týsdagur 14. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 220 - 14. november 2006 ]
Johan venur í Esbjerg
Johan Ellingsgaard spældi seg í ár nær einum føstum plássi
á besta liðnum hjá B36, og nú roynir ungi offensiv-spælarin
at sleppa upp í part innan yrkisfótbóltin. Johan venur í hesum
døgum í Esbjerg saman við superliguhópinum hjá felagnum.
Eisini er tað ætlanin, at hann skal spæla onkran dystin við
eykaliðnum, so venjarin Troels Bech, og aðrir í felagnum
fáa høvi at síggja, hvat býr í unga manninum.
Nú skal meldast til NM
Úttøkukappingin til NM-kappingina í innandurarógving
verður á Giljanesi tann 25. november. Tilmelding til kapp
ingina fer fram á heimasíðuni, HYPERLINK „http://www.
drekin.fo“ www.drekin.fo, og koma kravtíðirnar til einstøku
kappingarnar eisini at framganga á hesi síðu. Kappast verður
í seks ymusm bólkum: 12 ár og yngri, 13 til 14 ár, 15 til 18
ár, opin bólkur, 35 ár og eldri og í eini liðkapping.
Mjølnir vann sín
triðja sigur á rað
í meistaradeildini
hjá monnum, tá
teir á heimavølli
vunnu 3-1 sigur á
Fleyr. Við sigrinum
leggur Mjølnir trýst
á oddaliðið ÍF, sum
tó vann uttan dyst
hesuferð, tá Nøvan
ikki møtti upp á
Kambsdali.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mjølnir hevur verið eitt
av liðunum, sum seinastu
umførini hevur roynt at
hingið í oddaliðnum ÍF.
Sunnudagin tóku teir ímóti
Fleyr í einum dysti, sum á
pappírinum sá ómetaliga
spennandi út. Um Fleyr
megnaði at vinna, so kundu
teir leggja seg undir liðuna
á Mjølnir og Fram á øðrum
plássi, men um Mjølnir vann
dystin, so kundu teir leggja
trýst á ÍF, samstundis sum
teir kundu økja um munin
niður til aftaru liðini.
Vunnu hvør sítt set
Mjølnir var eisini liðið, sum
fekk betra byrjanina henda
dagin. Liðini fylgdust væl at
í fyrsta settinum, og munurin
var ikki tann stóri. Tá settið
nærkaðist endanum vóru
liðini enn púra jøvn, men
at enda megnaði heimaliðið
at draga frá, og teir vunnu
eisini fyrsta settið 26-24.
Í øðrum setti kom Fleyr
út sum eitt ódnarveður. Teir
spældu Mjølnir niður, og
heimaliðið fekk ongantíð
ein fót til jørðina í hesum
settinum, sum Fleyr at enda
vann heili 12-25.
Nú stóð aftur á púra
jøvnum, og havnarliðið sá
út til at vera komið veruliga
í gongd.
Mjølnir setti punktum
Í triðja setti var gongdin
tó aftur vend. Nú var
Mjølnir omaná stóran part
av settinum, og nú sá Fleyr
ikki út til at hava tað alt ov
gott. Mjølnir var komið út til
settið í heilt øðrum lag, og
teir megnaðu eisini at vinna
hetta settið rættiliga trygt
við úrslitinum 25-19.
Nú skuldi Fleyr vinna
bæði tey síðstu settini, um
teir ætlaðu at vinna dystin,
og teir royndu eisini av øllum
alvi at vinna fjórða settið.
Men enn einaferð vóru
klaksvíkingarnir sterkari,
og Mjølnir vann síðsta sett
25-22. Sostatt hava teir nú
átta stig fyri seks dystir, og
teir eru fýra stig aftanfyri
oddaliðið. Hjá Fleyr sær
hinvegin ikki so gott út.
Teir hava bert fýra stig, og
nú byrjar munurin at vaksa
upp til ovastu liðini.
ÍF vann uttan dyst
Ein annar dystur skuldi
eisini vera um vikuskiftið,
tá oddaliðið ÍF skuldi taka
ímóti botnliðnum Nøvuni.
Henda dystin vann ÍF uttan
dyst, tí Nøvan møtti ikki.
Sostatt eru fuglfirðingarnir
enn ósigraðir í deildini,
meðan Nøvan enn hevur
sín fyrsta sigur til góðar.
Undan kappingini var sagt
úr Nøvuni, at teir ætlaðu
at vinna eitt sett í ár, men
um hetta skal lata seg gera,
so noyðast teir at møta
upp til sínar dystir, tí uttan
uppmøting kunnu teir ikki
vinna nakað sett!
Mjølnir-Fleyr 3-1 (26-24, 12-25, 25-19, 25-22) ÍF-Nøvan 3-0 (ÍF vann uttan dyst):
Mjølnir eltir oddaliðið
Dráttur vann topp
dystin á Kambsdali
ímóti ÍF, og við sigrin
um hevur Dráttur lagt
seg einsamalt á odda
í meistaradeildini hjá
kvinnum.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sunnudagin var lagt upp
til satt brak í toppinum í
meistaradeildini hjá kvinn
um, tá ÍF tók ímóti Drátti á
Kambsdali. Undan dystinum
lógu júst hesi bæði liðini
einsamøll á odda við átta
stigum hvørt, og tí fór vinn
arin av dystinum at leggja
seg einsamallan á odda í
meistaradeildini.
Síðsta vikuskiftið vann
Dráttur toppdyst ímóti TB,
og tær byrjaðu eisini væl í
dystinum móti ÍF. Sjálvt um
munurin ikki var tann stóri í
fyrsta setti, so hevði Dráttur
munin, og at enda vunnu tær
eisini hetta settið 20-25.
Gongd kom á ÍF
Men so vendi ÍF dystinum
fullkomiliga. Eftir eina held
ur trilvandi byrjan í fyrsta
setti spældu kvinnurar úr
Fuglafirði sum einglar
næstu settini, Í øðrum setti
vóru tær nógv betra liðið, og
tær vunnu hetta settið trygt
25-16.
Í triðja setti var munurin
enn størri. Her var einki,
sum bendi á, at Dráttur fór
at hava nakran møguleika at
vinna dystin. ÍF-kvinnurnar
snøgt sagt vundu burtur úr
Drátti, og úrslitið gjørdist
heili 25-11 til ÍF, og nú sá
ikki gott út hjá Drátti. ÍF lá
væl oman á hesa løtunam,
og Dráttur sá ikki út til at
hava kreftir at koma aftur
hesa løtuna.
Dráttur svaraði aftur
Hvat hendi eftir hetta, er
ilt at meta um. Kvinnurnar
hjá Drátti megnaðu tó á ein
ella annan hátt at stríða seg
innaftur í dystin, og fjórða
settið vann Dráttur 20-25,
og nú skudli javnbrótari til
fyri at finna ein vinnara í
toppdystinum.
Her var Dráttur enn eina
ferð oman á, og tær vunnu
eisini javnbrótaran trygt
10-15. Sostatt hevði Dráttur
vunnið sín næsta toppdyst
á rað, og við sigrinum hava
tær lagt seg einsamallar á
odda í meistaradeildini hjá
kvinnum.
Toppdysturin bleiv júst so
undirhaldandi, sum áskoð
ararnir á Kambsdali høvdu
vóna, og hetta úrslitið vísir,
at munurin á liðunum í
meistaradeildini hjá kvinn
um er ikki serliga stórur.
ÍF-Dráttur 2-3 (20-25, 25-16, 25-11, 20-25, 10-15):
Dráttur einsamalt á odda