mánadagur 13. november 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2006
37
tíðindi
/songwriter
eg, at sangirnir vóru
eitt sindur einstáttaðir.
Framførslan hjá Kára var
bara ikki so spennandi sum
hinar báðar. Men tað sigur
kortini meira um Jensinu
og Høgna, enn tað sigur
um Kára. Tey vóru øll
trý framúrskarandi hetta
kvøldið.
Høgni Reistrup
Høgni Reistrup er serliga
kendur frá GBOB-
vinnarunum Deja-Vu.
Hann hevur verið við í
kappingini í 2003, har ið
hann eisini var í finaluni
uttan at vinna. Eingin
ivi er um, at Høgni er
ein sera evnaríkur ungur
maður, sum hevur mangar
streingir at spæla uppá.
Eyðkent fyri fram
førsluna hjá Høgna var
hansara fína fingraspæl.
Hann spælir mangan við
ólogiskum akkordum og
torførum tempo. Hann
megnaði tó væl at halda
træðrirnar saman.
Høgni hevur eina fína
pena rødd. Hon er rættiliga
veik, men hann dugir væl
at nýta hana. Løgini eru
friðarlig og meladiskar
balladur. Teksturin er
poetiskur og minnir um
yrkingar.
Serliga síðsti sangurin
hjá Høgna ”Tak meg við”
fangaði oyrað. Har spældi
Høgni munnharpu og
gittara samstundis. Hetta
prógvar eisini, hvussu
evnaríkur hann er, og
hvussu fjølbroytt evnini
eru. Fólk nikkaðu til
hendan sangin, sum var
eitt sindur lívligari enn
hinir.
Síðsta lagið var eitt
veruligt klimaks í fram
førsluni hjá Høgna.
Lógvabrestirnir vóru
øgiligir, og nógv hava
uttan iva hugsað: ”hetta er
vinnarin”.
Jensina Olsen
Til seinast kom Jensina
Olsen á pallin. Tað
hoyrdist, at hon er sera
væl umtókt millum fólk.
fetir lógvabrestunum at
døma, var hon publikums
favoritturin hetta kvøldið.
Jensina livdi eisini
upp til vónirnar.
Fyrsti sangurin var ein
kærleikssangur. Hon hevur
eisini sera kraftmikla vakra
rødd, sum tó eisini meistrar
teimum vøkru høgu
tónunum. Næsti sangur
var um sorg og sakn. Hon
livir seg sera væl inn í tað,
sum hon syngur. Tað er
samsvar millum tekstin og
huglagið í lagnum. Jensina
sang melankolskt og
gandakent. Hon minti um
eitt álvafljóð, sum syrgdi
um sín mista kærleika.
Flott lag, sum veruliga
klingaði í oyrunum. Aftur
her havi eg hug at nevna,
at ljóðblandingin var
framúr góð.
Síðsti sangurin var á
enskum. Teksturin var
skemtiligur, og lagið var
meira lívligt enn hini bæði.
Hon hevði nøkur ”breaks”,
sum veruliga sótu væl. Í
hesum lagnum vísti hon
veruliga, hvussu gott
tamarhald, hon hevur á
røddini, tá ið hon skreiðaði
oman og niðan gjøgnum
oktavirnar. Hon endaði
við einum flottum ”fade-
away”.
Jensina var ein verdur
vinnari hetta kvøldið.
Støðið í finaluni var sera
høgt, og tað var ein góð
tónleikauppliving hjá
áhoyrarunum.
Høgni Reistrup
hevði eina sera
góða framførslu
Fyrst á pallinum var Kári Páll Nolsøe
Dómararnir vóru Terji Rasmussen, Høgni Zachariassen og Kim
Hansen