Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 19 Nýggi Ford Transit er nú kosin bæði ”International Van of the Year 2007” og “Årets Varebil i Danmark 2007” Bilar Motorjournalisternes Klub Danmark (MKD) hava kosið Ford Transit sum ”Årets Varebil i Danmark 2007”. Hetta hendi mánadagin 13. november. Í september 2006 varð Ford Transit eisini heiðraður, tá hann av eini altjóða dómsnevnd, varð kosin ”International Van of the Year 2007”. Grundgevingarnar fyri at geva Transit hendan heiður vóru m.a. at bæði trygd og komfortur eru á sera høgum støði. Trygdin hjá bilførara og passaserum er sera lík tí, man sær í nýggjastu per­ sónbilunum við t.d. airbag, ABS-bremsuskipan, ESP (standard frá 1. januar 2007), strammarar til trygd­ arbeltini og styrkt setur við góðum nakkestúttum. Eisini tað at bilurin er góður at koyra, og lítið hoyrist til hjólini og motor­ in inni í kabinuni undir koyring, var við til at geva Transit besta karakter. Ford kundu í fjør hátíðar­ halda, at 40 ár vóru liðin síðan Ford Transit fyrstu ferð kom á marknaðin í 1965. Tilsamans 58 motor­journal­ istar frá 22 ymiskum lond­ um hava kosið Ford S-MAX til ”Car of the Year 2007”. Í grundgevingum sínum fyri at Ford S-MAX fekk heiðurin sum ”Car of the Year 2007”, sigur formaðurin í dómsnevndin, Ray Hutton, m.a. at teir eru ovfarnir av, hvussu rúmligur bilurin er, hvussu væl hann er innrættaður og av tryggu og sportligu koyrieginleikunum. Ford S-MAX, fekk eisini fimm stjørnur í Euro NCAP trygd­ artestunum. Kinesiski bilgiganturin Shang­hai Automotive Indu­ stry Corporation (SAIC) keypti herfyri ensku MG- Rover verksmiðjuna, men teir fingu ikki Rover navnið við, tí BMW hevði selt rættindini til Rover navnið til Ford. Shanghai Automotive Indu­strial Corporation máttu so finna eitt annað navn. Nú eru teir komnir á kinesiska marknaðin við fyrsta við bilinum eftir keypið av MG-Rover. Talan er um ”Roewe 750”, sum er fyrrverandi Rover 75. Navnið Roewe úttalast ”Rong Wei”. ”Roewe 750” verða í fyrsta umfari bert seldir í Kina. SAIC samstarva annars við Volkswagen og General Motors á kinesiska marknað­ inum. Rover eita nú Roewe í Kina Rover 75 eita Roewe 750, nú teir verða gjørdi í Kina av Shanghai Automotive Industry Corporation (SAIC) Ford Transit ársins vørubilur Ford Transit er kosin bæði ”International Van of the Year 2007” og “Årets Varebil i Danmark 2007” Ford S-MAX – Car of the Year 2007 Ford S-MAX er kosin ”Car of the Year 2007” bilar