týsdagur 14. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
- Tað hevur nógv at
siga, at starvsfólkini
trívast. Um starvs
fólkini eru óuppløgd,
tá kundarnir koma
inn, so verður ein
ikk i valdur til ársins
handil, sigur Elsebeth
Andreasen, sum eigur
Idé Møblar
Trivnaður
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Fyrsta málið hjá Idé Møbl
um er, at starvsfólkið skal
trívast, og at kundarnir fáa
tað teimum tørvar.
- Tað fyrsta sum skal
til, fyri at fáa tað at virka,
er at arbeiðsumstøðurnar
eru í lagi. Vit hava arbeitt
miðvíst ímóti at fáa góð og
hóskandi hølisviðurskifti,
sigur Elsebeth Andreasen,
sum saman við manninum
Birgir Andreasen eigur og
rekur Idé Møblar.
Lata upp seinni
leygardag
Tá Idé Møblar hava lagt
sínar
upplatingartíðir,
hava tey eisini hugsað um
starvsfólkini.
Handilin plagdi at vera
opin til kl. 19 fríggjakvøld
og lata upp aftur kl. 9
leygarmorgun. Hesar tíðir
nar eru nú broyttar soleiðis,
at handilin letur aftur ein
tíma fyrr fríggjakvøld og
letur upp ein tíma seinni
leygarmorgun.
- Tað merkir rættiliga
nógv
fyri
starvsfólkið,
at tey hava ein tíma eyka
leygarmorgun, so hava tey
møguleika at hugna sær eitt
sindur saman við familjuni,
áðrenn tey fara til arbeiðis,
greiðir Elsebeth Andreasen
frá.
Síðsta sunnudag áðrenn
jól hava handlarnir loyvi at
hava opið, men í mong ár
hava Idé Møblar valt at hava
stongt henda sunnudag.
- Tað er bæði fyri okkum
og
fyri
starvsfólkið.
Vit halda, at tað er nóg
leingi opið til jóla. Tann
sunnudagin plaga vit at fara
á Hotel Hafnia at hugna
okkum. Meðan flestir aðrir
handlar hava opið, hava
vit okkara jólahald fyri
starvsfólkum við maka og
børnum.
Ársins handil
Idé Møblar hava útferðir
fyri starvsfólkinum á hvørj
um ári. Tey síðstu árini tá
tey hava verið kosin Ársins
handil, hava tey verið uttan
lands og ferðast.
- Eg haldi, at tað ávirkar
samanhaldið, at vit hava
møguleika at vera saman
undir øðrum umstøðum enn
til dagligt, sigur Elsebeth
Andreasen.
Idé Møblar hava fýra
ferðir á rað fingið heiðurin
Ársins handil, har tað eru
kundarnir, ið avgera, hvør
besti handilin er.
- Um starvsfólkini ikki
trívast, so høvdu vit ikki
vunnið. Um starvsfólkini
eru óuppløgd, tá kundarnir
koma inn, so verður ein
ikki valdur til Ársins hand
il. Tað hevur nógv at siga,
at starvsfólkini trívast.
Tað sæst eisini aftur, við
at vit ikki skifta starvsfólk
ofta, onkur hevur verið
her í 27 ár, sigur Elsebeth
Andreasen.
Í Tórshavnar
kommunu starvast
meir enn 1300 fólk,
kommunan hevur
reglugerðir sum skulu
fyribyrgja happing
og kynsligan ágang á
arbeiðsplássunum
Trivnaður
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Kommunan hevur klárar
reglugerðir um til dømis
arbeiðstíðir, førleikamenn
ing og royking. Í oktober
komu tvær nýggjar reglu
gerðir, sum eru um kyns
ligan ágang og happing á
arbeiðsplássunum.
- Tað sum tað gongur út
uppá, er at reglugerðirnar
skulu vera fyribyrging á øki
num. Eg vil ikki siga, at
vit hava happing á arbeiðs
plássinum, men man hoyrir
nógv um tað, tað kann til
dømis vera á barnagørðum
og skúlum, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
- Fyri at fyribyrgja hesi
tingini og at vegleiða hava
vit gjørt eina reglugerð, sum
sigur, at á arbeiðsplássunum
hjá Tórshavnar kommunu,
vilja vit ikki hava, at happ
ing gongur fyri seg.
Savna starvsfólkini
Fyri at savna nøkur av
teimum mongu starvsfólk
unum, lat kommunan fyri
einum ári síðan eina kantinu
upp í Posthúskjallaranum.
Har kunnu øll starvsfólk
hjá kommununi møtast
at eta um morgunin og
á middegi. Tey flestu, ið
nýta kantinuna, starvast í
miðbýnum, til dømis fólk
á margarinfabrikkini, býar
bókasavninum, tannlækna
stovuni og fyrisitingini.
- Kantinan er eitt savn
ingspunkt fyri starvsfólkini,
sum í arbeiðinum eru
spjadd í nógvar bygningar,
sigur Heðin Mortensen.
- Vit hava fingið stak
góðar reaktiónir frá starvs
fólkunum, og hetta hevur
eisini
haft
ávirkan
á
heilsuna, tí fólk fáa sunnan
mat har.
Samrøður
Komandi ár fer komm
unan undir at hava starvs
fólkasamrøður, ætlanin er,
at tær skulu vera á hvørjum
ári. Har skulu starvsfólkini
tosa við sín egna leiðara, um
hvat tey eru nøgd og ónøgd
við, og hvørjar ætlanir tey
hava í sínum starvi.
- Vit ætla at ganga starvs
fólkinum á møti so vítt tað
er møguligt. Eg haldi at
tað hevur stóra ávirkan á
trivnaðin, at starvsfólkini
vera hoyrd, sigur Heðin
Mortensen.
- Eg haldi, at tað sum
skapar trivnað, er, at man
følir seg væl, tá man fer
til arbeiðis, og at man er
millum starvsfólk, sum eru
blíð, fyrikomandi og hjálp
som. Tað hevur nógv at siga
og tað ger, at tú fært nógv
burturúr arbeiðsdegnum,
sigur Heðin Mortensen.
Reglugerðir fyri
byrgja happing
Umstøðurnar mest týdning
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kantinu í Posthúskjallaranum, fyri at savna mongu
starvsfólkini ið starvast í miðbýnum.
Idé Møblar hava fleiri ferðir bjóða starvsfólkinum út at ferðast. Her eru tey á veg til Danmarkar
í mai 2005
Íslendingar selja
Íslendska felagið GPG umhugsar at selja tey fýra
fiskavirkini, sum felagið eigur í Noregi. Talan er um
trý virkir á Vannøya í Troms og eitt í Karmøyvær
við Nordkapp. Íslendingar yvirtóku virkini fyri trimum
árum síðani og ætlaðu at vinna pengar burtur úr at
arbeiða saltfisk. Men tað hevur ikki gingið eftir ætlan,
og í fjør gav raksturin 12 mió. krónur í halli. Sambært
Fiskeribladet hevur Aker Seafood hjá Kjell Inge Røkke
áhuga í virkjunum.
Trolaðu eftir laksi
Síðani tann 1. oktober hava norskir veiðimenn havt loyvi
at royna eftir laksi, sum er sloppin úr aliringum, og higartil
eru umleið 30 prosent av tí slopna laksinum fingin aftur.
Sum eina roynd hevur Havrannsóknarstovan í ár roynt
at trola eftir slopnum laksi. Hetta bleiv gjørt við einum
serligum troli, men royndin eydnaðist ikki serliga væl.
Hildið verður, at laksurin stendur ov nær landi, til at tað
ber til at fáa hann við troli.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
Birgir Andreasen og Elsebeth,
eigarar av Idé Møblum