týsdagur 14. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 15. november 2006
17
tíðindi
Felagsskapurin En
God Sag hevur savnað
30 danskar sniðgevar
til eina uppboðssølu,
har peningurin fer til
vælgerandi endamál,
millum sniðgevarnar
er føroyska Barbara í
Gongini.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
En God Sag er eitt sam
starv millum 100 ymiskar
hjálparfelagsskapir í Dan
mark, ið saman royna at
bróta uppúr nýggjum, tá
tað kemur til innsavnan
av peningi til vælgerandi
endamál. Nýggjasta hug
skotið er ein uppboðssøla
av sniðum hjá kendum
donskum sniðgevum. Mill
um hesi er ein kjóli av
Barbara í Gongini Hesin
kjólin er partur av nýggju
sniðunum,
ið
Barbara
í Gongini fer at lata úr
hondum í januar/februar,
tá hon hevur eina nýggja
sonevnda lookbook klára.
Sniðgevararnir
avgera
sjálvir, hvat gott endamál
peningurin, ið kemur inn
fyri teirra snið, fer til. Her
eru nógvir kendir sniðgevar
og eisini nógvar ymiskir
felagsskapir, ið fáa stuðul.
Uppboðssølan fór av bakka
stokki 6. november á upp
boðsøluheimasíðuni qxl.
dk-engodsag-dk.
Higartil eru 9 boð komin
upp á kjólan hjá Barbaru,
og prísurin var við prent
byrjan komin upp á kr.
320. Hetta er sjálvandi ein
sera lágur prísur fyri ein
sniðgivnan kjóla.. Prísirnir
á uppboðssøluni eru sum
heild ikki so høgir enn,
men sum evstamark 20.
november kl. 19.00 nærkast,
fara teir ivaleyst upp.
Fleiri
heilt
kendir
sniðgevar eru við, eitt
nú Susanne Rützou, ið
gevur eina silkitunika við
rhínsteinum til Kræftens
Bekæmpelse, Múus við
Malou Sander, ið gevur
ein zebra frakka í ull, við
eini persónligari heilsan frá
sniðgevanum broderaðum í
fórið til Børnefonden.
Fyrrverandi pornosjón
leikarkvinnan Katja K.
gevur eini leðursjorts, tað
er tó ikki greitt hvønn
felagsskap hon hevur valt
at geva peningin til.
Nøkur
av
sniðunum
kunnu síggjast á planet.fo
undir myndafrásøgn.
Peningurin, ið kemur inn fyri
kjólan hjá Barbaru í Gongini,
fer til børn, ið liva á gøtuni
tekstunum standa seg sera
væl.
Mentanir møtast
Týðingarnar fylgja
tí ráðandi rákinum
í bókmentatýðing
at varðveita nakað
av fremmandleika
upprunatekstsins. Hetta
sæst best av, hvussu nøvn
verða viðfarin: fólkanøvn
og staðanøvn verða ikki
týdd, men skrivað burturav
á føroyskum og í hvørfalli;
eisini “ð” verður nýtt,
t.d. eitur Vørðumaðurin
í “Einsamallur á Lítlu
Dímun” “der Mann
von Vørðan”. Eisini
í týðingunum av
søgunum hjá Williami
Heinesen eru nøvnini á
føroyskum; tað er serliga
í staðanøvnunum, at hetta
sæst: “Skansen” verður
“der Festung Skansi”
og “Stangenæs” verður
“Stangarnes”. Í summum
førum velur týski týðarin
aðra loysn enn føroyski
týðarin, tá ið staðanøvn
skulu føroyskast. Sostatt
verður “Thorshavn”
hjá Williami Heinesen
í“Vátligum heimbýli”
hjá føroyska týðaranum
“Havn”, men “Tórshavn”
hjá týska týðaranum, sum
sjálvandi er tað rætta valið
í hesum samanhanginum.
Í nevndu søguni kemur
orðið “náströnd” fyri
í upprunatekstinum;
føroyska týðingin
hevur føroyska formin
“nástrond”, men í staðin
fyri henda rætta formin
hevur týska týðingin
her sama form sum
upprunateksturin. Navnið
“Ábal” er í týðingini hjá
Krenn “Abal”, og tað man
vera av óvart, at tað ikki
er broytt til Ábal her. Har
kemur eisini “Harald”
fyri, sum helst átti at verið
“Haraldur” í samsvari við
navnaviðferðina annars.
Eitt er at týða William
Heinesen úr donskum og
teir nýggjaru føroysku
søguhøvundarnar úr
føroyskum. Men at týða
knappa og neyva frásøgn
t.d. um at fara ella vera
til útróðrar? Hyggja vit
at søguni “Maður kemur
aftur at húsum”, so
stendur einastaðni, at
“Enokkur hevði verið
andøvsmaður alt sítt langa
útróðrarlív”; á týskum
verður tað: “Enokkur war
ganzes Fischersleben lang
“Gegenruderer” gewesen:
Während die anderen
fischten, blieb er an den
Rudern, damit das Boot
nicht abtrieb” (s. 85).
Tey ráðini, sum týðarin
tekur til her, er at greiða
frá einum fyribrigdi,
sum týðingarmálið ikki
fær orðað við einum
hugtaki: tað at andøva.
Hetta er eitt gott dømi
um, at bókmentatýðing
ikki bara er at skifta orð
um við onnur orð, men at
flyta eina mentan til eina
aðra og lata tær møtast.
So kann verða spurt, um
bókmentatekstur ikki
missir flogið, tá ið neyðugt
er soleiðis í nógvum
orðum at greiða frá
smálutum, men tað nýtist
hann als ikki. Javngildið
millum upprunatekst og
týðing av bókmentateksti,
sum strembað verður
eftir, kann væl vera og er
ofta forskotið og eigur at
verða mett í heild síni.
Eitt dømi um at týðarin
fer hin vegin og loypur
eitt fyribrigdi um, er
í “Hovmeistaranum”.
Har stendur: “Aftaná at
hava biðið væl gagnist,
beyð hann okkum yvir
í sofahornið til kaffi
og konjakk”; á týskum
stendur: “Nach dem
Essen bat er uns zu
Kaffee und Kognak in
die Sitzecke” (292), v.
ø.o. einki “væl gagnist”.
- Umframt frágreiðing og
burturúrløgu er uppískoyti
eitt triðja ráð at taka til, og
um tað síggja vit eitt dømi
aftast í “Hovmeistaranum”.
Har stendur: “Og gud
hjálpi mær um tað ikki var
Toftakórið, ið sang “Eg
oyggjar veit””. Á týskum
ljóðar hetta: “Und Gott
soll mich strafen, wenn es
nicht der Tofta-Chor war,
der das schöne färöische
Lied Von Inseln weiss ich
sang” (s. 299). Týskmæltu
lesararnir fáa her neyðugar
upplýsingar, sum ikki eru í
upprunatekstinum: at hetta
er ein føroyskur sangur;
og fyri at lesarin skal hava
møguleika fyri at skilja
endan á søguni, verður
haraftrat tann metingin
skoytt uppí, at sangurin er
vakur. Soleiðis verða við
hesum týðingum hurðar
latnar upp fyri týskmæltum
lesarum inn í føroyskan
bókmentaheim.
Barbara í Gongini kjóli við
í vælgerandi uppboðssølu
- At síggja til, hevur
maðurin latið hurð
ina á maskinuni upp,
og hugsandi er, at
hann tá er komin
undir okkurt, soleiðis
at húsið á maskinuni
snaraði sær á, sigur
løgreglan
Arbeiðsvanlukka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið hendi ein
syndarlig arbeiðsvanlukka
á Argjum, sum kostaði ein
um 50 ára gomlum manni
lívi.
Á løgreglustøðini í Havn
fingu tey boð um hend
ingina um 19-tíðina.
Maðurin arbeiddi í eini
minni gravmaskinu í trong
anum millum garð og hús,
tá ið vanlukkan hendi.
Eingin sjónarvitni vóru
til hendingina, men bæði
løgregla, Arbeiðseftirlitið
og Akstovan eru í holt við
at gera sínar kanningar í
málinum.
Maðurin kleimdist
Vakthavandi á løgreglu
støðini sigur, at ilt er at
siga, hvussu tilburðurin
ítøkiliga er farin fram.
- At síggja til, hevur
maðurin latið hurðina á
maskinuni
upp,
hevur
hugt út, og hugsandi er,
at hann tá er komin undir
okkurt, soleiðis at húsið á
maskinuni snaraði sær á,
sigur løgreglan.
Tann 50 ára gamli mað
urin, sum at kalla alt sítt
lív hevur arbeitt í slíkum
maskinum, kleimdist og
doyði á staðnum, tá ið
húsið á maskinuni snaraði
sær á.
Arbeiðsvanlukka kravdi eitt mannalív
Farvæl Sasa Sa, Sa
Eftir 15 vikur á 15 teimum bestu hevur The Dreams og lagið Sasa Sa, Sa
endiliga mist ovastu rók permanent. Nýggja hittið í Føroyum eigur ársins
útlendski bólkur Nephew.
Av teimum 15 vikunum á listanum hevur Sasa Sa, Sa ligið 11 vikur ovast,
2 vikur á øðrum plássi, 1 viku á triðja plássi og hesa vikuna er lagið á fjórða
plássi. Hetta skuldi gjørt lagið til ein av stórfavorittunum, at gerast ársins lag á
15 teimum bestu. Tað er vert at bíta merki í, at 11 vikur á ovastu rók ikki er met
í søguni hjá 15 teimum bestu, metið hevur ein onnur tulking av einum kendum
lag, nevniliga Promise Me við Guðruni Sólju Jacobsen.
Fyri tveimum vikum síðan megnaði Sasa Sa, Sa at kroysta Igen & Igen & við
Nephew av ovastu rók, ið Nephew hevði tikið frá The Dreams vikuna undan.
Men endurvunnið oddasessurin vardi bert eina viku.
Í komandi sending er greitt, at Sasa Sa, Sa ikki er millum løgini á listanum,
tí lagið fellur fyri 15 viku markinum.
Eitt annað The Dreams lag hevur tó møguleikan at avbjóða Nephew. Fyri
tveimum vikum síðan kom tolkingin av Terja Rasmussen lagnum Nummar inn
á listan á fimta pláss, eitt pláss, ið lagið helt í síðstu viku, tó er tað dottið tvey
pláss hesa vikuna.
Tað er tí kanska meira sannlíkt, at lagið við Lailu Hansen & Arnfríð Lützen,
Don’t Just Wanna Be á øðrum plássi ella Sexy Back hjá Justin Timberlake á
triðja plássi avbjóðar Nephew í komandi sending.
nud