Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 221 - 15. november 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Vit kunnu levera nýggjar persónbilar, vøruvognar og minibussar til munandi lægri prísir, enn teir annars kunnu keypast fyri í Føroyum, sigur Hugo Kristiansen frá Føroya Bilmekling Bilar Hugo Kristiansen er koyri­ lærari og býr í Runavík. Skúlavognurin hjá honum er ein Jaguar X-Type Estate, sum hann keypti spild­ur­nýggjan fyrr í ár. Hugo rekur eisini Føroya Bilmekling og hevur gott samband við útlendskar leverandørar um levering av nýggjum bilum. Hugo sigur, at Føroya Bil­mekling er ikki ein bila­søla, men vit formidla nýggj akfør, tað verið seg persónbilar, vøruvognar ella minibussar til munandi lægri prísir, enn teir annars kunnu keypast fyri í Før­ oyum. Talan er um eina tænastu til kundar, sum ynskja sær ein ávísan bil til ein bíligari prís. Vit levera so gott sum øll bilmerkir. Fólk kunna venda sær til okkum, og siga hvat tað er fyri ein bilur, tey ynskja sær. So kanna vit, hvat bilurin kann skaffast fyri, og hvussu long leveringstíðin er. Talan er bert um nýggjar bilar. Vit taka ikki brúktar bilar í býti, sigur Hugo. Hann nevnir trý dømir: Ein bilur sum t.d. kostar 700.000 krónur at keypa í Føroyum verður umleið 150.000 krónur biligari, ein sum kostar hálva millión verður umleið 100.000 krón­ ur biligari, og við at keypa ein bil sum annars kostar umleið 200.000 í Føroyum, eru umleið 40-50.000 krón­ ur at spara. Prísmunurin er serliga stórur á teimum dýru bilunum, men tað eru altíð pengar at spara, sigur Hugo. Hjá okkum sær kundin akkurát, hvat bilurin kostar, og hvat Føroya Bilmekling fær í vinningi. Kundin fær eina spesifiseraða rokn­ing við t.d. prísinum á sjálv­ um bilinum, tolli, frakt skrásetingargjaldi og vinn­ ingi. Har er einki dult, vit upplýsa prísin á bilinum í Føroyum við nummar­ plátum. Bilurin verður lever­ aður koyriklárur við numm­ arplátum, sigur Hugo. Hugo sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum, og hann hevur vita, at tað ber til at skaffa nýggjar bilar munandi bíligari, enn hvat teir verða seldir fyri í Føroyum. Føroya Bilmekling við bíligari bilum JFK Heilsøla umboðar nú Shiny Wheels felgureins í Føroyum.  Hetta merkir, at øll søla av Shiny Wheels í Føroyum fer umvegis JFK  Heilsølu. Sølan av Shiny Wheels hevur verið sera góð, so sigast kann, at  føroyingar veruliga hava tikið væl ímóti tí. Vøran fæst kring alt landið, bæði  í matvøru handlum, serhandlum og bensinstøðum. Sølan av Shiny Wheels  uttan fyri Føroyar er eis­ini støðugt vaksandi og fram­­tíðar­­vón­ir­nar eru  bjar­tar. Shiny Wheels felgureins er ment av Incra Sp/F v/ Regin W. Dalsgaard  og framleitt í samstarvi við Kemilux Industri. Regin W. Dalsgaard hevur ment Shiny Wheels saman við Kemilux Industri Skúlavognurin hjá Hugo Kristiansen er ein Jaguar X-Type Estate, sum hann keypti spildurnýggjan fyrr í ár. Hugo sigur, at Føroya Bilmekling kann levera nýggjar Jaguar frá 350.000 krónum Mynd: Jens Kristian Vang Nýtt umboð fyri Shiny Wheels