týsdagur 14. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
9
tíðindi
skrivar søgu um rokskipara
Val er í Føroya Fiskimannafelag á hvørjum
ári, antin felagsformansval, sýsluformansval ella
sóknarformansval.
Felagið er soleiðis skipað við felagsformanni,
sýsluformonnum og sóknarformonnum.
Í ár er felagsformansval, og tað merkir, at skip
og sóknir havi høvi at stilla valevni upp.
Lóg felagsins sigur, at ”maður er uppstillaður
sum felagsformansevni, um 5 sóknir/ skips
manningar skjóta hann upp”.
Lagt verður aftrat, at ”við vali av felags-og
sýsluformonnum hevur hvør sókn rætt til at stilla
upp ein mann. Við vali av felagsformanni hava
eisini limirnir umborð á teimum skipum, sum eru
burtur, tá ið uppstillingin fer fram, rætt til at stilla
upp ein mann”.
Seinasta freist at boða frá uppstilling til
felagsformansval í Føroya Fiskimannafelag er 4.
desember klokkan 16, og skal uppstillingin vera
váttað av sóknarformanni ella álitismanni hjá
manningini.
Valskeiðið byrjar 1. februar.
Líkt er til, at sitandi felagsformaður, Óli
Jacobsen, sum hevur verið ímyndin av FF ein
hálvan mansaldur, fer at fáa onkran avbjóðara
hesaferð.
Í gjár fingu vit at vita, at Dan R. Petersen,
sum býr í Fuglafiðri, verður uppstillaður, og
somuleiðis frættist, at Jan Højgaard, sum býr á
Toftum, eisini ætlar at bjóða seg fram.
-vilmund.
Avbjóðarar liggja fram við
sambært høvundanum ein
sáttligur og lítillátin maður,
sum ongan háva gjørdi
burtur úr sær sjálvum.
– Kortini duldi hann ikki
fyri, at hann eina ódnarnátt
í havsneyð á Suðurlandinum
upplivdi tað besta, honum
nakrantíð var fyri.
Høvundurin sigur, at hesa
náttina upplivdi rokskiparin,
at ”tann livandi Guð og Kristi
fullgjørda verk á krossinum
gjørdist hansara álit í einum
og øllum”.
Hóast bókin um Jóan
Petur hjá Mouritsi ikki er
útkomin í skrivandi løtu,
er Óli Jacobsen, formaður
í Føroya Fiskimannafelag,
sloppin at lesa hana, og í
seinasta broti í hesi greinini
verður tikið saman um tað,
sum Óli skrivar.
Virðismikið íkast
– Umráðandi er at fáa fest
á blað søguna hjá okkara
fiskimonnum, so unga
ættarliðið kann læra, at
grundarlagið fyri teirra
vælferð er livi-og arbeiðs
korini hjá teirra forfedrum,
sum ikki kunnu sammetast
við umstøðurnar hjá teimum,
sum nú liva.
Óli Jacobsen heldur, at
henda bókin soleiðis er eitt
virðismikið íkast.
– Hetta er fyrst og fremst
ein lýsing av einum av okkara
fremstu fiskimonnum, men
eisini ein lýsing av okkara
fiskiveiði og umstøðunum
hjá fiskimonnum fyrra
partin av undanfarnu øld.
Slíkur lesnaður skuldi
verið sjálvskrivaður innan
skúlagott, heldur formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag,
Óli Jacobsen, um bókina hjá
Absaloni Absalonsen.
Tað var við Yvonnu í 1931, at Jóan Petur
hjá Mouritsi setti met í snørisveiði, tá ið teir
fiskaðu stívliga 3100 skippund í eitt ár
Absalon Absalonsen fór til
skips sum 15 ára gamalur og
hevur verið á sjónum í meira
enn hálva øld
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóan Petur hjá Mouritsi livdi
í árunum 1894-1963, og
hann upplivdi soleiðis alla
slupptíðina. Í bókini umrøður
Absalon Absalonsen eisini
beiggja Jóan Petur, Dánjal hjá
Mouritsi og sonin, Mourits
hjá Jóan Peturi