týsdagur 14. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
19
vinnusíðurnar
Fiskavirkið Tavan
arbeiðir í tveimum
vaktum seks dagar
um vikuna alt
summarið. Av tí at
starvsfólkið ikki
hevur møguleika at
uppliva summarið
í Føroyum, hava tey
fleiri ferðir verið
uttanlands og ferðast
Trivnaður
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Tavan í Leirvík er eitt av
teimum fiskavirkjum, sum
arbeiðir sera nógv. Tey
arbeiða so gott sum altíð í
tveimum vaktum.
- Vit royna at skapa so
góðar karmar sum møgu
ligt. Vit hava eina hugnaliga
kantinu, og vit hava prýtt
veggirnar í bæði kantin
uni og í gongini við máln
ingum, sigur Joen Magnus
Rasmussen, stjóri í Tavuni.
Í umleið 3 ár hevur Tavan
haft ein massør tilknýttan
virkinum.
Starvsfólkini
hava møguleika at fáa
massasju í arbeiðstíðini.
- Starvsfólkini eru øðiliga
glað fyri møguleikan, og
fleiri siga okkum, hvussu
væl tað hjálpir, sigur Joen
Magnus Rasmussen og
heldur fram:
- Vit rokna eisini við, at
spara fleiri sjúkudagar á
tann hátt.
Uppliva summarið
- Av tí at vit arbeiða
seks dagar um vikuna alt
summartíðarskeiðið, sleppa
starvsfólk okkara ikki at
njóta summarið í Føroyum.
Av tí sama eru vit nøkur ár
farin uttanlands at ferðast
við starvsfólkinum, sigur
Joen Magnus Rasmussen.
Eitt árið hava tey verið
í Danmark, eina aðru ferð
hava tey verið í Prag og í ár
vóru tey í Eysturríki.
- Størsta orsøkin til, at
vit fara hesar túrarnar, er,
at starvsfólkið ikki upplivir
summarið í Føroyum. Men
tað er eisini fyri at saman
sjóða fólkið, greiðir Joen
Magnus frá.
- Vit hava tilvitað valt at
fara busstúrar, har vit øll
eru nógv saman. Á tann hátt
koma vit at kenna hvønn
annan á ein heilt annan
máta. Vit hava avgjørt
merkt, at samanhaldið er
vorðið betri, tí man lærir
hvønn annan nógv betur at
kenna.
- Tað vit vóna at uppnáa,
er at fólkið verður verandi
longri. Eg haldi avgjørt
eisini at nøgd arbeiðsfólk
geva meir.
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur
gjøgnumført fleiri
tiltøk, til frama
fyri trivnaðin og
vælveruna hjá
starvsfólkinum.
Tankin aftanfyri er, at
tá starvsfólkini hava
tað betur, ávirkar
tað felagið og fremur
produktivitetin
Trivnaður
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
- Trivnaður kann bítast upp
í fleiri ting. Eitt eru teir
fysisku karmarnir, til dømis
hús,
skrivstovuamboð
og borð, sigur Gunnar í
Liða, forstjóri í Tryggingar
felagnum Føroyar.
- Síðan er tað hvussu
starvsfólkini
hava
tað
fysiskt, um tey eru væl fyri
og frísk. Tað triðja er tann
psykiska vælferðin, hvussu
tey trívast í arbeiðinum, og
um tey hava somu málini
og virðini, sum felagið hev
ur. Og síðst men ikki minst,
at man fær spennandi upp
gávur at arbeiða við.
Starvsfólkakanning
Fyri góðum ári síðan, gjørdi
Tryggingarfelagið Føroyar
eina kanning, sum 101 av
teimum 115 starvsfólkunum
svaraðu uppá. Kanningin
vísti hvussu heilsustøðan
og trivnaðurin vóru.
Úrslitið vísti nakrar ten
densir, sum leiðslan í felag
num valdi at gera nakað
við, bæði á fysisku og
psykisku síðuni.
- Kanningin, vísti millum
annað, at rættiliga nógv av
starvsfólkunum høvdu ilt
í høvdinum og migrenu.
Vit avgjørdu, at vit skuldu
gera nakað við tað, greiðir
Gunnar í Liða frá.
- Vit innførdu ergonomiskt
røtt skrivstovuamboð, til
dømis borð, sum kunnu
lyftast upp og lækkast, sigur
Edvard Heen, varastjóri og
leggur afturat:
- Í heyst hava vit fingið
ein kiropraktor, sum kemur
á arbeiðsplássið einaferð
um vikuna, so kunnu starvs
fólkini, sum hava trupul
leikar við rygginum, fáa
viðgerð.
Sum fyribyrging hevur
Tryggingin haft eitt skeið,
har starvsfólkini lærdu at
avspenna í høvdi, nakka og
akslum.
Fitness og royki
avvenjing
Forstjórin og varastjórin
vísa til ymiskar útlendskar
kanningar, sum vísa nakrar
tendensir.
- Fyri tað fyrsta, um tú
ikki ert væl fyri fysiskt, so
framleiðir tú minni. Roykir
tú, so ert tú meira frá og
hevur fleiri sjúkudagar.
Og hevur tú ikki rættan
arbeiðsstøðu, so fært tú
nógvar sjúkudagar orsaka
av høvuðpínu og ryggpínu,
sigur Gunnar í Liða.
Fyri at starvsfólkini á
Tryggingini skuldu koma
í betri form, hevur felagið
givið stuðul til limakort í
fitness sentri.
Eisini hava tey gjørt nakað
við roykiforholdini. Frá 1.
januar verður ikki longur
loyvt at roykja innandura.
Í hesum sambandi hava tey
bjóða teimum starvsfólkum
ið roykja og ynskja at leggja
av, eitt avvenjingar skeið.
Positiv ringrás
- Vit vóna, at vit fáa eitt
hækkandi heilsustøði. Tá
starvsfólkini fáa tað betri,
fær stovnurin eisini nakað
burturúr. Tað sæst aftur í
produktivitetinum.
Økt
vælferð skapar trivnað, økt
ur trivnaður skapar eina
positiva ringrás, sum ávirk
ar alt í felagnum, sigur
Gunnar í Liða.
Alt hetta hevur ávirkan
á fysisku vælveruna, men
fyri eisini at fokusera uppá
tað psykiska fara tey at gera
starvsfólkasamrøður, sum
skulu vera á hvørjum ári.
Har fáa øll starvsfólk eina
samrøðu við tann nærmasta
leiðaran. Evni sum ynski
um karrieru ella útbúgving,
rís og rós vera tosaði um á
hesum fundum.
- Hesar samrøður skulu
vera við til at skapa eina
felags uppfatan og vera
ein útviklingur av hvørjum
starvsfólki, tí tað er týdn
ingarmikið, at virðini hjá
tí einkulta eru í tráð við
virðini hjá felagnum, sigur
Gunnar í Liða.
Ferðirnar geva samanhald
Í 2005 vóru starvsfólk úr Tavuni í Prag og ferðaðust. Her hava tey ein matarsteðg í Dresden í
Týsklandi á veg til Prag.
Fólk, ið eru væl fyri, framleiða meira
Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar sínum starvsfólki viðgerð hjá
kiropraktor, fyri ryggpínu og høvuðpínu. Tey hava innrættað
eitt rúm til endamálið.
Næmingar fella frá
Royndirnar hjá dønum at útbúgva yvirmenn,
sum bæði kunnu vera á brúnni og í
maskinrúminum, hava ikki roynst serliga væl.
Aðalskrivarin í yvirmannafelagnum, Fritz
Ganzhorn, sigur við Ritzau, at millum 50
og 60 prosent av næmingunum klára ikki
royndirnar. Hetta kann ikki halda fram, og tí
má útbúgvingin endurskoðast, heldur hann.
Tað er sjómansskúlin í Svendborg, sum stendur
fyri teirri tvíbýttu útbúgvingini.
Eimskip nýtt skip
Leygardagin yvirtók Eimskip eitt nýtt farmaskip, sum
er bygt á norsku skipasmiðjuni Vaagland Båtbyggeri.
Skipið hevur fingið navnið ”Storfoss”, og tað skal sigla
ímillum Noreg, Bretland og Niðurlond. ”Storfoss” er 80
metrar langt, 16 metrar breitt, og tað er merkt 2.990 tons.
Frystilastin er góðar 4.300 rúmmetrar, og harafturat er
pláss fyri 32 bingjum. Mesta ferð er 16 míl. Skipið er ikki
skrásett í Íslandi, men á oynni Antigua.
Mynd: Harald M. Valderhaug
Joen Magnus Rasmus
sen, stjóri í Tavuni
Edvard Heen, varastjóri, og
Gunnar í Liða, forstjóri í
Tryggingarfelagnum Føroyar