Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 220 - 14. november 2006 Vøksturin í fólkatalinum seinastu árini hevur gjørt allar dómadagsprofetiirnar frá fyrst í 90’unum til skammar, og kundi hetta verið ein góð áminning til okkum at gevast við at vera so svart hvít, sum vit mangan eru. Hyggja vit eftir seinastu greiningini frá Hag­ stovuni um fólkatalið í Føroyum, so sæst, at gongd­ in heilt týðuliga er ein mennning í meginøkinum, meðan útjaðarin tykist hava trupult at halda uppá fólkið. Norðoyggjar og Vágarnar hava næstan rokkið sama støði, sum hesi øki høvdu í 1989 og hevur gongdin seinastu tíðina verið positiv. Verri er statt við Suðuroynni og Sandoynni, har fólkatalið er 6% undir tølunum fyri 1989. Serliga galið er í Suðuroynni, har fólkatalið í dag er sum í 1920’­un­um. Hvørjar munnu orsøkirnar vera? At meginøkið veksur, er sama gongd, ið vit kenna frá granna­ londum. At Vágarnar og Norðoyggjar eru væl við er óivað fasta sambandinum fyri at takka. Fasta sambandið, hóast ikki ókeypis, sum tað átti at verið, hevur gjørt, at ferðing til og frá ikki longur er ein forðing. Sandoyggin og Suðuroyggin eru í hesum sambandi nógv verri fyri og vísir hetta, hvussu nógv sambandið hevur at týða. Útjaðara­ politikkur kann í ein sera stóran mun kókast niður til samferðslupolitikk. Vit kunnu í hesum sambandi spyrja, um stóra íløgan í ein nýggjan Smyril við stórt sæð sama avmarkaða frekvensi er pengarnar verd. Vit hava t. d. ikki sæð nærtil somu menning í Suðuroynni eftir at nýggi Smyril kom, sum t.d. í Sandavági eftir at undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom. Her er einki sokallað “step change”, men bert ein dagføring og nýmótansgerð av tí verandi. Skal Suðuroynni vera lív lagað, má frekvensurin upp fyri at sleppa til og frá. Hetta fær man ikki við einum skipi av Tvøroyri til Havnar, sum siglur gott 20 míl. Einasti møguleiki fyri at hækka frekvensin munandi til Suðuroyar er at leggja sambandið yvir Sandoynna. Hetta hevði eisini hjálpt Sandoynni, tí fólkagrundarlagið í Suðuroy vildi lagt afturat til eina munabetri felags samferðsluloysn fyri báðar oyggjarnar. Vit minnast, hvussu drúgt tað var at sleppa frá beinleiðis rutunum millum Vágarnar og Havnina, og Klaksvík og Havnina, men hvør ivast í dag í tí rætta at niðurleggja hesar rutur, til frama fyri at fara eftir landinum, har man kann? Er ikki tíð at gera eina framtíðartryggjaða felags loysn fyri Suðuroynna og Sandoynna? Hava vit nakað val? Eftir fólkatalsgongdini at døma, so hava vit ikki tað. Sosialurin Fólkatalsgongdin og samferðsla Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 14.00 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Góði Kuupik Viðmerking til Kuupik Kleist, fólkatingsmann Grønlendski fólka­tings­ maðurin Kuupik Kleist hevði eina grein í Dimma­ lætting tann 1. november, sum var ein viðmerking til tað, sum eg skrivaði í bløð­ unum tann 26. september um ætlaðu undirvísingina í grønlendskum og íslend­sk­ um í føroyska fólka­skúla­ num. Eg skal tí royna at greiða frá, hvør orsøkin var til, at eg í tveimum blaðgreinum í august og september gjør­ di viðmerkingar til nevnda málið. Skúli til hvat? Tann sum hevur fylgt við í tí, sum er sagt og skrivað í fjølmiðlunum, tvey tey sein­astu árini um fólka­ skúlan, sær skjótt, at før­ oyingar hava havt ilt við at tikið støðu til, hvat skúlin skal brúkast til. Globalisering Á heysti í 2004 varð sagt, at føroysk skúlabørn dugdu alt ov illa enskt, og at hetta kom av, at skúlin legði ov nógva orku í at læra tey danskt. Boðskapurin tá var tí “inn við enskum og út við donskum”. Føroyingar skuldu “globaliserast”, og í stóru verð tosaðu fólk ikki danskt men enskt. Úrslitið av tí kjakinum gjørdist, at byrjanin til ensktundir­vís­ ingin varð flutt úr 5. niður í 4. flokk. Pisa So gongur hálvtannað ár, og so kemur PISA undan­ kanningin. Og aftur er alt á gosi, tí kanningarúrslitið vísti, at tíðin í skúlanum mátti brúkast meira effek­ tivt. Alt óneyðugt mátti tí lúkast burturúr tímatalv­ uni, og tað í stundini. Peningamangul Aftur gongur eitt hálvt ár, so hoyra vit skúlastjórar greiða frá í fjølmiðlunum, at skúlin hevur ikki nóg mikið av peningi til at seinførir næmingar kunnu fáa sín lógarkravda rætt til stuðul. Útnorðurráðið Tá er tað at Kuupik Kleist, umboðandi Útnorðurráðið, trínur inn á pallin og sigur, at føroysk børn skulu læra bæði íslendskt og grøn­ lendskt í fólkaskúlanum. Skúlabøkur og skúlabyrjan Síðani er tað hent, at for­ maðurin í Skúlabóka­ nevndini hevur sagt í blaðgrein, at útlendskar lærubøkur vinna sær inni­ vist longri og longri niður í skúlaskipanina, tí játtanin til skúlabókagerð er ov lítil, og røddir eru eisini farnar at tosa um, at børnini skulu fyrri í skúla. Vit hava snøgt sagt ikki tíð at bíða til tey fylla 7 ár. Stór fløkja Samanlagt er hetta alt ein stór fløkja. Danskt skal út, tí tað er eitt ov lítið mál til altjóðagerðina, men sam­ stundis verður hurðin glopp­að fyri íslendskum og grønlendskum, sum eru uppaftur minni mál. Vit hava ikki ráð til at taka okkum av teimum seinføru næmingunum, og skúla­ bøkurnar fylgja ikki tíðini, men vit skulu hava nýtt undirvísingartilfar til grøn­ lendskt og íslendskt. Tað hava vit ráð til. Eisini verður neyðugt at seta lærarar á skúlabonk, áðr­ enn teir kunnu undirvísa í íslendskum og grønlendsk­ um, og tað kostar eisini pengar. Skúlatíðin skal brúkast meira effektivt, fyri at skúlin kann klatra upp eftir PISA-stiganum, men kortini sigur Kuupik Kleist nú, at einki annað fak skal víkja fyri grøn­ lendskum og íslendskum. Tað vil siga, at samstundis sum verandi fak skulu effektiviserast, skulu tvey nýggj mál, tvær nýggjar mentanir og søgan hjá tveimum londum, gerast partur av somu undir­vís­ ingartímum. Og so skulu børnini fyrri í skúla, fyri at klára at svølgja allan hend­ an øðiliga gloypibitan av vísdómi. Samanber hetta við kjak­ ið í fjølmiðlunum, tá nakrir tímar í enskum skuldu inn um skúlans gátt. Tá vóru nógv samd um, at so mátti tilsvarandi tímatal í donsk­ um út ígjøgnum sama hurða­gap, tí pláss var ikki fyri bæði enskum og donsk­ um. Nú er pláss fyri øll­ um. Kleist trekkir í land Tað sær út til at Kuupik Kleist er farin at trekkja í land, hvat undirvís­ingar­ tilfari viðvíkur. Hann skriv­ ­ar nú, at útveganin av undir­ vísingartilfari til nýggju fakini, fer ikki at ganga útyvir møguleikan at end­ urnýggja verandi skúla­ bøkur. “Vi opfordrer tvært­ imod den islandske, grøn­ landske og færøske rege­ ring til at UNDERSØGE, hvilke muligheder der er for sammen – og med støtte frá Nordisk Råd – at fin­ ansiere udgivelsen af fælles undirvisningmateriale.” (mín undirstriking) Hetta ljóðar sum eitt ógvuliga hóvligt uppskot. Men í tilráðingini frá útnorður­ráðnum stend­ ur einki um at landsstýri og stjórn verða biðin um at kanna møgu­leikar at fíggja undir­vís­ingartilfar við stuðli frá Norðurlanda­ ráðnum. Har stendur stutt og greitt: “Landene op­ fordres til at lave fælles undervis­nings­materiale på alle tre sprog for at tjene formålet”. – Og eg endur­ taki: Tað kostar pengar! Hvørja región? Kuupik Kleist sigur í grein­ ini tann 1. november, at vit skulu gerast sjálvstøðug, fyri at samstarva uppaftur meira við teimum, “vi deler interresser med på regionalt og internationalt niveau”. Hetta ljóðar gott. Spurn­ ingurin er bara, hvørja región vit skulu velja? Vit eru jú bæði norðbúgvar, útnorðurbúgvar, evro­pe­ar­ ar, danskir ríkisborgarar og føroyingar. Hví skulu vit so av øllum velja ta veikastu eindina ? Oyðileggi ikki skúlan Sum eg fyrr havi sagt, so havi eg als einki ímóti at føroysk børn læra um norðurlendska mentan og søgu, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki oyðileggja skúlan. Vit kunnu ikki troka tey týdningarmestu fakini út, fyri at geva pláss fyri fakum, ið vit ikki fáa somu nyttu av. Og tað er avmarkað, hvussu nógv fak rúmast á eini tíma­ talvu. Helgi Abrahamsen