týsdagur 14. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
21
vinnusíðurnar
ngdur at góðum fyritreytum
legði hann aftrat.
Hann helt, at er tað
góða ráevni til steðar, og
”talentmassin” í landinum
er førur fyri at framleiða
dygdarvørur
burtur
úr
ráevninum, gevur hetta
ein góðan gróðrarbotn fyri
vinnulívið.
- Men vørurnar vekja ikki
ans, um tær ikki møta einum
tørvi, sum er í marknaðinum
frammanundan. Heldur ikki
vekja vørurnar ans, fyrr
enn tær verða vístar fyri
teimum røttu málbólkunum
á rættan hátt og í rætta
tíðarbilinum.
Landsstýrismaðurin
segði, at um vit øll vilja
tað saman – ja, so røkka
vit málunum, ið vit seta
okkum.
- Eg vóni, at henda ráð
stevnan fer at geva sítt íkast
til upplivingarbúskapin í
Føroyum og soleiðis seta
ferð á og skapa synergi
til gagns fyri bæði tann
einstaka og føroyska vinnu
lívið sum heild, segði Bjarni
Djurholm í setanarrøðu
síni.
Elin um netverk
Tað vóru Elin Heinesen
og Menningarstovan, sum
í felag skipaðu fyri vinnu
ráðstevnuni í Norðurlanda
húsinum.
Millum fyrilestrarhald
ararnar var Elin sjálv, og
hon legði seg serliga eftir,
hvat netverk er, og hvat
hetta kann brúkast til.
Ein av spurningunum,
hon setti er, hví vit skulu
netverka, sum hon tók til.
- Jú, tú skalt netverka,
tí netverk kunnu 1) geva
atgongd til ressursur, tá ið
tú hevur brúk fyri teimum,
2) geva bíliga atgongd
til ressursur, 3) víðka títt
marknaðarvirði, 4) vera
eitt rættiliga kostnaðarfrítt
marknaðarføringsamboð.
Hon legði aftrat, at net
verk gevur vitan um nýggjar
rørslur og rák í markn
aðinum, gevur atgongd til
týdningarmikla
insider-
vitan, gevur møguleikar
til at breiða út tína vitan
og fáa viðurkenning fyri
tað, gevur møguleika fyri
at skapa vitan saman við
øðrum og gevur tær stuðul
og undirtøku.
Elin nevndi ein hóp av
møguleikum við at net
verka, sum rúm ikki er á
hesum sinni at endurgeva í
smálutir.
- Tú finnur keldur og til
burðir/ cases, finnur sam
starvsfelagar, finnur onkran,
sum tú kanst geva uppgávur
til, ið tú ikki hevur tíð til
sjálv/ur og tú kanst fáa ráð
um avtalur, sáttmálar og
lønarsamráðingar.
Ymiskar ”typur”
Í sínum fyrilestri nevndi
hon fýra ymiskar ”typur”
av netverkarum, 1) ein
spennarin, 2) tann vert
skapsligi, 3) tann snúðni og
4) brúgvabyggjarin.
- Er tú einspannarin, ert
tú sannførdur um, at tú
klárar alt best sjálv/ur. Tú
heldur, at tað er ”snýt” at
fáa ráð frá um lættari mátar
at loysa uppgávur skjótari.
Tú heldur, at tað ger teg
veikari at býta út av tíni
vitan – og tú ert bangin fyri
at liggja øðrum til last.
Hon lýsti síðan tann vert
skapsliga netverkaran, sum
leggur meira dent á at náa at
heilsa uppá nógv – heldur
enn at minnast, hvat tey
eita, og hvat tey gera.
- Tú hevur ”nøs” fyri,
hvør ið ER nakað, tú dugir
at føra teg fram í einum
selskapi, men spennir bein
fyri teg sjálva/n, tí tú í veru
leikanum ikki gevur nakað
ektað av tær.
Hon segði, at tann snúðni
netverkarin setir seg bara
í samband við fólk, um
viðkomandi roknar við at
fáa vinning burtur úr tí.
Tú heldur ”roknskap” við,
um onnur geva tær tænastur
aftur. Tú brúkar fegin hug
skot frá øðrum uttan at føla,
at tú stjelur tey – og tú kanst
misnýta álitið hjá øðrum.
- Ert tú hinvegin brúgva
byggjarin, trýrt tú upp á egið
virði, tú ber ikki ótta fyri at
biðja onnur um nakað, tú
ber ikki ótta fyri at skapa
nýggj sambond millum
fólk, sum tú heldur kunnu
fáa nyttu av at kenna hvørt
annað - og tú er kanska
í vanda fyri, at ”service-
geniið” tekur yvir, soleiðis
at onnur útnytta teg.
Góður netverkari
Elin hevði í sínum fyrilestri
eitt boð uppá, hvat ein
góður netverkari er.
- Hesin ber ikki ótta
fyri at seta seg í samband
við onnur, er opin fyri
umheiminum og forvitin
uttan at vera nærgangandi,
ber ikki ótta fyri at geva
ella taka ímóti, ber ikki
ótta fyri ymiskleika, bjóðar
seg fram, byggir brýr, er
álítandi og hevur trúvirði.
Hon vísti á, at netverk er
gull vert.
- Netverk gevur kanska
ikki úrslit beinanvegin,
men yvir longri tíð. Net
verk er ein strategi – og
ein íløga. Títt netverk er
tín sosiali kapitalur – tær
ressursir, sum tú hevur
atgongd til umvegis net
verkið. Títt netverk er
IKKI tín marknaður, men
tey fólk, sum vilja hjálpa
tær á marknaðinum, segði
Elin
Heinesen
millum
annað í sínum áhugaverda
fyrilestri.
Millum fyrilestrarhaldararnar
á ráðstevnuni var Elin
Heinesen, sum saman við
Menningarstovuni eisini var
fyriskipari. Hon legði seg serliga
eftir at greiða frá, hvat netverk
er, og hvat hetta kann brúkast til
Mynd: Jens Kr. Vang
- Hvat skal til fyri at
klára seg í alheimsgjørda
upplivingarsamfelagnum,
og hvussu brynja vit
føroyska vinnulívið til
at møta hesum nýggju
avbjóðingum, spurdi Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður í
setanarrøðu síni
Mynd: Jens Kr. Vang
Hvussu fáa vit meira samstarv millum vinnu og mentan,
og hvussu kunnu vit brúka upplivingarbúskap í Føroyum,
vóru spurningar, sum høvdu áhuga millum tey, ið vóru við
á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Stjórin leggur frá sær
Keld Askær, stjóri í Royal Greenland, fer at leggja frá sær, tá ið
hetta árið er umliðið.
Tað var grønlendska blaðið, Sermitsiaq, sum bar hesi tíðindi
herfyri.
Royal Greenland er størsta felag av sínum slagi í Grønlandi.
Sambært blaðnum, eru stjórin og stýrisformaðurin samdir um,
at Royal Greenland nú skal hava ein nýggjan oddamann.
Grønlendska blaðið veit at siga, at Keld Askær leingi hevur
verið ein umstríddur persónur, men sigur seg ikki vita ítøkiliga
orsøkin til, hví hann skal leggja frá sær nú.
-vilmund.
Havið tømist ikki
Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, er ikki samd við altjóða granskarum
um, at heimshøvini í framtíðini fara at tømast fyri fiskatilfeingi.
- Eg trúgvi ikki, at tað verður so galið, at høvini fara at tømast fyri fisk í ár
2048, sum granskarar sipa til.
Men, leggur hon aftrat:
- Hetta avhongur jú eisini av, hvussu væl vit duga at umsita fiskiríkidømið í
havinum á burðardyggan hátt, og eg haldi, at tilvitanin um hetta vinnur frama
kring um heimin.
Helga Pedersen heldur, at tað kann gerast neyðugt at minka um
fiskiveiðikvoturnar fyri at tryggja, at stovnarnir verða veiddir burðardygt.
-vilmund.