týsdagur 14. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
17
– Trivnaður kann ikki
skapast. Vit seta fólk
til at gera eitt arbeiði,
og sum ein avleiðing
av at teimum dámar
arbeiði, trívast tey,
ikki øvugt, sigur
Djóni Dalsgarð á
starvsfólkadeildini
hjá Føroya Tele
Trivnaður
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Djóni Dalsgarð heldur tað
vera týdningarmikið, at
fólk trívast, men hevur eina
meining um, hvat ger, at
fólk fara at trívast.
- Trivnaður er ein avleið
ing av, at fólk fáa brúkt
teirra førleikar, at teirra
hugskot verða tikin í álvara,
og at tey arbeiða saman.
Tá tey útrætta nakað og
eru effektiv, kemur trivn
aðurin av sær sjálvum.
Trivnaðurin er ein avleiðing
av arbeiðinum, sigur Djóni
Dalsgarð.
- Eg haldi ikki, at tað
ber til at skapa trivnað
isolerað sæð. Trivnaður,
effektivitetur og úrslit. Hasi
trý tingini eru ein eind í
tí dagliga arbeiðslívinum.
Tað skal helst hanga saman,
sigur Djóni Dalsgarð.
Hann hevur í arbeiði
sínum spurt nógv fólk,
hvat kemur fyrst: trivnaður,
effektivitetur ella úrslit.
Bert ein persónur hevur
sagt nakað annað, enn at
trivnaðurin er fortreytin.
- Eg meini, at trivnaðurin
er ikki fortreytin. Vit seta
ikki fólk, fyri at tey skulu
trívast. Vit seta fólk til
at gera eitt arbeiði, sigur
Djóni og greiðir frá:
- Vit vænta, at tá tey koma
at arbeiða hjá Føroya Tele,
hava tey eina uppgávu, sum
tey skulu røkja saman við
starvsfeløgunum. At trívast
saman við starvsfeløgunum,
er ein avleiðing av, at tey
arbeiða saman um upp
gávurnar.
Djóni heldur, at fyri eina
fyritøku snýr tað seg um,
at gera nakrar fortreytir, so
starvsfólkini fáa røkt tað,
sum tey eru sett til, so væl
sum til ber. Tað heldur hann
skapar trivnað.
- Við fortreytir meini eg,
at man leggur arbeiðið til
rættis, so man kann røkja
tað. Har hoyrir sjálvandi
til, at tað er eitt vinarligt
arbeiðsumhvørvi, og at
fólk sjálvi eru við til at
avgera, hvussu arbeiðið
skal gerast.
- Um vit eru ein deild,
og vit hava nakrar arbeiðs
uppgávur, kunnu vit leggja
arbeiðið til rættis og avtala,
at í morgin gera vit tað.
Vit kunnu ikki avtala, at í
morgin fara vit at trívast.
Vit kunnu vóna, at við at
gera uppgávuna, ger tað
eisini at vit fara at trívast,
sigur Djóni Dalsgarð.
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
– Vit seta ikki fólk, fyri
at tey skulu trívast
Djóni Dalsgarð í kantinuni hjá Føroya Tele
Mynd: Jens Kristian Vang
Meira um evnið
á næstu síðunum