Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 11 Hvat hugsar Landsverk fyri sær? Er nøkur meining í, at tað er loyvt at koyra 80 km. um tíman framvið einum skúlaøkið? Kann nøkur meining verða í tí, at loyvi verður givið til at seta eitt stórt reklamuskelti framvið hesum sama vandamikla strekkinum? Eg hugsi her um skúlan á Giljanesi. Landsvegurin liggur niðanfyri skúlan, har børn verða sett av og heintað fleiri ferðir um dagin – skúlabussar koma og fara. Allur landsvegurin framvið skúlaøkinum er eitt vandamikið sving, har tú mást vera serliga varin og vakin og hyggja væl eftir, hvat ið hendir bæði fyri framman og aftan. Men eftirsum tað er loyvt at koyra 80 km um tíman, og ongar avmerkingar siga frá, at tað er skúlaøkið ella spælandi børn, so eru tað serliga allir teir fremm­andu bilarnir, sum koma og fara í samband við flogvøllin, sum kunnu koma út fyri óhappum, og at loyva ein­ um so stórum reklamu­ skelti í hesum vandamikla svinginum er sera óheppið – tekur tú eyguni av vegnum og hyggur oman eftir hes­ um stóra skeltinum, so kann stórur vandi standast av tí, bæði fyri teg sjálvan og aðrar bilførarar og ikki minst børnini. Viðmerkjast kann, at fyri ikki so langari tíð síðan fekk Havnagrillin tikið burtur skelti sítt, sum stóð við sama landsveg, bara longur inn ímóti Miðvági, men á einum beinum vegstrekki, og hetta var eitt lítið skelti. Vónandi fer Landsverk at gera nakað við hetta fram­ yvir. 20 okt.´ 06 var ein har­ monikusamanstoytur beint við niðankoyringina til skúl­ an. Tvær lærarinnur vóru í einum bili, sum stóð og blinkaði til vinstru, tær skuldu yvirum vegin og niðan til skúlan. Ein annar bilur kom aftanfyri tær og ein triði bilur kom við ferð – hugdi møguliga eftir reklamuskeltinum og koyrdi við fullari ferð í reyvina á tí mittasta bilinum, sum síðan rendi uppundir reyvina á tí fremsta bilinum, sum var sendur frameftir. Tann lærarinnan, sum koyrdi bilin, fekk ein nakkabrest. Tann framstandandi vinnu­ lívsmaðurin og løgtings­lim­ urin, sum koyrdi ákoyrandi bilin, fekk sjálvandi ein skelk, líka sum tann, sum førdi tann mittasta bilin. Á tí ákoyrandi bilinum var øll gronin í knúsi – men hugsi tykkum um børn, sum ofta verða sett av niðri á vendiplássinum, vóru framman tann fremsta ella við síðuna av tí fremsta ella mittasta bilinum, so kundi vanlukkan verið so mikið størri. So takið tykkum saman, Landsverk! Setið skeltir, sum vísa á, at hetta er skúla­økið – setið ferðina niður í 50 km um tíman framvið skúlaøkinum á Gilja­nesi – og takið skelti niður av takinum á hasum virkinum. Tá ein hugsar um tey skeltir, sum Landsverk hev­ ur tikið niður í Miðvági ella givið teimum, sum eiga skeltini nógvan ágang fyri, so má ein spyrja seg sjálvan, um nakað sum helst skil er á Landsverki, tí tey liggja øll framvið púra beinum vegastrekkjum. Vónandi fær hendan grein­in tær røttu avleiðing­ arnar! Góðu føroyingar Teir síðstu dagarnar og vikurnar hevur verið mik­il umrøða í Íslandi og aðra­ staðni um, hvussu statt er í Føroyum, tá ið tað ræð­ur um mannarættindi hjá sam­ kyndum. Eitt mis­hátt álop á ein av tykkara elskuligastu tónlistarmonnum Rasmus Rasmussen vekur óhug og ringt er at skilja, hvussu tað ber til í einum norrønum nútíðar samfelagi, at ein maður sum Rasmus verður fyri happing og sovorðnum álopi einans fyri tað at vera samkyndur. Vit kenna í roynd og veru hesa søguna, tí hesar hendingarnar minna nógv um tað, sum hendi í Íslandi fyri tríati árum síðan. Tá flýddi ein ungur tónlistarmaður, Hörður Torfa­son, av landinum eftir íendurtikin álop og morð­ hóttanir eftir að hann sum tann fyrsti av landsmonnum okkara opinberaði samkynd sína í einum íslenskum blaðaviðtali. Hóast lík­ skapurin er eyðsýndur, eru nýggjar tíðir nú runnar upp í Vesturheiminum og skúmaskotini eru ov upplýst fyri teir gomlu dreygarnar. Íslendingar og føroyingar hava mangt í felag. Báðar tjóðirnar eru fáment og frið­ som sjómannasamfeløg, sum bera virðing fyri manna­lívum, tí at øll hava týdn­ing. Altjóðarannsóknir vísa, at onkur samkyndur einstaklingur er í øllum familjum, og vit trúgva als ikki, at føroyingar heldur enn íslendingar eru til reiðar at avnokta síni børn vegna tær kenslur tey bera í barmi. Tvørturímóti trúgva vit, at føroyingar elska og virða síni børn. Samkynd hava við skil­ vísum stríði og við stuðli frá ætt og vinum tryggjað mannarættindi síni á jøvnum føti við onnur í Íslandi og í øðrum Norðurlondum á undanfarnu árum. Tað stríðið hevur latið eyguni upp á foreldrum og vinum og skapt fatan og kærleika, sum øllum foreldrum er í holdið borin. Kærleikin spyr ikki um kyn. Kærleikin spyr bara eftir skilningi. Tann sterka rættarstøðan hjá samkyndum í Norður­ londum vekur ans um allan heimin og er fyrimynd hjá øðrum londum. Tað er komið hol á ta tøgnina, sum hetta málið einaferð var innvavt í í Íslandi, og rættvísir politikarar hava tryggjað rættarstøðuna hjá gjeikarum og lesbium í Íslandi – og hvat er úrslitið? Jú, tað hoyrir nú søguni til, at gjeikarar og lesbiur flýggja úr Íslandi, og nú eiga samkyndir einstaklingar somu rættindi sum onnur til at liva eydnuríkt lív í sátt og semju við familju og umhvørvi. Sanniliga hevur eingin mist við tað. Harvið er ikki sagt að menniskjanslig vandamál eru farin tíð. Enn er tað eitt tak hjá mongum sam­ kyndum Íslendingum at viðganga kenslur sínar, og vissuliga veldur tað viðhvørt sálarangist. Men tað er væl lættari at handfara hesar kenslurnar, tá ið tað er vitað, at samfelagið ikki útihýsir lesbium og gjeikarum, tá ið altjóðakanningar vísa, at 90% av tjóðini letur sær ikki lynda, at tey verða háða.  Árið 1999 komu 1500 fólk saman í miðbýnum í Reykjavík á „Gay Pride“ til at gleðast saman við samkyndum um úrslitagott stríð fyri mannarættindum, sum hevur tryggjað gjeikar­ um og lesbium javnan rætt við onnur í samfelagnum. Tey seinastu fýra árini hava umleið 40–50 túsund fólk tikið lut í „Hinsegin dögum – Gay Pride“ ella „Døgunum hjá hinum slag­ num“ í Reykjavík, sum nú er triðjastørsta familjuhøgtíðin í Íslandi. Soleiðis standa samkynd, ætt og vinir og onnur avvarðandi nú saman sum ein familja. Vit vita, at hetta kann eisini henda í Føroyum, um bara fólk lata hjørtu síni upp í virðing fyri døtrum og sonum, vinum og frændum sínum. Tað er okkara fasta sann­ føring og trúgv, at føroyingar fara at standa saman um almenn mannarættindi, og at føroysk foreldur fara at verja børn síni. Vit vilja elva vinum hjá samkyndum føroyingum til at koma systrum og brøðrum sínum til hjálpar og styðja, at Løgtingið samtykkir lóg, ið tryggjar, at tað er revsivert at háða fólk fyri kynssamleika teirra. Vit líta á, kærleikin verður við yvirlutan í hjørt­ um føroyinga, og at tann føroyska familjan stendur saman við sínum og stuðlar tey og ikki avnoktar og rekur tey børn frá sær, sum mestan tørv hava fyri stuðli. Hugur okkara er hjá øllum teimum føroysku gjeik­arum og lesbium, sum higartil hava torað at standa við kenslur sínar, teimum sum hava noyðst at flýggja av landinum og teimum, sum ikki tora at opinbera, hvørji tey eru av ótta fyri útskúgvan og harð­skapi. Og hugur okkara er hjá øllum teimum føroyingum, sum síggja og skilja, at manna­rættindi eru ikki fyri summar men fyri allar føroyingar. Við bestu heilsan Hrafnhildur Gunnarsdóttir, formaður í Samtökunum ’78 www.samtokin78.is Heimir Már Pétursson, stjóri fyri „Hinsegin dögum í Reykjavík www.gaypride.is Týtt úr íslendskum: Turið Sigurðardóttir. Valdemar á Løgmansbø Landsverk Opið bræv til føroyingar Løgtingið samtykt uppskotið um burðar­ dygt marg­ feldi Tíðindaskriv Tjóðveldisflokkurin Løgtingið hevur nú sam­ tykt uppskot Tjóveldis­ floksins um burðardygt margfeldi. Í samtyktini verður heitt á landsstýrið um at taka stig til at fylgja sáttmálanum um lív­frøði­ ligt margfeldi og at lýsa margfelda lívið í før­ oysku náttúruni. Altjóða sáttmála­bund­ nar skyldur at verja náttúruna og at tryggja fyrisitingarligar, skila­ góðar og vælgrundaðar avgerðir náttúruni við­ víkjandi hvíla á Føroy­ um. Í 1993 samtykti Løg­ tingið sáttmálan um lív­ frøðil­igt margfeldi. Sátt­ málin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi Lívfrøðingar í Før­oy­ um halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar veruligar kanningar verða gjørdar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni. Tíverri eru týðiligar ábendingar um, at einki røkist fyri, at vit í heila tikið ætla okkum at halda altjóða skyldur okk­ara á hesum øki. Tað tekur fleiri ár at savna neyðuga vitan hesum við­ víkjandi, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið. Løgtingið hevur við sam­tyktini í dag tikið stig til at fylgja hesum millumtjóða sáttmála, og heitt á landsstýrið um at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og lýsa margfelda lívið í før­ oysku náttúruni. Teir báðir fyrstu lut­ takararnir í finaluni í karaoke­kappingini í Glitnir eru funnir. Tað vóru Allan Davidsen og Mikkjal Viderø, ið tryggjaðu sær finaluplássini. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrsta umfarið í karaoke­ kappingini gekk sambært fyrireikarunum væl, og var somuleiðis væl vitjað. So fitt av fólki fylgdi við tá, luttakararnir sungu tveir sangir í part. Hetta vóru sangir, ið luttakararnir sjálvir høvdu valt. Dómsnevndin við Áka G. Andreassen, Kenn­eth Djurhuus og Terja Djur­ huus, hevði eina trupla uppgávu, tí sambært tíðindaskrivi frá Glitnir og Áka G. Andreassen var sera tætt millum luttakararnar: Allan Davidsen og Mikkjal Viderø høvdu tó munin á hinum fýra luttakarunum og vórðu sendir í finaluna. Enn truplari var at meta um hvør skuldi eiga sigurin. - Munurin á teimum báðum var ikki stórur, báðir sungu framúr, og fram­førslurnar vóru eisini góðar, skrivar Áki. Dómaratrioin kom tó eftir, at Mikkjal Viderø átti munin og vann fyrsta umfarið av karaoke kappingini. Mikkjal og Allan skulu kappast við fýra onnur í finaluni 1 desember um vikuskiftisferðina frá At­lantic Airways til Keypmannahavnar við uppihaldi á Hotel Hilton. 2. umfar í kappingini verður nú hóskvøldið. Tekning ferð fram hjá Kenneth á 504334 ella hjá Terja á 268889, ella við at støkka inn á gólvið í Glitnir. Mikkjal og Allan eru í finaluni