Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 13 Elsa Arason, vanliga nevnd Lillan, andaðist á Eldrasambýlinum í Vági 13. november, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Lilluna, kunnu lata Eldrasambýlinum í Vági eina gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa. Hans Stampe, ættaður úr Randers, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mána­ dagin 13. november, 71 ára gamal. Bønarhald verður í landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum fríggjadagin kl. 13.00. Tey, ið ynskja at minnast Hans, kunna lata Føroya felag móti Krabbameini eina gávu. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Vit børnini vilja hervið festa nøkur minnir á blað um pápa okkara. Pápi var av Syðradali á Kalsoynni og tískil ofta nevndur Einar á Syðradali. Hann var sonur Elsebeth Sofíu og Jákup Jacobsen (Bakka Jákup). Tey búsettust niðri á Bakka á Syðradali. Pápi var yngstur av 7 systkjum, ið nú øll eru farin. Systkini vóru Sigurd, Valdemar, Kristianna, Julius, Jógvan og Jenny. Hann giftist í 1961 við Sannu Clementsen av Syðradali. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1966 og fingu 6 børn. 16 ára gamal, beint eftir kríggið, fór pápi til skips við Bjørgvin. Sum 22 ára gamal gekk hann á skiparaskúla, ið hann hevði nógv góð minnir frá, og sum hann ofta tosaði við okkum um. Pápi var altíð áhugaður í okkara skúlagongd, og plagdi tá eisini at koma fram við onkrum frá sínari skúlatíð. Hann var errin av okkum børnum, og glaður um tað gekst okkum væl. Pápi var sjómaður alt sítt arbeiðslív. Av skipum, ið hann hevur siglt við, kunnu nevnast Bjørgvin, Brestir, At­lants­farið, sum hann var við í mong ár, Pison og Esther. Við fleiri av hesum sigldi hann eisini sum stýri­maður. Í 1966 fór hann við sluppini “Esther”, har hann var við, til hon bleiv seld til Grimsby í 1991. Hann var sostatt við gomlu “Esther”, ið fiskaði til hon var yvir 100 ára gomul, í umleið 25 ár. Hetta ber boð um, at hann treivst sera væl har umborð. Tað man í dag ikki vera so vanligt, at menn eru so leingi við sama skipi. Og hann duldi ikki fyri, at honum dámdi væl at vera við hesi gomlu sluppini, sum gjørdist tiltikin fyri at fiska nógvan upsa. Ferð eftir ferð fyltu teir skipið við upsa, og okkum er sagt frá, at hansara partur umborð so avgjørt ikki lá eftir. Uttan iva hava túrarnir mangan verið strævnir, men ongantíð hoyrdu vit hann klaga um hetta. At fara nýggjan túr var eingin trupulleiki. Hugurin at fiska var øgiligur, og hann segði mangan, at hann ikki kundi hugsað sær nakað annað. Tað er eitt tómrúm í heiminun á Jør­ undsgøtu, nú ongin pápi er har meira. Tú vart altíð glaður fyri at síggja abba­børnini, og tey vóru somuleiðis glað fyri at síggja teg. Tú vart sera góður við mammu, og vegna sjúku tey seinastu árini, vart tú serstaka tætt knýtttur at henni. Fyri teg hevur sjógvurin, guds­trúgv­ in og familjan verið títt eitt og alt. Tú gekst høgt uppí tað, sum hevði tín áhuga. Tá ið tú ikki vart til skips, vart tú á seiðabergi ella úti við bát, vart á møti ella hugnaði tær saman við familjuni. Á yngri árum stríddist tú hart fyri at fáa endarnar at røkka saman, men tú suffaði ongantíð, tí sum áður sagt, so hevði sjógvurin tín stóra áhuga, so tað kendist leikandi lætt, hóast strævið kroppsliga. Tú vart ógvuliga kvikur, og aðrir menn hava sagt, at torført ella ógjørligt var at fiska teg av. Vit synirnir kláraðu heldur ikki at kapp­ast við teg, tá ið tað kom til fiski­ skap. Vit minnast mangar góðar túrar við tær úti í fjørðinum og suður úr Borðoyarnesi við fýramannafarinum “Gulenni”. Líkamikið hvat vit gjørdu, so fiskaði tú altíð mest. Tú lærdi okkum nógv góð mið, um streym og veður og vind. Úti í fjørðinum komu ofta bátar og løgdu at borði hjá okkum og spurdu um leiðir, ja tú kendi Kalsoyarfjørð so væl sum fáur. Tú hevði fingið hetta í beinini í uppvøkstrinum á Bakkanum á Syðra­ dali, tíni kæru heimbygd, sum tú helt so nógv av. Tú plagdi at siga, at sum níggju ára gamal dugdi tú á at skyna streym, har tú dugdi at síggja, hvussu tað rak í Kalsoyarfirði. Tað man vera fáur níggju ára gamal, sum dugir tað í dag. Millum annað kann nevnast, at pápi var við til at gera streymtalvurnar hjá Fischer á sinni. Hann var eitt náttúrumenniskja, sum elskaði at vera úti í tí føroysku náttúruni. Okkum døtur lærdi tú m.a. eisini at knýta uppí og at egna, so vit tíðliga kundu klára okkum sjálvar reint pen­inga­liga. Vit minnast mangar góð­ar løtur í skúrinum hjá “Esther” og nógv góð summarkvøld við tær á seiðabergi. Tær dámdi væl at læra okkum tín vísdóm um fiskiskap, sum altíð bleiv so livandi og spennandi av tínum ótrúliga hugi til alt, sum hevði við sjógvin at gera. Tú vart tjóðskaparmaður og lærdi okkum um týdningin av sjálvbjargni. Tín vitan um veður og vind var stór. Skuldu vit t.d. ferðast við Dúgvuni, og tað var ivaveður, so ráførdu vit okkum altíð við teg um veður og vind fyri at vita, um nú báturin mundi fara at sigla . Mong vóru tey fólkini, sum spurdu teg um líkindir, tá ið tey skuldu ferðast. Tú hevði so at siga altíð rætt hesum viðvíkjandi. Pápi var lættsintur, tolin, plikt­upp­ fyllandi og altíð í góðum lag. Í okkara lítla samfelag legði hann ongantíð í, hvat ið hini søgdu. Hann var so fríur og prátingarsamur, dámdi væl fólk og hevði ongan óvin, sum vit vita um. Honum dámdi ikki, at nakar tosaði ringt um fólk, og er hetta ein sera góður eginleiki at hava. Pápi gjørdist 76 ára gamal. Hann andaðist langafríggjadag, og fær hetta okkum at hugsa um, hvussu høgt hann gekk uppí høgtíðsdagar. Hann lærdi okkum, hvat teir ymisku dagarnir stóðu fyri, nær vit máttu vera fín, og nær vit skuldu siga gleðilig jól, gleðiligar páskir osfr. Pápi var ein gudrøkin maður, ið leit fult og fast á sín frelsara. Hann las nógv í bíbliuni og hevði altíð eitt greitt svar, um vit ivaðust í onkrum, ið har stóð. Honum dámdi sera væl at tosa um ymiskt úr bíbliuni. Hann gekk høgt uppí, at vit sum børn gingu í sunnudagsskúla, men tað kendist kortini ongantíð sum nakað krav frá hansara síðu. Altíð dámdi pápa væl at syngja, og hann kom ofta við uppskotum um, hvørjir sangir skuldu syngjast á møt­ unum í Betesda , eins og hann eisini ofta talaði har. Tann síðsta sangin vit hoyrdu hann syngja var: “Eg sigli fram yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja....”. Til seinast ork­ aði hann ikki at syngja meira, men hann royndi til tað síðsta, hóast røddin var veik. Hetta fekk okkum at hugsa um, hvussu sterkur hann var í trúnni, og hvussu nógv, ið hann leit á sín frelsara. Æra verið minni um okkara høgt elskaða pápa. Takk fyri alt, sum tú vart fyri okkum! Má Harrin styrkja mammu og okkum øll í sorgini og sakninum. Eg sigli fram yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja; tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav, eg ynski trúgvur at fylgja; eg stevni fram mót teim ljósu londum, við lívsins træi á føgrum strondum, har altíð sól og summar er. Lat akker falla! Eg náddi havn – farvæl, tú brúsandi bylgja! Eg trygt meg leggi í Jesu favn, hans, sum mær her vildi fylgja. Og kendar røddir meg blíðar kalla, sum akker míni so stilt nú falla við lívsins ljósu, føgru strond. Helga, Jákup, Anker, Mildrid, Maria og Fróði Minningarorð um pápa okkara Einar Jacobsen f. 17. sept. 1929 • d. 14. apríl 2006 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma, omma, langomma og olduromma okkara Olivia Danielsen Leirvík andaðist og varð jarðað. Takk til Regin fyri góð og troystarrík orð á Giljargarði, Marius, Una Næs, prest og Petur í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til Essa og Jákup fyri vakran sang og spæl. Takk fyri blómur og kransar og takk fyri peningagávur til Herbergið hjá Frelsunarherinum. Takk til tykkum, sum tóku tykkum av ervinum í Missiónshúsinum, tykkum sum hjálptu til og tykkum, sum góvu til ervið. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Niclas, Jóhanna, Jona, Jógvan Páll, Anna Sigrun og Jóhan Dagurin 16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin halga Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St. Gallen í Sveis og doyði í 759.