týsdagur 14. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 221 - 15. november 2006 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Arjen dugir alt, og eg seti hann
oman fyri allar aðrar í heiminum«
Marco Van Basten um Arjen Robben
Tað hevur sína orsøk,
tá hondbóltsspælarar
í H71 spæla við
óvanligum tølum á
bakinum, samstundis
sum búnarnir hava
skift lit í vetur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
H71 líkist ikki akkurát sær
sjálvum í ár. Vanliga hvíti
búnin er í ár svartur, og
tølini á bakinum eru ikki í
teirri raðfylgju, sum tølini
hjá
hondbóltsspælarum.
Tað kundi sæð út sum eitt
skemtiligt átak frá spæl
arunum, men tað er kortini
ein meining í galskapinum.
Undan hesum kappingar
árinum gjørdu Kall og H71
nevnliga sponsoravtalu, og
búnin og tølini eru bein
leiðis partur av hesum.
Svarti búnin saman við
orangjulittu tølunum eru
nevnliga litirnir, sum Kall
ger nýtslu av í lýsingum
sínum. Og tølini á bakinum
eru øll í 50’- og 70’unum.
Altso byrjunartølini hjá far
telefonfeløgum hjá Kalli.
Hartil spæla allir spælar
arnir í orangjulittum skógv
um, soleiðis at heildarmynd
in av liðnum er í so neyv
um samsvari við høvuðs
stuðulin, sum tilber.
Nýggjur trendur
Og helst er talan um ein
nýggjan trend innan markn
aðarføring í Føroyum. Fyri
stuttum sóu vit Kaupthing
og HB gera nýggja spon
soravtalu, har tað av álv
ara varð lagt upp til eitt
munandi
meira
aktivt
samstarv, enn vanligt hevur
verið. Millum annað við
at navngeva HB-skýlið,
eins og events av ymsum
slag skulu fyriskipast til
heimadystirnar hjá føroya
meistarunum.
Upphæddirnar,
sum
Kall og Kaupthing rinda
til ávíkavist HB og H71
eru ikki upplýstar, men
sum skilst eru hesar væl
omanfyri tað, sum vanligt
hevur verið í Føroyum. Og
tí er einki at ivast í, at hetta
er nakað, sum fyritøkurnar
síggja sum ein stóran møgu
leika í royndunum at branda
fyritøkurnar. Ein branding,
sum avgjørt eisini kann
koma feløgunum til góðar,
um hesi samstundis megna
at optimera sína úrtøku úr
sáttmálunum.
Nú er greitt, hvussu
skjótt ymsu rógv
ararnir skulu
rógva, um tey skulu
vinna sær luttøku
í NM-kappingini í
innandurarógving
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
25. november verður NM-
undankapping á Giljanesi,
har átta føroyskir rógvarar
kunnu vinna sær rætt til
luttøku í NM-kappingini.
Í NM-kappingini eru ikki
færri enn 20 ymsir bólkar,
sum kappast verður í, og
tá føroyska kappingin ikki
er eins neyvt bólkað, er ein
beinleiðis samanbering tí
ikki altíð eins løtt. Hinvegin
eru nakrar kravtíðir settar
til luttøku, og hesar fer
Róðrarsambandið at meta
seg eftir, tá føroysku lut
takararnir skulu veljast.
Markið fyri føroysku lut
tøkuna er tó átta rógvarar,
og tí er ikki víst, at luttøkan
er vís, fyri tað um kravtíðin
verður rokkin. Eru fleiri enn
átta rógvarar, sum røkka
kravtíðini, verða tíðirnar
hjá hesum tó samanhildnar
við kravtíðirnar, og tað er tí
púrasta upp til RSF at velja
út átta bestu rógvararnar.
Tølini á bakinum eru
í Kall-litum og í Kall-
raðfylgju
Aktiv marknaðarføringí Hoyvík
Kravtíðirnar eru ásettar
Kravtíðirnar
Gentur 12 ár og yngri (500m)
Kravtíð: 2:10,0
Dreingir 12 ár og yngri (500m)
Kravtíð: 2:05,0
Gentur 13 – 14 ár (1000m)
Kravtíð: 4:00,0
Dreingir 13 - 14 ár (1000m)
Kravtíð: 3:25,0
Gentur 15 – 16 ár (2000m)
Kravtíð: 7:50,0
Dreingir 15 – 16 ár (2000m)
Kravtíð: 6:50,0
Gentur 17 – 18 ár (2000m)
Kravtíð: 7:40,0
Dreingir 17 – 18 ár (2000m)
Kravtíð: 6:40,0
Kvinnur tungvekt 19 – 22 ár (2000m)
Kravtíð: 7:30,0
Menn tungvekt 19 – 22 ár (2000m)
Kravtíð: 6:30,0
Kvinnur lættvekt 19 – 22 ár (2000m)
Kravtíð: 7:40,0
Menn lættvekt 19 – 22 ár (2000m)
Kravtíð: 6:40,0
Kvinnur tungvekt 23 – 29 ár (2000m)
Kravtíð: 7:25,0
Menn tungvekt 23 – 29 ár (2000m)
Kravtíð: 6:25,0
Kvinnur lætttvekt 23 – 29 ár (2000m)
Kravtíð: 7:35,0
Menn lættvekt 23 – 29 ár (2000m)
Kravtíð: 6:35,0
Kvinnur tungvekt 30 – 39 ár (2000m)
Kravtíð: 7:30,0
Kvinnur lættvekt 30 – 39 ár (2000m)
Kravtíð: 7:40,0
Menn lættvekt 30 – 39 ár (2000m)
Kravtíð: 6:40,0
SÍ og KÍF
møtast í
Sørvági
SÍ og KÍF møtast
í meistaradeildini
hjá kvinnum
í kvøld. Bæði
liðini skulu
vinna dystin, tí
umráðandi er hjá
báðum at hála inn
á oddaliðini.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Dystur verður í Sørvági í
kvøld í meistaradeildini
hjá kvinnum. Her møtast
bestu liðini hjá SÍ og
KÍF, og júst hesi bæði
liðini hava ikki havt ta
bestu gongdina síðstu
dystirnar. KÍF hevur
ikki vunnið nakran dyst,
síðani tær vunnu á júst
SÍ í fyrsta umfari. Hjá SÍ
hevur heldur ikki gingið
heilt eftir vild. Tær hava
vunnið tveir dystir,
men í tveimum teimum
síðstu dystunum hava
tær tapt fyri tveimum av
oddaliðunum, nevniliga
TB og ÍF.
Nú hava hesi bæði
liðini møguleikan at
draga eitt sindur inn
á oddaliðini. Um SÍ
vinnur, so koma tær
uppá seks stig, og
sostatt vera tær bert
fýra stig aftanfyri Drátt
á fyrsta plássi. Hjá
KÍF ræður eisini um
at vinna. Tær hava ikki
spælt serliga væl síðstu
dystirnar, og tí skulu
tær prógva, at tær eiga
at liggja longri uppi á
stigatalvuni, enn tær
gera í løtuni.
Dysturin millum SÍ
og KÍF verður í fim
leikahøllini í Sørvági í
kvøld kl. 19.00.
Átta føroyskir rógvarar kunnu nú vinna sær rætt til luttøku í NM-kappingini, sum verður í Gladsaxe