Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 220 - 14. november 2006 ítróttur SAMBAND jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Badminton- úrslit Leygardagin 11.nov.2006 var Grand Prix kapping í badminton fyri U11, U13 og U15 í badmintonhøllina í Tórshavn. badminton tíðindaskriv Grand - Prix kappingin er árliga landskappingin í badminton. Børn kappast her í einmansleiki, og verða leikararnir bólkaði eftir føðidegi og kyndi. Í hvørjum bólki avgerð styrkin hjá tí einstaka, um spælt verður í a, b, c, ella d raðnum. Úrslitin: U11 gentir A-bólkin vann Heidi C.Hansen, VÍF B-bólkin vann Kristina Eriken, HBF C-bólkin vann Elsa Maria Stórá, VÍF Dreingir: A-bólkin vann Sámal Joensen, ÍF B-bólkin vann Martin Justinussen, HBF C-bólkin vann Egi K. Jurhuus, HBF U13 Gentir A-bólkin vann Rannvá Carlsson, HBF B-bólkin vann Marita Atladóttir, VÍF Dreingir A-bólkin vann Magni Hansen, ÍF B-bólkin vann Páll Eysturoy, HBF U15 Gentir A-bólkin vann Guðrið Poulsen, VÍF Dreingir A-bólkin vann Ári Ó. Ellingsgaard, ÍF B-bólkin vann Sverri S.Nielsen, MBF C-bólkin vann Fríði Atlason, HBF D-bólkin vann Ellindur G.Magnussen, HBF Undir yvirskriftini »Lille mand – stor respekt« stend­ur grein at lesa í Nordjyske Stifts­ tidende, um 15 ára gamla Sjúrður Berg í Hirtshals, sum hevur fingið svarta belti í Taekwondo TAEKWONDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sjúrður Berg er føroyingur, men hevur búð í Danmark síðani hann varð trý ára gamal. Hann býr í Hirtshals saman við mammuni, Joan Berg. Sum tíggju ára gamal byrj­aði Sjúrður at venja taek­ wondo. Síðani hevur hann ment seg støðugt, og er hann í dag tann yngsti taekwondo- íðkarin í Norðurjyllandi, sum hevur fingið svart belti. Sjúrður byrjaði at venja taekwondo saman við einum vinmanni. Foreldur teirra skiftust um at koyra teir báð­ ar til venjing. Vinmaðurin gavst tó eftir ein tíð var liðin, men Sjúrður var treiskur og helt áfram. Júst treiskni og ídni hjá Sjúrða hava síðani komið honum til góðar. Tað staðfestir formaðurin í Hjørring Taekwondo Klub, Kent Sørensen, fyri Nordjyske Stiftstidende. At evnini hjá Sjúrða eru eyðsýnd, er ikki yvir at dylja. Hóast lítil á vøkstri, so er hann høgt í metum millum limirnar í Hjørring Taekwondo Klub, har hann longu sum 14 ára gamal fekk svarta belti. Hjørring Taekwondo Klub hevur 35 limir, og Sjúrður Berg er saman við tveimum øðrum teir einastu har, sum hava svarta belti. Við Nordjyske Stifts­tid­ ende sigur Sjúrður Berg, at hann altíð hevur vant saman við teimum, ið eru í hægri vektflokki enn hann sjálvur, og tað er komið honum til góðar seinni. Sjúrður Berg staðfestir eisini, at tað ikki kynstrið at sláa, sparka ella verja seg, sum eru drívmegin hjá honum. Harafturímóti er tað samanhaldið og vin­arlagið í Hjørring Taekwondo Klub. Í Føroyum er onki taek­ wondofelag. Tað nærmasta hesum í Føroyum, er Judo. 25 ár eru síðani Judosamband Føroya var stovnsett, og í dag eru tvey judofeløg í Føroyum – Sunda Judofelag og Havnar Judofelag. Íðkararnir í hesum feløgunum fyrireika seg nú so smátt til oyggjaleikirnar á Rhodos komandi ár. Ein partur av hesum fyrireikingum eru kappingar uttanlands, og 25. november skal judolandsliðið til Danmarkar at luttaka í kapping í Hillerød. TB kom aftur á røttu kós í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vunnu tryggan sigur á Mjølni í KÍ-høllini sunnudagin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðsta vikuskiftið tapti TB toppdystin á Giljanesið ímóti Drátti. Tí skuldu tær nú royna at koma aftur á rætta kós, og hetta skuldi henda sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík hjá Mjølni. Mjølnir fekk síni fyrstu stig síðsta vikuskiftið, tá tær heldur óvæntað vunnu í Kollafirði, tí var ætlanin hjá Mjølni helst at vinna sín næsta dyst á rað. Men tað var tó týðiligt, hvat av hesum liðunum er oddalið, og hvat er botnlið. Sjálvt um munurin ikki var tann størsti í fyrsta settið, so megnaði TB at vinna hetta 20-25. Í øðrum setti var eingin slingur í valsinum. TB snøgt sagt hølvaði Mjølnir av. Úrslitið av hesum settinum var 10-25, og nú sá ikki gott út hjá Mjølni. Um tær skuldu gera sær nakrar vónir um at vinna dystin, so skuldi triðja sett vinnast. Tær stríddust eisini fyri møguleikanum, men enn einaferð gjørdist TB drúgv­ ari. Kvinnurnar av Tvøroyri vunnu triðja sett 23-25. Við sigrinum er TB kom­ ið aftur á rætta kós, og tær hava lagt seg undir liðuna á ÍF á øðrum plássi, bert 2 stig aftanfyri Drátt. Mjølnir liggur enn aftast við tveimum stigum. Mjølnir-TB 0-3 (20-25, 10-25, 23-25) TB hongur í oddinum 15 ára gamli Sjúrður Berg: Svart belti í taekwondo Í Nordjyske Stiftstidende er ein stór grein um Sjúrður Berg í Hirtshals, sum fekk svarta belti í taekwondo sum 14 ára gamal – Eg eri vanur við at fáa bank, tí eg havi altíð trena við tyngri vektflokkum. Tað kemur mær nú til góðar. Sjúrður Berg við Nordjysk Stiftstidende