Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 9 tíðindi Eftir aksiltrekk, ymiskar umvælingar og máling er Arctic Viking nú liðugur á Tórshavnar Skipa­ smiðju. Skipið fer av bedingini í morgin, og ætlandi verður lagt út á hav leygardagin. Hækkandi rækju­ prísir og lækkandi oljuprísir í løtuni geva bjartari vónir eftir stórt vón­loysi í føroysku rækju­ vinnuni í fleiri ár Rækjuvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rækjutrolarin Arctic Viking úr Kollafirði hevur seinastu tríggjar vikurnar staðið á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, har skipið hevur fingið aksiltrekk, sum tað verður rópt. Umframt ymiskar ábøtur og smærri umvælingar, er skrokkurin eisini málaður uttan og partvís innan. Eitt slíkt aksiltrekk er krav, og tað verður framt við eini 4-5 ár ímillum hvørja ferð. Bjarni Petersen, skipari, sigur, at Arctic Viking hevur verið longri úr vinnu, enn ætlanin var. - Fyrst slapp skipið ikki upp á bedingina beinan­ vegin, tí ein íslendsku bát­ ur, sum stóð uppi, varð ikki liðugur sum ætlað. Tá skipið síðan kom upp – einar 10 dagar seinni enn ætlað, vísti tað seg, at verksmiðjan í Týsklandi ikki átti lutin á goymslu, sum skuldi skiftast í róðurstammuni. Luturin mátti tískil gerast á verksmiðjuni, og tað tók sína tíð. Men nú er skipið um at verða klárt, og ætlandi verður Arctic Viking sjó­ settur aftur í morgin. Og nú verður ikki drálað við at loysa... Avstað leygardagin Bjarni sigur, at Arctic Vik­ing ætlandi fer avstað leygardagin. Skipari verð­ur Niclái Petersen, og mann­ ingartalið verður 17. - Skiparin ger av, hvar hann fer, men eg vænti, at tað antin verður upp til Svalbards, Eysturgrønlands ella yvir á Flemmish Cap. Hann sigur, at Havborg í løtuni roynir við Svalbard og Fríborg á Flemmish Kap. - Vit hava skilt, at fiski­ skapurin við Svalbard hevur verið góður, tá roynandi er fyri ísi. Havborg hevur ligið upp í eini 20 tons um døgnið, tá ið tað hevur gingið best - og Fríborg um eini 10 tons á Flemmish Kap. Bjarni sigur, at rækju­ fiskiskapurin við Svalbard er nógv tengdur at, hvussu vorðið er við ísi. Roynt verður norðanfyri Svalbard, og er hann lágur í ættini, rekur ísurin frá landi og tarnar royndini. - Undir slíkum umstøðum kann eisini henda, at skipini lítið og einki fáa, meðan lágættin liggur, sigur hann. Góðir rækjuprísir Bjarni Petersen sigur, at rækj­urnar, sum skipini fáa við Svalbard og á Flem­ mish Kap sum heild eru rættiliga líkar í stødd og soleiðis eisini í prísi á markn­aðinum. - Tær størru rækjurnar verða kókaðar, meðan tær smærru verða frystar sum rárækjur. Hann sigur, at prísirnir á kókaðum rækjum nú eru so góðir, sum teir neyvan hava verið seinastu 10 árini – og prísurin á rárækjum er eisini kvinkaður uppeftir. Bjarni heldur, at við hækk­andi rækjuprísunum og lækkandi oljuprísunum í løtuni, eru hampiliga góð útlit til, at raksturin hjá rækjutrolaranum fæst at hanga saman í komandi ári. - Sum kunnugt, hevur tað verið ógvuliga tungt at drivið rækjuvinnu í fleiri ár. Flestu skip eru farin av knóranum, og heldur ikki í fjør fingu vit raksturin at hanga saman. Men vit hava trúð upp á tað at kalla hvørt ár – og vit trúgva eisini uppá, at vit fara at fáa eitt frægari úrslit í 2007, soleiðis sum gongdin er í løtuni, sigur hann. Føroyskt flagg Arctic Viking hevur okk­urt skifti verið undir út­lendsk­ um flaggi, tá ið útlitini at sigla undir føroyskum flaggi hava verið daprast, og hetta man hava havt sína ávirkan á, at rækjutrolarin framvegis er heimahoyrandi í Kollafirði hjá somu eig­ arum, sum hann altíð hevur verið. - Vit hava ongar ætlanir um at flagga yvir til annað flagg í komandi ári, sigur Bjarni Petersen, skipari. Nýmálaður og vakur leggur Arctic Viking útaftur á hav Rannvá nú við tónleiki Rannvá Jacobsen hevur spælt rættiliga fitt sum singer/songwriter, eisini hevur hon leingið havt eina virkna myspace síðu, men nú hevur hon sameint tónleikin og myspace. Á myspace eru fleiri ymisk sløg av síðum, tær til privatpersónar og tær til eitt nú tónleikabólkar. Nú hevur Rannvá Jacobsen skift privatu síðuna út við eina bólka síðu, har hon hevur møguleika at leggja tónleik út. Á síðuni ber til at hoyra tvey løg hjá Rannvá. Vakra lagið Longsul og tað eitt sindur meira lívliga The Astronaut. Talan er um rættiliga ráar upptøkur, men tær geva innlit í tónleikin, hjá eini av teimum lovandi kvinnuligu songrøddunum á føroyska tónleikapallinum. Vitjað Rannvá og lurta eftir hennara tónleiki á myspace.com/rannvajacobsen nud Býarætlan til samkynd Í Noregi hevur ráðharrin í javnstøðumálum, Karita Bekkemellem, sent 13 býráðnum bræv, har hon vil hava tey at leggja ætlanir um, hvussu tey samkyndu í býunum kunnu fáa betri kor. Í brævinum skrivar ráðharrin millum annað, at kunning, skipað tiltøk og politiskar avgerðir eru lykilin til at bøta um livikorini hjá teimum samkyndu í býunum. Landsfelagið hjá teimum samkyndu í Noregi fegnast um tiltakið hjá ráðharranum. Tøkni Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað verður hugaligari hjá teimum 17 monnunum, sum leygardagin fara á nýggjan túr við rækjutrolaranum, Arctic Viking. Í nógv ár hevur verið tos­ að um, hvussu avskornir menn eru, tá ið teir eru burtur, men nú hevur reiða­ ríið hjá Arctic Viking keypt sær eina tænastu, sum Bjarni Petersen, skipari og ein av eigarunum, væntar nógv av. – Vit hava nú fingið ”direct internet” umboð, og tað merkir, at vit hava samband alt døgnið. Áður hava vit bara kunnað sent meyl og tikið ímóti posti, men vit hava ikki kunnað ”surfað” á netinum, sum hann tekur til. Nú kunnu vit brúka netið - júst, sum um vit vóru heima í okkara egnu stovu, sigur hann. Bjarni væntar, at tað ser­ liga fer at koma væl við hjá manningini at hoyra Út­varpið og síggja Dag & Viku, sum til ber við nýggju skipanini. - Á Flemmish Kap hava vit slett ikki hoyrt útvarpið, og tá ið vit hava verið í Grønlandi ella við Svalbard, hevur verið neyðugt at lagt oyrað til hátalararnar – um vit yvirhøvur hava hoyrt nakað. So, hetta verður ein stórur fyrimunur hjá manningini. Bjarni Petersen sigur, at tænastan ”direct internet” er ætlað manningini umborð, og hon kostar 20.000 krónur um mánaðin. - Um hetta er nógv – tjaa, tað veldst um, hvussu tú sært upp á hetta, men vit eru í hvussu er glaðir fyri hendan møguleika, sum endi­liga er komin í ”hús”, sigur skiparin. Skip og manning ”direct internet” umborð Rækjutrolarin Arctic Viking er ikki bara vakrari á at líta, nú hann er vorðin málaður, men útlitini við hægri rækjuprísum og lækkandi oljuprísum í løtuni geva eisini bjartari vónir eftir stórt vónloysi í føroysku rækjuvinnuni í fleiri ár Mynd: Vilmund Jacobsen Skipið er stórt, men ikki av teimum allar størstu kortini. Og tó; skrúvan er rættiliga stór í mun til menninar, sum her stríðast við at fáa aksilin í aftur eftir aksiltrekk Mynd: Vilmund Jacobsen