Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 11 tíðindi Skipaeftirlitið tikið skeivar avgerðir Maskinmeistarafelagið fingið viðhald í 5 kærumálum Tíðindaskriv frá Maskinmeistarafelagnum Á fundi í Sjóvinnuráðnum tann 6. oktober 2006 vóru m. a. kærur frá Maskinmeistarafelagnum um mann­ ingarviðurskifti viðgjørdar. Felagið fekk í Sjóvinnuráðnum viðhald í 5 kærum. Í 4 førum hevur Skipaeftirlitið ásett minni førleika­ krøv til maskinmanning enn manningalógin ásetir og í 1 føri hevur Skipaeftirlitið av órøttum givið skipum undantaksloyvi til at sigla við óskikkaðum maskin­ meistarum. Maskinmeistarafeagið hevur í fleiri ár víst á, at umsitingin av manningaviðurskiftum als ikki hevur verið nøktandi og landsstýrismaðurin í sjóvinnumál­ um er kunnaður um hetta. Avgerðirnar hjá Sjóvinnuráðnum í hesum 5 málum prógva, at Maskinmeistarafelagið hevur havt rætt í sínum atfinningum og felagið vónar nú, at Skipaeftir­ litið og landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum fara at endurskoða málsviðgerðina av manninga­viður­skift­ um. Sjóvinnuráðið er hægsti myndugleiki í málum við­ víkjandi manningarviðurskiftum og sambært lógini eru tess avgerðir endaligar. Átøkini fyri at varð­ veita skógirnar hava virkað eftir ætlan Tað eru serliga amerikan­ arar og kinesarar, sum hava tikið stór tøk fyri at varðveita skógirnar, og nú sigur ein amerikonsk kanning, at arbeiðið hev­ ur givið úrslit. Har­aftur­ ímóti gongur tað fram­ vegis tann øvugta vegin í stórum skógarlondum sum Brasil og Indonesia, har skógurin minkar í hvørjum. Lærdi háskúlin Rocke­ feller í New York sigur, at heldur núverandi gongdin fram, verða umleið 10 prosent av øllum lendi á Jørðini skógur um góð 40 ár. Sagt verður, at skóg­ irnir kring heimin hava sera stóran týdning fyri umhvørvið á Jørðini, tí trøini taka koldioxid, sum sambært granskarunum er ein av orsøkunum til tann veksandi hitan á Jørðini. Amerikanska frá­greið­ ingin sigur, at heimsins skógir eru tættari nú enn fyri 20 árum síðani, og tað verður tikið sum eitt tekin um, at arbeiðið ímóti óskipaðari skógar­ vinnu hevur givið úrslit. Men frágreiðingin sigur eisini, at í londum við frumskógi gongur tað framvegis tann skeiva veg­in. Hetta er serliga galdandi fyri Brasil og Indonesia, men vísir seg eisini í øðrum londum við frumskógi so sum Nigeria, Kameroun og Demokratiska Lýðveldi­ num Kongo. – Onkur í Barbarino-familjuni hevur dult sannleikan øll hesi 34 árini løgreglan í New Jersey útlond Heimsins skógir veksa aftur SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Einki svar úr rúmdini Í átta dagar hava amerikonsku rúmdar­ myndug­leikarnir einki hoyrt frá Mars- farinum Global Surveyour. Fyri átta døgum síðani sendi NASA Mars-farinum eini boð, men hóast fleiri roynd­ ir hevur NASA ikki frætt aftur frá farinum síðani. Global Surveyour hevur sera góð myndatól umborð og hevur longu sent NASA fleiri túsund myndir av Mars. Serfrøðingar, sum hava kannað myndirnar, siga tær vera sera áhuga­ verdar, tí fleiri teirra bera boð um, at vatn hevur verið á gongustjørnuni eina ferð í tíðini. Umframt Global Sur­vey­ our eru trý onnur rúmdar­ før í ringrás um Mars, men einki teirra hevur verið har so leingi sum Global Sur­ veyour. Í NASA vita tey ikki, hví Global Surveyour ikki letur frætta frá sær longur. Skuldsettur fyri morð 34 ár aftaná Í 1972 varð ein seks ára gamal smádrong­ ur funnin myrdur á einum byggiplássi í New Jersey í USA. Nú er bróðurin skuld­ settur fyri morðið. Joseph Barbarino var 15 ára gamal, tá seks ára gamli bróður hansara Vincent varð funnin deyður. Løg­ reglan staðfesti beinan­veg­ in, at drongurin var myrd­ ur. Feiri fólk blivu avhoyrd, teirra millum tann eldri bróðurin, men løgreglan noyddist at leggja málið til viks, og morðið bleiv um­ røtt sum ein gáta. Nú 34 ár seinni hevur løgreglan skuldsett tann 50 ára gamla bróðurin fyri morðið, skrivar The New York Times. Løgreglan held­­ur, at Joseph myrdi bróðurin við knívi, tí hann sýtti fyri at hava kynsligt samband við tann eldra bróðurin. Ein talskvinna hjá løg­ regluni í New Jersey sigur, at onkur í familjuni hjá teimum báðum dreingj­ unum hevur vitað um við­ urskiftini teirra millum leingi, men ikki fyrr enn nú er tað komið undan kavi. Sambært talskvinnuni vístu kanningarnar fyri 34 árum síðani, at tann yngri bróðurin hevði verið kyn­s­ liga misbrúktur. Joseph Barbarino kann nú vænta sær lívlanga fongsulsrevsing. Man tað fer ikki at broyta gerandis­ dag hansara so nógv, tí síðani morðið hevur hann sitið níggju ferðir í fongsli fyri stuldur, eldáseting og onnur brotsverk. 34 ár aftaná er Joseph Barbarino skuldsettur fyri at hava myrt bróður sín.