týsdagur 14. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 221 - 15. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í dag, mikudagin 15. novem
ber, fyllir Bergóra Hanusar
dóttir í Havn 60 ár.
Bergóra er útbúgvin ser
tannlækni í ortodonti og er
kend fyri sín kvinnupolitiska
leiklut innan føroysku
kvinnurørsluna og hevur
eisini verið virkin sum rit
høvundur.
Eftir lokið studentsprógv
fór hon til Keypmannahavnar
at lesa til tannlækna. Í
1970 varð hon liðug við
útbúgvingina sum tannlækni,
og í 1975 tók hon útbúving
sum serlækni í ortodonti
á tannlæknaháskúlanum
í Keypmannahavn. Síð
an hevur hon í meira enn
30 ár átt og rikið Sertann
læknastovuna við Ting
húsvegin, sum er tann einasta
av sínum slagi í landinum.
Bergtóra er elst av teimum
fýra døtrunum hjá Miu
Trónd Jensen, tannlækna úr
Havn, og Hanus D. Jensen,
skipara, ættaður úr Skúgvi.
Systrarnar eru: Rannvá,
Svanna og Marjun, sum allar
eisini eita Hanusardóttir.
Børnini hjá Bergtóru eru
Tróndur og Ragnheiður.
Hon hevur verið við í fólka
rørslum fyri frælsi, friði og
kvinnurættindum og luttók
hon t.d. á altjóða kvinnu
ráðstevnunum í Beijing 1995
og í New York í 2000. Eisini
hevur hon í mong ár verið
virkin í Kvinnufelagnum og
í Kvinnufelags Samskipan
Føroya og verið ábyrgdar
blaðstjóri á Kvinnutíð
indum.
Hon er ein virkin rithøv
undur og hevur m.a. skrivað
skaldsøgurnar
”Skert
Flog”og ”Suðar dýpið
reyða” og stuttsøgusavnið
”Loynigongir”. Hon hevur
eisini skrivað nógv annað,
bæði fagrar bókmentir og
hugsjónarligar og vísinda
ligar greinar í ymiskum bløð
um og tíðarrritum.
Í sambandi við føðingar
dagin kemur út ein nýggj
skaldsøga ”Burtur”, sum
er um tilverukorini hjá úti
setum, sum fóru til Keyp
mannahavnar at lesa í
seksti- og sjeytiárunum. Tað
er Mentanargrunnur Stud
entafelagsins, sum gevur
skaldsøguna út.
Bergtóra Hanusardóttir 60 ár
Fríggjadagin 10. november
var móttøka á bakarínum
»Grón« við Hoyvíksvegin
í Havn í sambandi við at
Sveinur Thomasen í Mið
vági og Regin Nielsen í Vest
manna hava keypt bakaríið.
Grón er fyrrverandi bak
aríið hjá Gunnleivi. Navnið
»Grón« er eitt gamalt før
oyskt orð fyri bakstur av
korni.
Sveinur
Thomasen
og Regin Nielsen hava
báðir áður rikið bakarí í
heimbygdum sínum Miðvági
og Vestmanna.
Sveinur Thomasen sigur,
at teir koma at gera ymiskar
broytingar á bakarínum.
Um eina viku verður høv
uðsovnurin skiftur út við
ein nýggjan ovn, sum
verður tann størsti av
sínum slagi í landinum.
Hetta kemur at betra um
góðskuna á bakstrinum og
arbeiðsumstøðurnar verða
nógv betri.
P/F Grón:
Størsta ovnin
til bakstur
Sveinur Thomasen og Regin Nielsen saman við
Gunnleivi Mouritsen, fyrrverandi,
eigara av bakarínum
Haldið Sosialin
Ja takk! Eg ynski at tekna meg
sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Send lepan til:
Tekna teg sum haldara nú
450,- um ársfjórðingin
Sparið 395,-
í mun til leysasølu!
Besta keldan til:
Vinnulívið
Ítrótt
Mentan
politik
Bilar
Merkisdagar
Heilsanir
Tiltøk
...o.m.a.