Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 221 - 15. november 2006 Við jøvnum millumbili stingur orðaskiftið seg upp um spurningin: politikk og átrúnað. Hetta er fyri mong ein sera viðkomandi spurningur, tí hvar er markið millum politikk og átrúnað, er nakað mark osfr? Neyvan finnast nøkur evni og viðurskifti, har tað eru so nógvar ymsar meiningar sum júst, tá tað snýr seg um politikk og átrúnað. Hesir spurningar seta javnan dagsskránna úti í heimi, antin í orðaskifti ella á stríðsvølli. Hvussu er stætt her hjá okkum. Hvussu bera vit okkum at, tá tað snýr seg um politikk og átrúnað. Hvussu megna vit at halda hesi atskild – hvussu nógv tvinna vit hesi saman! Sosialurin fer í greinum í komandi vikuskiftisbløðum at viðgera m.a. hetta evnið. Hendingarnar á tingi í seinastuni eru dømi um, at politikkur og átrúnaður verða tvinnað saman, í ólukkumát. Tað kenst ódámligt, tá ávísir politikarar brúka tingsins røðarapall til prædikkustól, har Bíblian er bæði skjøldur og spjótspíssur í samfelagsliga orðaskiftinum. Sjálvandi er tað upp til okkara fólkavaldu at hava sína persónligu trúgv. Men tá eins egna persónliga tulking av Bíbliuni verður brúkt til at niðurgera onnur og teirra meiningar og livihátt, eigur at verða talað at. Bíblian er nevniliga ikki ein bók, sum ávísir flokkar og politikarar hava fingið patent uppá at tulka. Vit hava øll okkara hjartamál, tá vit lesa og umrøða hesa góðu bók. Vit raðfesta ymiskt. Andsøgnina finna vit tó, tá ávísir politikarar vilja gera sínar persónligu tulkingar og raðfestingar úr Bíbliuni til lóg – til einasta sannleikan. Tá hesir t.d. geva seg út fyri at vera Jesu lærusveinar og í sama andadrátti tveita miðaldarligar tulkingar av Bíbliuni í høvdið á øðrum teir umrøða sum vantrúgvandi og eitt nú brúka bókstavilig sitat úr Gamla Testamenti í sínum skjaldramerki, so tala vit at. Tit hava ikki patent uppá hvørki Jesus ella einastu røttu tulkingina av Bíbliuni. Tá tit loyva tykkum at brúka – misbrúka - Jesunavnið í tykkara politisku røðum á tingi, hví gloyma tit hesar so týðandi áheitanir hansara: ”Farið innar í kamar tykkara og biðið - Vendið hin hjálkan til - Gerið fíggindar tykkara til tykkara vinir. Dømið ikki. Fyrigevið.” Føroyingar hava altíð havt eitt skilagott og náttúrligt forhold til sín Gud og til Bíbliuna. Tað er hetta tit, sum kalla tykkum rætttrúgvandi, eru við at forkoma – eitt nú við tykkara afturvendandi misbrúki av Jesuspápa og Bíbliuni á eitt nú Føroya Løgtingi. Tit skuldu skammað tykkum. Sosialurin Misbrúka Bíbliu á Løgtingi! Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Fyrst skal eg takka øllum teim mongu sjómonnum, sum hesi árini eg havi siglt, hava heitt á meg um at stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Somu­leiðis takki eg teim­ um manningum og sóknar­ formonnum, sum við síni undirskrift hava stillað meg upp. Eg taki hetta sum ein stóran heiður. Eg umhugsaði hetta gjølla, sera gjølla. Umborð á skipi er stór ónøgd við Fiskimannafelagið. Eg hevði ikki tikið hesa avgerð, kendi eg ikki stemningin umborð mótvegis felagnum, og var eg ikki vísur í at fella sitandi formann. Fyri ordan skyld ringdi eg til Óla og boðaði honum frá hesi avgerð, samstundis sum eg boðaði honum frá, at eg ikki ætlaði at vera persónligur, men at eg sjálvandi hevði nøkur kritikpunkt, eg fór at føra fram, mál eg uttan úrslit havi ført fram á fundi í Fiskimannafelagnum. Síðani sendir Mortan Berjastein sóknarformaður eitt tíðindaskriv og boðar frá uppstilling. Næsta, sum hendir, er, at Óli kemur sum eitt óløgi í Útvarpið og sigur meg skuldseta hann fyri at vera í lummanum á reiðarunum. Hóast hetta er vanlig hugsan millum sjómenn, havi eg ikki sagt hetta. Einasta, sum er kom­ið fram, tá Óli missir fatningin, er eitt sakligt tíð­ indaskriv frá Mortani, sum eg onga ábyrgd havi av og ein sera hampilig grein, sum Randi Jacobsen hevur skrivað í Dimmalætting. Hví Óli er í øðini kunnu vit bara gita um. Eg leggi onki í,um Óli er óður ella góður, men kemur hann ikki við einari treytaleysari umbering, so hevur hann sjálvur lagt støði. Niðurteljingin til vakt­ar­ skiftið á Fiskimanna­fe­lag­ num er byrjað. Ein av okkara stóru tón­ leikarum, Teitur Lassen, hev­ur á síni nýggju fløgu skrivað sangin Luis Luis, har hann á ein sera hugnaligan hátt heitir á gamla jazz- faðirin, Louis Armstrong, at hann skal rísa upp aftur og arbeiða víðari við sínum tónleiki og soleiðis ríka um heimin. Okkara størsti rithøv­ und­ur ígjøgnum tíðirnar, William Heinesen, megn­ aði at verða fagnaður kring allan heim fyri sítt fram­úrskarandi virki innan bókmentir. Hann dugdi bet­ ur enn nakar at lýsa lív­ ið í pinkusamfelagnum í Út­norðri. Hann lýsti ná­­ greiniliga, hvørjar kreftir eru galdandi í hesum lítla samfelagnum, tó uttan at heildarmyndin kámaðist. Hann sá stórt í tí reina persóninum, sum dugdi at liva egið lív og sum eis­ini kendi sínar sosialu borg­ araskyldur. Ofta eru hesir persónar lýstir sum einfaldir persónar, sum varðveittu gomlu sið­mentanina, har van­ ligi kristin­dómurin við næstra­ kærleika fremst setti sítt dám á gerandisdagin og lívið. Hinvegin hevði hann at persónum, sum uttan fyrilit tóku pettir úr bíbliuni fyri á tann hátt at seta saman ein tilevnaðan kristindóm, sum so skuldi brúkast sum amboð at vinna sær egið vald í samfelagnum. Hesir persónar virkaðu ofta sum prædikumenn í samkomum og teir lýstu oftast Várharra sum ein Guð, sum als ongan næstrakærleika átti, men tvørturímóti bara kendi til kol og brand, revsing, for­døming, til Sodoma og Gomorra o. s. fr. Hesir somu prædikumenn sótu ofta í høgum størvum og misbrúktu tíverri hesa av teimum útholaðu bíbliu til at ávirka avgerðirnar, soleiðis at tær blivu til teirra fyrimun og ikki neyðturviliga til gagns fyri heildina. Hesir persónar verða tí als ikki lýstir sum nakrir einglar, men heldur sum sjálvsøknir syndarar, sum nýta bíbliuna sum skjøldur. Tað er júst hesa óreinu lívsførslu, hesa niðran av Várharra, sum William dugdi so væl at lýsa og sum hann gjørdist so kendur fyri, bæði her heima, men ikki minni uttan fyri land­ oddarnar. Tí fari eg nú – eins og Teitur heitir á Luis – at heita á William Heinesen um at koma aftur, at gera sítt til at halda føroyska samfelagnum á virðiligari kós, eins og hann gjørdi øll síni skrivandi ár. Rætt­leiðing Hetta er ein lítil rætt­ leiðing til teir ný­kon­ serva­tivu politikararnar í Føroyum. Liberalisma merkir frí kapping, ikki frí happ­ ing. So skuldi hendan mis­ skiljing verið beind av vegnum. William Heinesen, gev okkum eitt tekin! Rói Egholm Finn Jensen Dan R. Petersen Óli skyldar mær eina treytaleysa umbering