týsdagur 14. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
- Tað er umráðandi,
at vit syrgja fyri, at
okkurt er at koma
eftir her á landi
– fyri øll, sum kunnu
geva eitt ískoyti til
upplivingarbúskapin.
Tað er eisini
umráðandi, at vit
kunnu bjóða bestu
arbeiðsmegini
bestu møguleikar
fyri at liva og virka
her á landi, segði
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður,
tá ið hann setti
ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
Vinnustevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin var vinnuráð
stevna í Norðurlandahús
inum, sum Menningarstovan
og Elin Heinesen skipaðu
fyri. Heitið á ráðstevnuni var
”Kreativitetur, innovatión
og upplivingarbúskapur”.
Dagurin byrjaði klokkan
9.30 og endaði klokkan 17.
Á skránni vóru fleiri fyri
lestrar um evnið, og endað
varð við stórum pallborði
undir yvirskriftini: ”Hvussu
fáa vit meira samstarv mill
um vinnu og mentan” og
”Hvussu kunnu vit brúka
upplivingarbúskap í Før
oyum”.
Á næstu miðsíðunum
hevur Kim Simonsen, sum
sjálvur var við í pallborð
inum, ymiskt tilfar frá
ráðstevnuni í Norðurlanda
húsinum.
Virðir og upplivingar
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum,
setti vinnuráðstevnuna, og
í røðu síni segði hann seg
fegnast um, at hann hevði
fingið hetta høvið.
- Vit hava í okkara vinnu
politikki
uppskot
um,
hvussu karmarnir fyri før
oyska vinnu kunnu betrast
og útbyggjast á teimum
økjum, sum hava størstan
týdning fyri vinnuna.
Hann segði, at í vinnu
politikkinum
verður
haraftrat eisini víst á, at
búskaparvøkstur í stóran
mun er tengdur at, hvussu
góðar fyritreytirnar eru
fyri eitt nú nýskapan – ella
innovatión, sum tað eisini
verður rópt.
Í røðuni vísti hann eisini
á, at tey, sum hava áhuga í at
vita meira um vinnupolitikk
landsstýrisins, kunnu fara
á heimasíðuna hjá Vinnu
málaráðnum (VMR).
- Framtíðin hevur við
sær stórar avbjóðingar.
Tað er ikki longur einans
siðbundni rávøru- og fram
leiðsluídnaðurin,
sum
tryggjar vøkstur. Nú verður
dentur eisini lagdur á aðrar
eginleikar, har stór virðir
verða skapt gjøgnum upp
livingar. At vit eru ávegis
til meira fjøltáttað vinnu
mynstur, er valutainntøkan
í samfelagnum dømi um,
segði landsstýrismaðurin.
Handilslligt og
listarligt
Bjarni Djurholm setti spurn
ingin, hvat skal til fyri at
klára seg í alheimsgjørda
upplivingarsamfelagnum,
og hvussu brynja vit før
oyska vinnulívið til at
møta hesum nýggju avbjóð
ingum.
- Sum víst verður á í
vinnupolitikkinum,
skal
nýskapan til, um vit vilja
arbeiða
saman
tvørtur
um siðbundin yrkismørk
og skapa grundarlag fyri
nýggjum vinnum, nýggjum
vørum og nýggjum verk
ætlanum.
Og landsstýrismaðurin
helt fram:
- Eg havi skilt, at henda
ráðstevnan snýr seg um
at varpa ljós á uppliv
ingarbúskapin, og hvussu
vit kunnu sameina skapandi
– handilsliga og listarliga
– fatan og seta fokus á
upplivingarsamfelagið, sum
verður drivið av nýskap
an, nýhugsan, tøkniligum
know-how og vørumenn
ing.
Hann setti eisini spurn
ingin, hvussu vit kunnu fáa
allar aktørar við, bæði fólk
í vinnulívi, handli, tøkni,
list, tónleiki, mentan, ítrótti,
gransking,
útbúgving,
design, arkitekturi – um
framt politikki, samskifti
og marknaðarføring.
- Jú, hetta er sanniliga
ein stórur biti, helt lands
stýrismaðurin fyri.
Góður gróðrarbotnur
- Tað er umráðandi, at
vit syrgja fyri, at okkurt
er at koma eftir her á
landi – fyri øll, sum
kunnu geva eitt ískoyti
til
upplivingarbúskapin.
Tað er eisini umráðandi,
at vit kunnu bjóða bestu
arbeiðsmegini bestu møgu
leikar fyri at liva og virka
her á landi.
Bjarni Djurholm helt
fyri, at føroyskar vørur
um
boða eina ”nichu” á
altjóða marknaðinum, sum
hevur góðan møguleika at
vekja ans.
- Tað týdningarmesta er
sjálvandi at hava nakað
munagott at bjóða øðrum,
Búskaparvøkstur ten
Cola-kríggið koyrir enn
9 mió kr. Tað var tað, sum Edmund
Duhaney, Ibrahim Dimons og Joya
Williams vildu hava frá Pepsi, tá teir søgdu
seg vilja selja upplýsingar um Coca Cola
til æviga kappingarneytan, Pepsi. Ætlaða
sølan varð tó uppdagað, og nú standa tey
trý fyri ákærum um ídnaðarnjósning, har
revsiramman er upp í 10 ára fongsul.
Trupulleikar við
Explorer 7.0
Nýggjasta útgávan av Internet Explorer hjá Microsoft
tykist nú geva brúkarunum fleiri trupulleikar. Serliga
tí skipanin nýtir sonevnda CCS-standardin, sum
millum annað hevur gjørt fleiri e-handlar ónýtiligar.
Trupulleikin gerst ikki minni av, at flestu brúkarar av
eitt nú Explorer 6.0 hava sjálvvirkandi updatering av
skipanini, og tí kann teldan sjálv skifta til útgávu 7.0,
uttan at brúkarin hevur ynski um hetta.
Smyril Line gjørdi av at avlýsa ferðina hjá
Norrønu til Íslands í gjár, tí veðrið í Íslandi
var so ringt. Samstundis ynskti felagið at
”testa” havnalagið í Ánum, sum verður
trygdarhavn hjá Norrønu í vetur
Vetrarhavn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Norrøna fór ikki til Íslands í gjár, sum hon sambært
ferðaætlanini skuldi fara.
Hendrik Egholm, marknaðarleiðari á Smyril Line,
sigur, at felagið gjørdi av at avlýsa ferðina til Íslands
hesaferð, tí illveður var í Íslandi.
- Vit hava ógvuliga fá ferðafólk á hesi farleiðini
í vetrarhálvuni, og í gjár skuldu 40 ferðafólk við
Norrønu til Íslands.
Hann sigur, at ferðafólkini í staðin fara yvir til
Íslands við flogfari.
Nakað var eisini av farmi, sum Smyril Line eisini
loysir á onkran hátt.
Í Ánir
Hendrik Egholm sigur, at Smyril Line gjørdi av at
royna havnina í Ánum í morgun – ella at ”testa” tað,
sum Klaksvíkar kommuna higartil hevur gjørt har
norðuri, so Norrøna kann brúka Ánir til trygdarhavn,
tá ið tað gerst neyðugt í vetrarhálvuni.
- Vit vóru har norðuri í august, og tá sóu vit nøkur
viðurskifti, sum máttu gerast. Nú verður so ”testað”,
hvussu tað, sum gjørt er, virkar, tá ið skipið er í
Ánum.
Hendrik sigur, at enn hevur hann ikki fingið nakra
afturmelding frá skiparanum á Norrønu, men hann
væntar, at okkurt fæst at vita um, hvussu vorðið er,
sum dagurin líður.
Til Noregs
Norrøna fór norður til Klaksvíkar tíðliga í morgun og
verður væntandi aftur á Havnini seinnapartin.
Marknaðarleiðarin sigur, at Norrøna fer aftur í
regluliga sigling hósdagin, tá ið farið verður av
Havnini til Noregs.
- Síðan siglir skipið aftur eftir ferðaætlanini aftur,
sigur Hendrik Egholm.
Norrøna ”testar”
havnina í Ánum