Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 220 - 14. november 2006 ] Leygardagin var ítróttar høllin á Hálsi í Havn karmur um spennandi kapp ing- ina fyri lið um Føroya- meistaraskapin í amboðsfimleiki FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo Fitt av fólki var og hugdi, tá ið Føroya Fimleika sam- band skipaði fyri FM- amboðskapping fyri lið leygardagin. Tað skerst ikki burtur, at føroysku fimleikararnir gerast betri og betri fyri hvørja kapping, sum er á skránni. Kappingin er hørð, eisini innanhýsis í feløgunum, og hetta ger, at støðið í føroyska fimleika- heiminum er í støðugari hækking. Vegna streymslit var kappingin nakað seinkað, men væl gekk, tá ið fim- leikararnir endiliga sluppu í gongd. Kappingin var skipað í tveimum; fyrra kappingin var fyri menn og kvinnur; hin kappingin var fyri mans- og kvinnu- unglingar, gentur og dreing- ir, piltar og pinkur. Sum vant kappaðust fim- leikararnir í trimum grein- um. Genturnar kappaðust á gólvi, í lopi um hest og á bitanum. Dreingirnir kapp- aðust á gólvi, í lopi um hest og í ringunum. Fimleikararnir, ið kapp- aðust, vóru frá trimum fel- øgum: Havnar Fimleika- felag, Ljósinum og Støkk. Liðkappingin er skipað soleiðis, at tríggir teir bestu karakterirnir hjá hvørjum liði verða taldir við. Á hvørjum liði kunnu í mesta lagi vera fimm fimleik ar- ar. Hóast kappingin var sera spennandi, gjørdist hetta ein sera langur dagur, ser- liga hjá yngru fimleikar- unum og ikki minst dóm- arunum, sum sótu og dømdu heilt frá kl. 12:00 til 19:30, tá ið kappingin var liðug. Føroyameistararnir leyg- ardagin vóru allir úr Støkk ella Havnar Fimleikafelag. Støkk eigur føroya meist- ararnar hjá kvinnunum, pinkunum og dreingjunum. Havnar Fimleikafelag eig- ur føroyameistararnar hjá monnunum, kvinnu ung- ling unum, gentunum og piltunum. Einki lið var í bólkinum fyri mans ung- lingar, og í bólkunum hjá kvinnuunglingunum og piltunum var Havnar Fim- leikafelag einasta felag, ið megnaði at stilla upp við liði. Eingin ivi er í, at fim- leikarar og venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiði hetta seinasta árið; nýggj lop um hest vóru at síggja, umframt at støðið á hinum amboðunum eisini er hækk- að. Venjingarumstøðurnar hjá amboðsfimleikarunum í Føroyum eru batnaðar nakað, men enn er langur vegur á mál. Tað sæst tó, at fimleikararnir fáa nógv burturúr venjingarlegunum uttanlands, sum fleiri teirra hava verið til í ár. Tað verður heilt víst spennandi at fylgja amboðs fimleik- arunum framyvir. Úrslitini vóru hesi: Kvinnur: 1. Støkk .................................... 101,8 stig 2. Ljósið ...................................96,0 stig 3. Støkk ......................................93,8 stig Menn: 1. Havnar Fimleikafelag ..........104,3 stig 2. Støkk ....................................102,5 stig Kvinnuunglingar: 1. Havnar Fimleikafelag ............60,9 stig Gentur: 1. Havnar Fimleikafelag ............64,8 stig 2. Støkk ......................................62,4 stig 3. Ljósið ......................................45,3 stig Dreingir: 1. Støkk ...................................... 59,7 stig 2. Havnar Fimleikafelag ............55,6 stig Pinkur: 1. Støkk ......................................46,2 stig 2. Havnar Fimleikafelag ............42,4 stig Ljósið ......................................42,4 stig Piltar: 1. Havnar Fimleikafelag ............53,3 stig Støkk og Havnar Fimleika felag fóru við gullinum Kristina Toftegaard frá Støkk á bitanum. Spentir fimleikarar bíða eftir úrslitunum. Rósing Dam frá Havnar Fimleikafelag á gólvinum. Lassin sæst live Lassin Isaksen fellur nú fyri aldursmarkinum sum FIFA-dómari, og tí verður dysturin í Dublin millum Írland og San Marino tann seinasti, sum hann fer at døma á altjoða pallinum. Ein dystur, sum eisini má metast sum eitt heraklapp, nú føroyski dómarin skal døma í dysti hjá einum av miðalstóru fótbóltstjóðunum. Og eyka hugaligt man tað vera, at talan er um dyst, sum verður sendir beinleiðis. Bæði Sky Sports og ViasatSport3 senda dystin beinleiðis, og soleiðis hevur stórur partur av føroyskum hyggjar- um møguleika at fylgja dystinum. Á Sky byrja tey at senda klokkan 19, og á ViasatSport kl. 19.25. John Eystberg skal venja Fram Annar av hjálparvenjarunum hjá HB seinastu tvey árini er nú settur sum venjari hjá Fram. John hevur seinnu árini vunnið sær royndir í GÍ og HB, men nú verður tað hann, sum skal standa á odda fyri venjingini hjá Fram. Málið hjá felagnum er at flyta upp í 1. deild komandi kappingarár, og á tann hátt at stabilisera seg nakað nærri oddinum, enn støðan seinnu árini hevur borgað fyri. 16 16