týsdagur 14. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 221 - 15. november 2006
tíðindi
Tíðindaskriv
Í morgin, hósdagin 16.
novembur kl 15 letur ”Iktys”
upp í N. Winthersgøtu 9
(gamla ”Køkubúðin”) í Tórs
havn. Hettar er ein nýggjur
og øðrvísi handil, rikin av
sjálvboðnum frá Neyðhjálp
Fólkakirkjunar. Til upp
latanina hava nakrir kendir
føroyingar latið teirra brúktu
klæði e.a. til handilin.
Aftan á stórt og gott
arbeiði eru sjálvboðin frá
Neyðhjálp Fólkakirkjunar
til reiðar at lata upp endur
nýtsluhandil í Tórshavn. Í
Danmark hevur Neyðhjálp
Fólkakirkjunar havt so
stóra eydnu við at reka
endurnýtsluhandlar, at man
nú hevur gjørt av at lata ein
upp her.
Handilin í N. Winthers
gøtu 9 er innrættaður við
hjálp frá starvsfólki og
sjálvboðnum frá Neyðhjálp
Fólkakirkjunar.
Harum
framt hevur ein av okkara
ungu skraddarum/sniðgev
um, Marita Samson Sigurd
ardóttir, saman við øðrum
góðum fólki, hjálpt okkum
at prýða hølini. Eina stóra
tøkk til Maritu og aðrar
hjálpandi hendur, fyri tað
stóra arbeiðið í samband
við at byggja upp og fríðka
um handilin.
- Í samband við at latið
verður upp, hava vit heitt
á nakrar kendar føroyingar
um at rudda goymslur sín
ar og lata ”Iktys” ein av
teirra kærastu lutum. Teirra
millum eru borgarstjórin,
sum gevur okkurt forkunn
ugt og fer at siga nøkur orð
um hettar, tá hann letur upp
handilin fyri okkum. Og
kendi sniðgevin Marianna
Mørkøre sum hevur gjørt
av at lata okkum ein av
vøkru kjólunum frá sein
asta verki teirra, sigur
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
í tíðindaskrivi.
Upplatingarrøðan verður
á degnum hildin av Kirsten
Lund Larsen ið er formaður
Neyðhjálp Fólkakirkjunar.
- Vit í Neyðhjálp Fólka
kirkjunar eru sera errin av
at sjálvboðin nú lata upp
ein endurnýtsluhandil í
Tórshavn. Hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunar hava vit
langa og góða siðvenju í
at útvega og geva gávur
frá
fólki
til
heimsins
fátækstu. Við einum endur
nýtsluhandli eru nú gróð
rarlýkindi fyri at sjálvboðin
eisini kunna geva tíð til
arbeiðið
ið
Neyðhjálp
Fólkakirkjunar ger og á
tann hátt tryggja heimsins
fátækstu betri kor, sigur
aðalskrivarin í Neyðhjálp
Fólkakirkjunar.
Tó ber bert til at reka ein
sovorðnan handil, um góð
fólk vilja lata okkum vøru
at selja. At byrja við mest
klæði og prýðislutir, men
eisini smærri skreytlutir, so
sum vasar, ljósastakar og
tílíkt, hevur áhuga.
– Tí byrja vit longu
fríggja dagin 17. november í
vanligari upplatingartíð frá
kl.13 til 17.30, at taka ímóti.
Bert biða vit um at vøran
er heil og rein. Eisini eru
allar sjálvboðnar hjálpandi
hendur so hjartaliga væl
komnar, verður sagt í tíð
indaskrivinum.
Neyðhjálp Fólkakirkjunar:
Letur upp endur
nýtsluhandil í Havn
Blaðgrein gav úrslit
Feløg, sum reka ferðavinnu, royna ofta at fáa góða umrøðu
í útlendskum fjølmiðlum, tí tað kann vekja ans millum
ferðahugaðar lesarar. Tí var norska strandfarareiðaríið
Hurtigruten fegið, tá ein blaðkvinna hjá stóra amerikanska
blaðnum Los Angeles Times beyð sær til at skriva eina
frásøgn um farleiðina úr Bergen norður til Kirkenes.
Úrslitið kom eisini, tí nú hevur reiðaríið fingið 30 prosent
fleiri bíleggingar, harav nógvar úr USA.
BÓKAFRAMLØGA
Kim Simonsen
Almenn
bókarframløga
var í Norðurlandahúsinum
hóskvøldið 9. november kl.
19.30. Tá var søgusavnið
við føroyskum týðingum
til týskt ”Von Inseln weiß
ich - Geschichten von den
Färöern”, sum tað sveisiska
forlagið Unionsverlag hevur
latið geva út, lagt fram.
Bókin var løgd fram á
almennari samkomu. Tað
eru granskarnir í norður
lenskum Verena Stössinger
og Anna Katharina Döm
ling, ið hava skipað og rit
stjórnað útgávuni.
Tær tosaðu hetta kvøldið
um hvussu henda bókin er
íkomin og løgd til rættis.
Ein antologi
”Von Inseln weiß ich -
Geschichten von den Fär
öern”, er ein antologi við
týddum stuttsøgum og stutt
prosa. Hon er 381 síður
long.
Inngangur er eftir William
Heinesen kallaður ”Nasse
Heimat” (Våd hjemstavn),
sum í føroyskari týðing
eftir Heðin Brú eitur ”Vátt
heimbýli”.
Við eru síðani síðan 27
søgur og aðrir stutttekstir.
Hesir eru sum heild skipaðir
í tíðarrøð ella í evnisligum
samanhangi.
Fyrstu søgurnar er søgn
in um Beintu, kalla ”Die
Sage von Beinta und Peder
Arrheboe” (Beintu og Peder
Arrheboe), sum dr. Jakob
Jakobsen hevur skrivað
upp. Søgur eru eftir Regin
í Líð,
Andreu Reinert (Andreu
í Norðradali). Her er søgan
”Abal” (Ábal) eftir Sverra
Patursson,
»Bekka« (Bekka) eftir
Petru Djurhuus. Søgur eftir
Martin Joensen og óføra
stuttsøgan
”Don Juan fra Tranhuset”
eftir William Heinesen. Her
eru brot úr skaldsøguni hjá
Kristian Osvald Viderø. Søg
ur eftir Eilif Mortansson,
Heðin Brú, Jens Paula
Heinesen, Steinbjørn B.
Jacobsen, Karsten Hoydal
og søgan ”Liebeskummer”
(Hjartasorg) eftir Gunnar
Hoydal og ”Weit weg und
blass” (Fjarur og følin) eftir
Gunnar Hoydal. Oddvør
Johansen, Hanus Kamban,
Ebbu Hentze,
Lydia Didriksen, Jóanes
Nielsen, Carl Jóhan Jensen
eru við. Eisini er stuttprosa
og søgur við eftir
Tórodd Poulsen (Reglur),
Rakel Helmsdal, Elias Ask
ham, og Marjuna Kjelnæs.
Verena Stössinger og
Anna Katharina Dömling,
sum standa fyri útgávuni,
hava eisini skrivað eitt
fródligt »Nachwort« (ein
eftirmála), har sum lesarar
nir fáa at vita um Føroyar,
um land og fólk, um før
oyskan skaldskap og bók
mentir, søguliga sæð, ein
yvirlitsgrein v.ø.o.
Tað eru nógvir týðarar,
so sum Renke Borchert,
Kirsten Brix, Ernst Krenn,
Inga
Meincke,
Gisela
Perlet, Birgit Remmel og
Detlev Wildraut.
Hetta var hugnaligt kvøld,
har Verena Stössinger og
Anna Katharina Dömling
løgdu
»Von Inseln weiß ich ...«
fram.
Gunnar Hoydal og Malan
Marnersdóttir fara eisini at
siga nøkur orð um útgávuna
og um týðing. Serliga
komu tey inná, at tað er
bæði gleðiligt at ein slík
bók kemur, og syrgeligt,
at vit ikki hava ein ella
annan útgávupolitikk, har
vit sjálvi kunnu standa fyri
slíkum útgávum.
Týskar týðingar av føroyskum søgum
Lort í býin
Ein amerikonsk familja krevur 1,5 millión í endurgjaldi frá Greyhound bussfelagnum,
eftir at tey komu lort í býin, tá ein Greyhound bussur tømdi vesið niður í bil teirra.
Robert og Angela Stokes og børn teirra, ið eru 9, 10 og 22 koyrdu aftan fyri ein
Greyhound buss á einum landavegi, tá eitt starvsfólk í bussinum av órannsakiligum
orsøkum tømdi vesið á bussinum út í gjøgnum dyrnar á koyrandi bussinum,
alt innihaldið í vesinum lortur, land og vesipapír fór beint inn gjøgnum opnu
bilvindeyguni hjá familjuni, skrivar Ekstrabladet.
- Familjan hevur sambært sakførara sínum verið hjá lækna fleiri ferðir, fyri at
kanna um tey eru vorðin sjúk av hendingini. Eisini vóru tey noydd at skifta alt
innbúgvið í bilinum út.
nud
Óli Nielsen í handlinum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, sum húsast í gomlu
Køkubúðini í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang