týsdagur 14. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
13
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
15. november. Leopold, deyður í 1136. Greivi í Eystur
ríki, sum varð skírdur halgimenni fyri mongu góðgerðir
sínar og fyri tær kirkjur og kleystur hann læt byggja.
Hann umkomst á eini veiðuferð. Navnið kemur av týska
orðinum fyri fólk og djarvur.
Hósdagin 16. november fyllir Daniel
Peter Næs í Nesi í Hvalba 90 ár.
Dánial er elstur av børnunum hjá Poul
og Atu (f. Simonsen úr Sandavági), sum
búðu undir Lítahamri í Nesi, Hvalba.
Foreldrini bæði náddu høgan aldur,
Poul bleiv 100 ára gamal og Ata bleiv
91 ára gomul.
Dánial giftist í 1949 við Kirsten, sum
er ættað úr Ribe. Tey búsettust í Nesi og
fingu tey fýra børn, Poul Laust (doyði
av sjúku í 1970, bert 19 ára gamal),
Margrethe sum býr á Argjum, Mona
sum býr í Hvalba, og Linda sum býr
í Keypmannahavn. Abbabørnini eru 6
og langabbabørnini eru 5.
Dánial var við sluppini “Ørvingurin”
í 1932 og 1933 í Grønlandi. Ørvingurin
hevði onki stýrihús, hevði tó ein 40
hesta motor. Var eisini til fiskiskap við
sluppunum “Falkurin”, “Vestmanna”
og “Frida”.
Dánial tók stýrimansprógv á
Torshavn Navigationsskole í 1941.
Tá ið Lincoln City bleiv bumbað
og sakk á Havnarvág, var Dánial ein
teirra, sum í skundi drógu bát, fyri at
fara út at bjarga manningini.
Hann sigldi nakað undir krígnum við
sluppini “Borglýn” úr Trongisvági.
Restina av krígnum arbeiddi hann
í kolinum.
Var við trolaranum Drátti og Vágs
sluppini City fram til 1950. Var so í
nøkur ár við kolabátinum Skarvasteini.
Síðani við línubátinum Ranafossi og
trolaranum Leivur Øssursson.
Í 1975 fór Dánial út at sigla við
Copenhagen Reefer. Hann gavst at
sigla í 1986, næstan 70 ára gamal.
Dániel sat í bygdaráðnum í Hvalba
í 8 ár.
Daniel Peter Næs
90 ár 16. november
Fríggjadagin 10. november
var móttøka á Føroya Barna
heimi í sambandi við at
Laura Poulsen hevði arbeitt
á stovninun í 30 ár.
Laura, sum er ættað
úr Klaksvík, byrjaði at
arbeiða á Barnaheiminum
í 70-unum, áðrenn hon fór
til Danmarkar at lesa til
pedagog. Eftir lokna útbúgv
ing kom hon aftur á Barna
heimið at arbeiða.
Barnaheimið er býtt upp í
Familju - og Ungdómsdeild,
og Laura hevur seinastu árini
arbeitt á Ungdómsdeildini. Av
núverandi starvsfólkunum er
Laura tann sum hevur verið
longst á stovninum.
Laura Poulsen, Hoyvík:
30 ára starvsdag á Føroya Barnaheimi
Laura Poulsen
Á myndini er Laura saman við starvsfólkunum á Føroya Barnaheimi.
Aftara rað f.v.: Rannvá Jacobsen, Sólvá Jacobsen, Tine Lyager, Ingunn Ejdesgaard, Karina V. Jensen, Ingi Hansen, Egil Rasmussen, Kristvør Hentze (reingerðarfólk),
Durita Petersen, Torgerð Dam, Gitte Samuelsen, og Brynhild M. Joensen (deildarleiðari á Familjudeildini).
Fremst f.v.: Marita G. Hansen, Djóni N. Joensen (deildarleiðari á Ungdómsdeildini), Laura Poulsen, Beinta Johannesen (leiðari á Føroya Barnaheimi), og Frida J.
Dam.
Elith Hammer (húsavørður), Annika R. Olsen (skrivstovufólk) og Elsa Vest vanta á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang