansi fyri onnur. Tiltakið byrjaði klokkan 22. Vinnarin fær tveir upp­tøkudagar afturat heiðrinum at gerast partur av fína sel­skapinum av singer/ songwriter vinnarum. So tað stóð okkurt uppá spæl leygarkvøldið. Vinnarin Jensina Olsen trokaði Finn Jensen og Kjartan Hansen til síðis í undanumfarinum og ognaði sær ein sess í finaluni. Teir báðir eru royndir og vælumtóktir innan undir­haldsvinnuna, so hetta var ikki ein og hvør. Jensina var tó ikki im­ponerað. Hon varð av nógv­um mett at vera favo­ ritt­ur til heiðurin. Hon hevur av sonnum verður kanin, sum er komin úr hattinum í ár. Kári Páll Nolsøe Fyrstur á pallinum var Kári Páll Nolsøe. Hann var sera avslappaður í stíli, og hetta dámdi fólki væl. Kári hevur eina hása dreingjarødd, sum riggar væl til sangirnar, sum hann syngur. Sangirnir eru friðarligir kærleikssangir. Tekstirnir eru inniligir og intimir, men onkur sangur hevur eisini eitt vet av skemti í. Størsta styrkin hjá Kára er helst røddin. Hann hevur eina sera kula ráa rødd, men hann syngur samstundis sera reint og vakurt, tá ið hann fer upp í teir høgu tónarnar. Røddin hóskar væl til tekstirnar, sum mangan eru sera droymandi. ”Eg elski, tá ið Kári syngur”, segði ein kvinna aftanfyri meg. Tað er einki løgið í tí. Hann hevur kanska flottastu røddina av teimum trimum, sum framførdu hetta kvøldið. Ljóðblandingin hetta kvøldið var sera væl úr hondum greitt. Hetta hjálpti eisini Kára væl. Um eg skal seta fingrarnar á okkurt, haldi Jensina Olsen ársins singer/ Jensina Olsen vann singer/songwriter kappingina í Hafnia Lounge leygarkvøldið