týsdagur 14. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 220 - 14. november 2006
Í døgunum 11.-15.
september 2006
skipaði Tilhaldið í
Tórsgøtu fyri fyri
skeiði í horn og
træhondverki. Tað
var kendi grønlenski
listamaðurin og
politikarin Thue
Christiansen, sum
undirvísti á skeiðnum
Skeið
Myndir: Tilhaldið
Kendi grønlenski listamað
urin og politikarin Thue
Christiansen undirvísti í
døgunum 11.-15. septem
ber á skeiði í horn og træ
hondverki í Tilhaldinum í
Havn.
Thue Christiansen er 66
ár gamal. Hann er útbúgvin
lærari og hevur arbeitt sum
lærari bæði í Danmark og
mong ár í Grønlandi.
Hann er eisini kendur
politikari, og var hann t.d.
landsstýrismaður í fyrsta
grønlandska landsstýrinum,
eftir at Grønland fekk heima
stýri í 1979.
Sum listamaður hevur
hann teknað grønlenska
flaggið og gjørt búmerkir til
fleiri fyritøkur og stovnar.
Hann er giftur við Katrin
Jensen, sum er donsk men
av føroyskari ætt.
Fyrsta dagin varð far ið
niðan í Brekkutún á Forn
minnisavnið, at fáa íblástur
og hugskot til eitthvørt at
evna til. Á myndunum sæst
at rættiliga væl kom burtutúr,
hesar fimm dagarnar.
Skeiðið endaði við at
skeiðlutakarnir tóku sama n
um. Ein av niðurstøðunum
var, at eitt tílíkt skeið var
vert at endurtaka. Møguliga
við øðrum tilfari. Ein fram
sýning var eisini, har fólk
høvdu høvi at síggja hvat
skeiðluttakarnir
høvdu
evnað til úr horni og træi.
Myndirnar tala fyri seg. Her
skortar ikki hugflog.
Thue Christiansen
í Tilhaldinum
Í september hevði grønlenski listamaðurin og politikarin Thue Christiansen undirvísing
í horn og træhondverki í Tilhaldinum. Her leggur hann Hendriki Rubeksen lag á
Jákup Lindenskov, formaður í stýrinum
fyri Tilhaldið, og Wanja Petersen,
dagligur leiðari á Tilhaldinum
Thue Christiansen er 66 ár gamal og útbúgvin lærari
Pauli Vang ger prýðislutir
Skeiðluttakarar práta saman