týsdagur 14. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 15. november 2006
15
tíðindi
Við síni nýggju
skaldsøgu, sum
gandar fram
sekstiárini
millum føringar í
Keypmannahavn,
leitar Bergtóra
Hanusardóttir út
um eitt strangliga
kvinnuligt
sjónarhorn. Bókin
er ein tann besta
skaldsøgan, sum er
komin á føroyskum
tey seinastu árini
ummæli
Eftir Hanus Kamban
Bergtóra Hanusardóttir: Burtur.
Skaldsøga. 418 síður. 299 kr.
Mentunargrunnur Studenta
felagsins. Kemur út í dag.
Samanhaldið
millum
føroyskar útisetar í Keyp
mannahavn hevur síðan o.u.
1870 verið merkiliga ríkt
og, í orðsins góðu merking,
rótfrekt. Útisetamentanin
var í seksti- og sjeytiárunum
í nú farnu øld m.a. eyðkend
av tí týdningi, sum Neystið
hevði, hetta húsið, sum
stóð langt frá alfaravegi,
úti í Kálkbrennaríhavnini,
og sum ofta, kanska ser
liga á vetri, var mál hjá
veitslufúsum og samveru
svongum
føroyskum
dreingjum og gentum.
Sum tað mangan kundi
vera kalt, tá ein, eftir drúgva
gongu eftir krókutum og
villingarsomum
rásum,
um jóltíðir trein úr myrkri,
gjóstri og sjóráma inn um
Neystsins dyr! Men fekk
ein fyrst ein snaps og eina
øl og síðani, um væl vildi
til, ein tallerk av ræstari
súpan, setti ein fløvi at
hjart anum. Og longu tveir
tímar seinni, meðan snill
ingar av Tvøroyri sum
Hasse Bærentsen ella Jan
Jespersen brosandi lokkaðu
hæddir av ørandi sveiman
burtur úr harmonikuni,
var ovnheitt bæði í sál og
likami. Hetta vóru ball sum
muntu!
Neystið er ikki høvuðs
evnið í tí nýggju skaldsøguni
hjá Bergtóru Hanusardóttur,
sum hevur heitið BURTUR,
og sum kemur út í dag,
á høvundsins seksti ára
føðingardegi. Men hetta
minniliga útisetakrokið er,
saman við Føroyingafelag,
Studentafelagnum
og
ótaldum ferðum oman at
taka ímóti Tjaldrinum,
partur av tí umhvørvi, har
skaldsøgan fer fram, hesi
merkiligu
tíðini
nøkur
ár undan og nøkur ár eft
ir 1970, tá rembingar,
sum mintu um eitt fagurt
sólarr is, við mjáum belti
av døkkum skýggjum uttast
í havsbrúnni, skolaðu úr
USA og Miðeuropa eystur
og norður til Danmarkar og
tess brøðratjóðir.
Bergtóra fortelur í síni
skaldsøgu
søguna
um
tey bæði Sólju og Róa,
sum leggja ástir saman,
áðrenn tey fara niður til
Keypmannahavnar at út
búgva seg, Sólja sum
lækni og Rói sum verkfrøð
ingur. Frásøgnin er í sínum
bygnaði klassisk, við tað
at lesarin við søguinngang
stendur við tí vónríku vænt
an, sum hesi ungu hava,
og við søgulok stendur við
tí veruleika, sum royndir,
útlegd og tørvandi sjálv
kunnleiki
(ungdómsins
ævinligi førningur!) hava
latið koma undan kavi,
við tí avleiðing, at høvuðs
persónarnir at enda standa
á heilt øðrum stað, enn
upprunaliga væntað ella
vónað.
Staklutir í hesum verki
fari eg sjálvsagt, sambært
góðum ummælarasiði, ikki
at avdúka. Hinvegin er
lætt at staðfesta, at henda
skaldsøgan er bæði spenn
andi og dramatisk, at hon
í støðum eisini er stuttlig,
og at lesarin so við og
við kemur fram á kráir og
kvíggjar (fyri at taka eina
mynd úr bjargalívinum),
sum koma óvart á hann.
Við til at skapa henda
spenning er ein serligur
seinkingarteknikkur,
ein
heldur
long,
dvøljandi
ouvertura, har fáar og smáar
ábendingar pirka undir
lesarans forvitni og byrj andi
ivakenslu. Tveir tættir fáa
nú ferð á søgunnar gongu
verk, øðrumegin trýstið frá
einseminum í eini lutvís
fremmandari mentan, hinu
megin súgurin (fyri kall
kynið) frá tí rúsdrekka, sum
er algongt í útisetuni. Tá ið
hesar atvoldir taka hendur
saman, kann gøtan gerast
ógreið.
Bókin er skrivað rundan
um tvey høvuðstemu, møt
ið millum menniskju við
ymiskum kyni og møtið mill
um tvær ymiskar mentanir.
Handfaringin av hesum
evnum, og kanska serliga
viðgerðin av tí seinna, gevur
eftir mínum tykki verkinum
ein fastleika og eina heild
arkenslu, sum eru til staðar
frá fyrstu til seinastu síðu.
Er munur á mentanum og
tjóðum? Sjálvandi er tað
tað, men kanska verður
hesin munur best lýstur,
ikki av sosiologum ella
hagfrøðingum, men av list
arfólkum, sum fanga med
ferð, keipur, arbeiðslag
ella misskiljingar við teirr i
subjektivu ella impression
istisku eygleiðingini.
Vóru tilburðir og eygleið
ingar bara sáldað gjøgnum
hugan á tí viðkvæmu,
skilagóðu og eitt sindur
kræsnu Sólju, er ikki vist,
at bókin hevði fingið eitt
fimmpunds lodd uppfrá.
Men høvundurin hevur
valt eisini at lata Róa koma
til orð anna, so at vit fáa
atgongd til hansara tankar,
kenslur, verjupróvgrundir
og hansara dreingjalív í
útisetuni. Hesin dráttur av
empatii við kallkyninum
er, hóast onkur linki kann
vera, sum heild so væl
frágingin, at hann skapar
javnvág í persónslýsing og
er bókini skaldsøgutekniskt
til
fyrimunar.
Millum
aðrar streingir, ið ríka
tekstin, er eitt nú hetta,
at politiskar hendingar á
heimsløriftinum, fáorðað
umrøddar, hava leiklutin
sum hjámotiv, og at útlegdin,
sum val, tilvild ella lagna,
verður tematiserað, við
eymleika og djúpari kenslu,
í fleiri hjápersónum.
Kanningar vísa, at innflyt
aragentur í dag, eitt nú í
Danmark, duga betur enn
dreingir at halda sær uppi,
t.d hvat útbúgving og evn
um til at laga seg eftir
nýggjum korum viðvíkir.
Sólja, sum í samsvari við
henda mismun er væl
sjálvbjargnari enn Rói í
útlegdini, umboðar eina
áhugaverda samanseting,
við tað at hon bæði er sera
medvitin um sítt upphav og
samstundis líka so forvitin
yvir av øðrum mentanum.
Rói er bráðsterkur, men
samstundis, helst uttan av
vita av tí, sálarliga minni
støðuførur og er í mót
ganginum fyri broytingum,
sum fáa ein at hugsa um ta
svartsjúku hetjuna Othello
og hansara gitnu orð:
og elski eg teg ikki,
legst aftur fyrndarmyrkur.
Skaldsøgan er í trimum
pørtum, og seinast í øðr
um parti, í eini frálíka
tíðartrúgvari
lýsing
av
eini flower-power veitslu,
har fólk í litríkum búnum
roykja hasj og lurta eftir
dagsins tónleiki (tá ið eg
las hetta, hoyrdi eg fyri
mær innantanna Bridge
Over Troubled Water), letur
høvundurin Sólju og Róa
(alias
Othello)
uppliva
sannleikans løtu. Beint
aftaná hevur Sólja eina
uppgerð av mentanarligum
slag við hini á hennara
studentabústað, og soleiðis
er lesarin her staddur á
einum
samanstungnum
og sera dramatiskum vega
móti, við tvídrátti í senn
millum kyn og mentanir,
alt samalt snildisliga og
vakurt undirstrikað av fylgi
spælinum frá einum sangi,
vit øll minnast frá hesi
tíðini:
Calves are easily bound
and slaughtered,
Never knowing the reason
why.
But whoever treasures
freedom
Like the swallow must
learn to fly.
At Rói í skaldsøgunnar
triðja parti, eftir at hann
moralskt er komin at standa
við svartaperi, er fyri ógvis
ligum og óvæntaðum mót
gangi, er eitt scoop fyri
bókina og enn eitt lodd á
hansara vágskál.
Føroyskt er eitt vakurt
mál. Í tess natúrliga til
feingi av laðingarsteinum
og klípum er hvørt orð
kent og brúkt, handfarið
av heitum hondum, so at
tað er grógvið við farnum,
men livandi gerandisdegi,
sagnarskugga, nútíðarlívi.
At hetta tilfeingi framvegis
ikki er troytt, er henda
skaldsøgan eitt gott dømi
um. Serstakliga lýsingar
av náttúru, Føroya fjøllum,
Noregs kava og Danmarkar
skógum, eru einsýna vak
rar. Við til at skapa henda
vakurleika er onkur andi,
sum hómast undir orð
unum ella aftan fyri tey,
ein bæði varligur og sam
stundis ógvuliga sterkur
heimstaðardráttur,
sum
bæði í tema og stíli gevur
lesaranum eina næstan
lívfrøðiliga heildarkenslu.
Øll orsøk er til at ynskja
høvundinum tillukku við
hesi skaldsøgu. Tá ið for
lagið á bakpermuni rópar
bókina høvuðsverkið hjá
Bergtóru higartil, hevur
ein hug at taka undir við
hesi meting. Her verður
ikki bara hugsað um vav
og tematiska viðgerð og
um tað, at høvundurin her
tykist at hava savnað sam
an brotini úr einum máln
ingi, sum rúgvar nógv upp
í hennara huga, og sum av
tí sama leingi hevur ligið
og bíðað eftir tí seinasta
pensilstrokinum,
nakað
sum vín ið krevur tíð til
at búnast, men eisini um,
at hon í hesum verki,
kanska fyri fyrstu ferð av
álvara, hevur leitað út um
eitt strangliga kvinnuligt
sjónarhorn, og at henda
leitan út úr eggjakoppinum
sum heild hevur eydnast
henni.
Er veitslukapitlið tað,
tematiskt sæð, mest dramat
iska brotið í skaldsøguni,
so er hinvegin endakapitlið,
har Sólja kemur heim,
tindurin, sæð úr einum
stílsjónarmiði. Í tí næstan
prosalýrisku lýsingini av
ferðini niðan á Stiðjafjall
og oman í Dysjarnar er
hvørt orð vigað á gullvekt.
Høvuðsorðið í seinasta
setningi er sál, og hetta
lítla, men drúgva orðið lýsir
kanska beinraknast skald
søgunnar innasta kjarna.
Svala í sólarrisi