Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 221 - 15. november 2006 tíðindi Stórt føroyskt søgusavn á týskum Turið Sigurðardóttir, lektari “Von Inseln weiss ich...” Geschichten von den Färöern. Givið út og skrivað eftirmála hava Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling. Unionsverlag. Zürich 2006. Týðingar úr føroyskum í týskmælta heiminum Í summar kom út savn av yrkingum eftir Guðrið Helmsdal í týskari týðing. Týsk-føroyska vinafelagið varð stovnað 1988 og hevur síðani givið út limablaðið Tjaldur við greinum um føroysk evni og ummælum um føroyskar bøkur; felagið gav í 2005 út nýggja útgávu av týsku týðingini frá av føroyafrágreiðing Lucas Debesar við gjølligari grein eftir um Føroyar í søguligum týskum bókum. Nú í heyst er útkomið eitt stórt føroyskt søgusavn á týskum á forlagnum Unionsverlag í Zürich. Bókin eitur eftir fyrstu orðunum í gamla fosturlandssangi Fríðriks Petersens, “Eg oyggjar veit”: “Von Inseln weiss ich...”. Tvær kvinnur hava greitt bókina úr hondum,Verena Stössinger, f. 1951 í Luzern, og Anna Katharina Dömling, f, 1972 í Hamburg. Verena Stössinger er rithøvundur og hevur lisið norðurlendsk mál og bókmentir í Basel og Århus. Nýggjasta bók hennara, skaldsøgan Spielzeit Nummer zwölf (Spælitíð nummar tólv) kom út í 2004. Anna Katharina Dömling hevur lisið norðurlandamál í Kiel og Uppsala. Hon starvast á norðurlendsku deildini á lærda háskúlanum í Zürich. Føroyskar søgur frá 1900 til í dag Elsta søgan í Von Inseln weiss ich... er søgnin um Beintu og Petur Arrebo í uppskriftini hjá Jákupi doktara Jakobsen, prentað í Sagnum og ævintýrum 1898-1902. Hon telst ikki til tað bókmentaslagið stuttsøgu, men undirheitið á savninum er heldur ikki stuttsøgur, novellur, men tað víðara søgur, og tað er søgnin um Beintu sjálvandi, og niðurskrivað kann hon kallast ein undanformur til føroyskan prosaskaldskap. Tann yngsta søgan í bókini er “Placebo” (Mjørki í heilum) eftir Elias Askham (f. 1977). Týðarar eru 8 í tali, 5 kvinnur og 3 menn. Inga Meincke, f. 1963 í Hamburg, hevur týtt flestar, 14 søgur, 3 av teimum saman við øðrum. Inga hevur lisið norðurlandamál, heimspeki og romonsk mál og hevur skrivað doktararitgerð um N.F.S. Grundtvig. Hon hevur týtt yrkingar eftir Tórodd Poulsen og skrivað grein um hann (“Schreiben sehen. Tóroddur Poulsens “visuelle Dichtung”” í: Bild durch Schrift, Zum visuellen Diskurs in der skandinavischen Gegenwartsliteratur s. 83- 99, ritstj. Hanna Eglinger/ Annegret Heitmann. Rombach Verlag 2002). Inga býr í München og er sjálvstøðugur undirvísari og týðari. Hinir týðararnir eru Renke Borchert, Kirsten Brix, Ernst Krenn, Gisela Perlet, Birgit Remmel og Detlef Waldraut, sum í mong ár var formaður í týsk- føroyska vinafelagnum. Onnur søvn av týddum føroyskum søgum Von Inseln weiss ich er ikki fyrsta føroyska søgusavn á týskum: Í 1957 kom út Abal und die Möwen við 15 søgum og hugleiðingum eftir Sverra Patursson, eftirmála og viðmerkingum eftir týðaran, eysturríkaran Ernst Krenn, sum í sínari tíð var nógv í Føroyum og skrivaði í bløðini undir dulnevninum Álvur við Gjógv. Týðing hansara av “Ábali” er í tí nýggja søgusavninum, sum man vera tað størsta av føroyskum stuttprosa, sum út er givið. Savnrit við søgum eftir menn Tað savnið, sum kemur Von Inseln weiss ich... næst í vavi, er helst Faroese Short Stories (1972) við 25 stuttsøgum eftir 11 høvundar; Hedin Brønner týddi, skrivaði inngang og viðmerkingar, The American-Scandinavian Foundation gav út. Eldri norðurlendsk savnrit av týddum føroyskum stuttprosa eru Færøske fortællere. Et prosaudvalg ved Povl Skårup og Søren Koustrup (1968), inngang skrivaði Ole Jacobsen, bókmentafrøðingur úr Vági, búsettur í Keypmannahavn. Týðararnir eru Povl og Gunnvá Skårup og Ole Jacobsen, Norrøna felagið í Danmark gav út, permumynd teknaði Bárður Jákupsson. Eisini hetta savnið leggur fyri við søgn, Floksmonnum í uppskriftini hjá P.L. Panum frá 1846, einari uppskrift, ið er dømi um flutning úr munnligum formi í skrivligan form, sum samstundis er flutningur millum mál: úr føroyskum í danskt. Floksmonnum á baki er søgnin um Uppsala-Pætur í uppskrift J. Jakobsens. Høvundarnir í hesum savninum, sum gongur frá Sverra Patursson til Jens Paula Heinesen, eru allir menn. - Færøyske fortellere. Noveller (1979), Hedin Brønner valdi, týddi og skipaði eisini hetta savnið; William Heinesen myndskrýddi, og Gyldendal, Norsk Forlag í Oslo gav út. Savnið røkkur frá M.A.Winther til Gunnar Hoydal. Til samanberingar hevur M.A. Winther ongan tekst í Von Inseln... . Eisini í báðum søvnunum hjá H. Brønner eru allir høvundarnir menn. Savnrit við søgum eftir menn og kvinnur Röster från Färöarna, en antologi (1985) hevur søgur eftir seks høvundar frá Martini Joensen til Gunnar Hoydal; Ebba Lindberg, Birgitta Hylin, Ulla Clausén og Lars Gunnar Olsson týddu, Felagið Svøríki- Føroyar gav út. - Fyrste ferda bort. Færøyske noveller (1993), er savn í nýnorskari týðing, sum undiritaða legði til rættis saman við týðarunum Idar Stegane og Gudlaug Nedrelid, forlagið Det norske Samlaget gav út. Hetta eru samtíðarsøgur frá Magnusi Dam Jacobsen til Rachel Helmsdal ella frá 1976 til 1990 – nevnast kann, at Magnus Dam Jacobsen er ikki við í Von Inseln...; - tað seinasta savnið, ið skal nevnast, er En vandhistorie og andre færøske fortællinger (1994), Kirsten Brix valdi og týddi til danskt, Vindrose gav út; hetta eru eisini samtíðarsøgur, komnar á prent í árunum 1982-1992, níggju søgur eftir fimm høvundar, sum allir eisini eru umboðaðir í Fyrste ferda bort. Í hesum trimum seinast nevndu søvnunum eru kvinnur millum høvundarnar. Úrvalið í Von Inseln weiss ich... Í bókini eru 28 søgur eftir 25 høvundar, 21 menn og 7 kvinnur. Ein skjót samanbering vísir, at umleið triðingur søgunum í Von Inseln weiss ich er umboðaður í onkrum av teimum omanfyri nevndu søvnunum. Millum klassikarar, sum ganga aftur, eru Ábal, Maður kemur aftur at húsum, Purkhús, Einsamallur í Lítlu Dímun, Vátligt heimbýli, Hjartasorg, Gestur, Juli, Frostrósan. Aðrar eru umboðaðar í týddum einstaklingssøvnum, t.d. Undir tínum veingjabreiði á donskum (1984) og svenskum (1986). Men av teimum nýggjaru søgunum koma fleiri her fyrstu ferð í týðing, og í hesum førunum hava útgevararnir ikki havt eldri søvn at skeita eftir. Serliga tá ið um samtíðarskaldskap ræður, fara áskoðanirnar at vera ymiskar um úrvalið av høvundum og søgum. Í eftirmálanum geva útgevararnir eitt yvirlit yvir føroyskar bókmentir og greiða eisini frá úrvali sínum: Endamálið var eitt savn, sum vísti ein samanhang í føroyskum bókmentum. Henda ætlanin ger t.d., at eisini lítið kendar søgur eru við. Strembanin eftir heild sæst aftur í heitinum á bókini, sum ikki bara er fyrsta regla í einari av elstu og kendastu tjóðskaparyrkingunum, men eisini seinastu orðini í “Hovmeistaranum” eftir Jóanes Nielsen. Tulkað út frá søguni hjá Jóanesi og dagsins umrøðu fáa orðini nýggja vídd. Tað er heldur ikki av tilvild, at teksturin, sum Jørgen-Frantz Jacobsen eigur í bókini, er 2. kapittul í Barbaru, “Einkjan á garðinum”, og ikki t.d. “Den yderste kyst”, ið er at síggja í ymsum savnritum. Kapitlið er nevniliga knýtt at fyrsta tekstinum í bókini, “Beintu og Peder Arrheboe”. Tað hevði borið til at nevnt nógv fleiri dømi um tað margfalda sambandið millum tekstirnar, hvussu teir “tosa saman”, júst sum útgevararnir greiða frá í eftirmálanum. Tann fólksliga søgan um brøgd á sjógv og landi ella tann ógvisliga skemtisøgan – báðar eiga sín hevdvunna part av føroyskum bókmentum – eru lítið umboðaðar, um enn ikki einki (“Maður kemur aftur at húsum”); tess meira er av søgum, har tann innari einstaklingurin í samspæli sínum við umhvørvið er í miðdepli. Temu, ið standa fram, eru t.d. lívið skuggamegin í samfelagnum, frystar og særdar sálir, børn ið uppliva miskunnarloysi fyrstu ferð mitt í tí sum tykist ein ómetaligur idýllur, óskilvís trongd og trá, ið brýtur forðingar, ungdómur á vegamóti. Broytingarnar í bókmentaliga forminum trína fram so hvørt, sum líður gjøgnum bókina, frá fólksligari til sálarfrøðiliga og lýriska realismu og modernismu. Yvirhøvur eitt savn, har samspæl millum tekstir skapar dýnamikk, og flestir av Kynjafatan í Mettustovu Kynjafatan - ein konstrueraður ella ein natúrligur munur á báðum kynjunum? Mánakvøldið 20. november kl. 20 verður kafékvøld í Mettustovu. Randi Kúrberg fer at halda fyrilestur um kynjafatan. Heitið á fyrilestrinum er: »Kynjafatan - ein konstrueraður ella ein natúrligur munur á báðum kynjunum«. Randi Kúrberg lesur føroyskt á Føroyamálsdeildini og er í løtuni í ferð við at skriva MA-ritgerð sína. Øll eru hjartaliga vælkomin oman í Mettustovu at hoyra meira um hetta evni og fáa ein drekkamun samstundis, sigur Kvinnufelagið í Havn. Søguflutningur suðureftir 200 í Cippo 200 spældi herfyri eina frálíka konsert í Hal D í Keypmannahavn, konsertin fekk avbera góð ummæli. Leygarkvøldið sleppa føroyingar at uppliva bólkin á føroyskari grund í Cippo. 200 fór við fløguni Viva La Republica frá at vera ein undirgrundspunkbólkur til at vera ein av best umtóktu føroysku bólkunum, og fløgan varð fylgd upp av nógvum og góðum konsertum kring alt landið og ja, alt Kongaríkið og Ísland. Í ár hevur bólkurin givið fløguna Graceland út, verið eitt av høvuðsnøvnunum á G!, spælt á Spot Festivalinum og á Roskilde Festivalinum, og nú seinast á Nordatlantisk Musikfestival. Men nú er 200 altso aftur í Føroyum og fer á pall mitt í mentanargøtuni, Tórsgøtu. nud