Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 221 - 15. november 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt SAS brýtur reglur Fyrr í ár kom undan kavi, at 10 flogfør hjá skandi­ naviska flog­fe­lag­num SAS høvdu verið í rutuflúgving, sjálvt um motorarnir ikki høvdu ver­ ið til tað neyðuga eftirlitið. Nú er komið fram, at tað sama er hent minst tvær ferðir síðani við flogførum av slagnum Airbus A321, sum felagið brúkar í evro­peiskum rut­ um. Tíð­indini hava fingið øði í myndugleikarnar, sum krevja, at innan hálv­ an desember skal SAS veita trygd fyri, at slíkt skal ikki henda aftur. Loft­ ferðslustjórarnir í Dan­ mark, Svøríki og Noregi siga, at teir um­hugsa at revsa SAS. Helst fara teir at krevja, at manna­gongdirnar í felagnum verða broyttar, og tað kann eisini hugsast, at felag­ið fær bót. Gamalt vrak Fyri seks árum síðani funnu spanskir fiskimenn eitt skipsvrak á havbotninum ein lítlan fjórðing úr strond­ini við Valencia á sponsku eysturstrondini. Nú hava fornfrøðingar kann­að vrakið, sum vísir seg at vera eitt róm­verkst farmaskip, sum er sokkið har fyri umleið 2000 árum síðani. Umborð á skipinum hava fornfrøðingarnir funn­ ið fleiri stórar krukkur við einum serligum slagi av fiskasós, sum teir ríku rómverjarnir plagdu at hava aftur við einum góðum døgurða. Vrakið, sum er 30 metrar langt, liggur á 25 metra dýpi, og spanskir søgufrøðingar halda, at tað hevur verið á veg úr Spania til Rom, men er rikið av leið og sokkið í illveðri. Verða verandi Myndugleikarnir í Týsk­ landi hava boðað 190.000 útlendingum frá, at teir sleppa at verða verandi í land­inum. Stjórnin í Berlin sigur, at fólk, sum hava bíðað meiri enn átta ár eftir uppihaldsloyvi, sleppa at verða verandi í land­inum í tvey ár fyribils. Tey, sum eiga børn, fáa somu rættindi eftir at hava verið í Týsklandi í seks ár. Avgerðin hjá stjórnini sigur, at kunnu útlendingarnir útvega sær bústað og arbeiði og klára seg sjálvar fíggjarliga, verð­ ur uppihaldsloyvið longt. – Málið ímóti Rumsfeld tykist ikki hava nógv upp á seg og ljóðar býttligt Talsmaður hjá Pentagon Ellivu fyrrverandi fangar í Guantanamo og Abu Ghraib draga nú fyrrverandi ameri­ kanska verju­mála­ ráðharran í rættin. Sakførarar úr fleiri londum, teirra millum USA og Týsk­ landi, hava gjørt av at stevna Donald Rumsfeld, tí hann góðtók, at fangarnir í Guantanamo og Abu Ghraib blivu píndir. – Eg vænti ikki, at hann fer í fongsul. Eg og hinir sakførararnir høvdu verið nøgdir, um vit fáa hann dømdan fyri at hava góðtikið eina so skammiliga framferð, segði amerikanski sakførarin Peter Weiss við Reuters, tá málið ímóti Rumsfeld bleiv lagt fram í Berlin í gjár. Í einari áheitan biðja sakførararnir týska ríkis­ advokatin kanna, um týðandi amerikanskir embætismenn hava góðkent krígsbrotsverk í sambandi við bardagan ímóti yvirgangi. Hava teir tað, biðja sakførararnir ríkis­advokatin skuldseta em­ bætis­menninar. Millum teirra, sum eru nevndir í áheit­anini, eru fimm løg­ frøði­ráðgevar í amerikonsku umsitingini. Ein av sakførarunum, sum hevur skrivað undir áheitanina, er norðmaðurin Fredrik Heffermehl. Hann sigur við NTB, at teir hava nevnt teir fimm ráðgevarnar við navni fyri at fáa staðfest, um teir hava givið umsitingini skrivar upplýsingar, sum kunnu hava verið medvirkandi til, at fangar blivu píndir í Irak. Tveir av teimum fimm løgfrøðingunum hava ver­ ið ráðgevar hjá George W. Bush, forseta og Dick Cheney, varaforseta, og tveir aðrir hava arbeitt hjá Donald Rumsfeld. Amerikanski løgmálaráðharrin, Alberto Gonzalez, og fyrrverandi CIA-ovastin George Tenet, eru longu stevndir í mál­ inum. Kann enda í varðhaldi Eygleiðarar siga, at tað er ikki serliga sannlíkt, at Donald Rumsfeld endar í fongsli, men Fredrik Heffermehl heldur, at stevningin fer at ávirka fyrrverandi verju­ málaráðharran. – Hvørja ferð hann fer av landinum, noyðist hann at hugsa um, at hann kann verða settur í varðhald, sigur Fredrik Heffelmehl við NTB. Týska ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um tað skal fara undir at kanna málið, og roknað verður við, at tann avgerðin fellur eina ferð tíðliga næsta ár. Endar tað við, at málið verður reist, kann tað hava við sær eini altjóða galdandi boð um, at Rumsfeld og fleiri aðrir amerikanarar skulu handtakast. Fyri tveimum árum síð­ ani meldaðu týskir manna­ rættindabólkar Donald Rumsfeld, men málið varð lagt til viks, tí Rumsfeld skuldi júst á eina ráðstevnu í Týsklandi. Tað ljóðaði, at hann hevði ætlað sær at avlýsa ferðina. Í Pentagon halda tey lítið um ætlanina at leggja sak ímóti gamla verju­ málaráðharranum. Tals­ mað­urin, Bryan Whitman, sigur við Reuters, at tað, sum hann higartil hevur hoyrt um málið, hevur lítið upp á seg og tykist heldur býttligt. Sakførararnir, sum hava reist málið ímóti Rumsfeld, gera tað vegna tíggju menn, sum hava sitið í Abu Ghraib- fongslinum í Irak, og ein, sum sat í Guantanamo- leguni. Sakførarin hjá tí sein­asta sigur, at Moham­ med al Qahtani bleiv ong­antíð skuldsettur fyri nakað ta tíðina, hann var í Guantanamo. Kortini sat hann 160 samdøgur inni­ stongdur í einum kliva, og hann slapp ikki at sova í tvey samdøgur. Sakførarin vil eisini vera við, at mað­ urin var fyri kynsligum ágangi, og at hann fekk forboð fyri at biðja, um hann ikki vildi samarbeiða undir avhoyringunum. Rumsfeld meldaður fyri píning Fáar dagar eftir at hann fór frá, er Donald Rumsfeld meldaður fyri at hava góðkent, at fangar blivu píndir í Guantanamo og Abu Ghraib. Myndirnar av fangapíningini í Abu Ghraib skelkaðu heimin