týsdagur 14. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 220 - 14. november 2006
tíðindi
Framløga
av bók um
rokskipara
Í Stóra Pakkhúsi í Vági verður framløga í
kvøld av bókini, Jóan Petur hjá Mouritsi,
sum Absalon Absalonsen hevur skrivað.
Eisini verður sangur, felagssangur og ein
drekkamunnur at fáa
Framløga
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan 20 verður almenn framløga av
bókini hjá Absalon Absalonsen um Jóan Petur hjá
Mouritsi, rokskipara úr Vági.
Framløgan verður í Stóra Pakkhúsi í Vági, har
rithøvundurin fer at siga frá um bókina, og Finnbjørn
og Terji fara at syngja. Eisini verður felagssangur
saman við harmonikuspæli, og fólk fáa eisini ein
drekkamunn.
Rithøvundurin Absalon Absalonsen, sum er vág
bingur, er sjálvur sjómaður, og tað hevur hann verið
alt sítt arbeiðslív. Hann fór til skips sum 15 ára
gamalur og hevur higartil siglt í samfull 52 ár.
Siglir og skrivar
Seinnu árini hevur Absalon eisini fingist við at yrkja
og skriva.
Fyrsta útgávan hjá honum var yrkingasavnið,
Løkur lítli, sum kom út fyri fýra árum síðan. Til
jólar í fyrraári kom skaldsøgan, Hjálp úr neyð, og til
jólar í fjør kom bókin um Sornhúsfólkini.
Nú kemur so bókin um Jóan Petur hjá Mouritsi
– ella Jóan Petur Joensen, sum hann kallaðist.
Í vikuni kemur út
bók um rokskiparan
úr Vági, Jóan Petur
hjá Mouritsi, sum í
sínari tíð setti met
í snørisveiði við
Yvonnu. Høvundurin,
Absalon Absalonsen,
sum eisini er
vágbingur, hevur
sjálvur siglt í meira
enn hálva øld. Í
bókini eru tilsamans
735 persónar og 155
skip og bátar nevnd
Rokskipari
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bókin hjá Absalon Absa
lonsen um rokskiparan úr
Vági verður til keyps í bóka
sølunum kring landið, sum
dagarnir ganga. Hon kom
higar til lands við Norrønu
í gjár og verður fyrstu ferð
løgd fram á almennu fram
løguni í Vági í kvøld.
Bókin er 383 blaðsíður
og kostar í bókasølunum
360 krónur, men 300 krónur
beinleiðis frá forlagnum,
sum er Løkur lítli. Hetta er
egið forlag, sum Absalon
Absalonsen eigur sjálvur.
Rithøvundurin sigur, at tað
hevur verið ógvuliga spenn
andi og áhugavert at sava
tilfar saman um rokskiparan,
Jóan Petur hjá Mouritsi.
Met í snørisveiði
– Jóan Petur livdi í árun
um, 1894-1963, og hann
upplivdi soleiðis alla slupp
tíðina. Í 1931 setti hann
met í fiskiskapi við snøri,
tá hann sum skipari við
Yvonnu fiskaði meira enn
3100 skippund. Hetta var
fyrstu og einastu ferð, at
eitt føroyskt snørisskip fisk
aði meira enn 3000 skip
pund í eitt ár, sigur Absalon
Absalonsen.
Vit kunnu leggja aftrat, at
eitt skippund er 160 kilo.
Í bókini um Jóan Petur
hjá Mouritsi, umrøður høv
undurin eisini beiggja Jóan
Petur, Dánjal hjá Mouritsi
og sonin, Mourits hjá Jóan
Peturi.
– Eg haldi, at tað setir sín
dám á bókina, at eg havi kent
hesar tríggjar og sjálvur havi
siglt meira enn eina hálva
øld, sigur høvundurin.
Tilsamans 735 persónar
eru nevndir í bókini og 155
skip og bátar.
Niðurskotnir
Jóan Petur hjá Mouritsi
doyði umborð á Saksabergi
undir Grønlandi í 1963.
– Hetta er søgan um smá
dreingin, sum lærarin einki
væntaði sær av, men longu
sum 12 ára gamal kortini tók
tey vaksnu á bóli.
Høvundurin sigur, at Jóan
Petur altíð var millum teir
bestu – ella bestur at fiska
á skipi í sjálvdrátti, og sum
skipari var hann altíð millum
teir fremstu.
– Hann var 22 ára gamal
ur, tá ið hann fyrstu ferð
førdi skip. Tá vórðu teir
niðurskotnir á Føroyabanka,
men manningin varð bjarg
að. Sum sjómaður megnaði
Jóan Petur fleiri ferðir
tað, sum fyri øðrum kundi
tykjast ógjørligt.
Øll tey 12 skipini, sum
vórðu søkt við Føroyar eftir
einum samdøgni, verða
umrødd í bókini hjá Absa
loni.
– Sagt verður frá mong
um sjáldsomum og áhuga
verdum hendingum, og
nógvir
persónar,
skip
og bátar verða umrødd.
Hópur er eisini av áhuga
verdum veiðitølum og for
vitnisligum myndum, sigur
høvundurin.
Í havsneyð
Jóan Petur hjá Mouritsi var
Kongafiskaveiðan í Smoguni er steðgað
Norsku skipini Atlantic Star, Havstrand og Koralen hava sambært norskum fjølmiðlum havt góðan fiskiskap eftir
kongafiski norðuri á 74 stigum í Smoguni. Eini 25-30 onnur skip hava eisini roynt á leiðini.
Kongafiskurin, sum var í Smoguni, er nú farin inn í Svalbardsøkið, og tað fór hann eisini um hesa tíðina í
fjør.
Avgerðin um at gevast við kongafiskaveiðini nú, er tikin av norsku myndugleikunum í samráð við Fiskebåtredernes
Forbund.
Norðmenn halda, at rætt er at gevast at fiska, nú samráðingar skuldu vera í NEAFC í London.
Noreg heldur, at fiskiskapurin eigur at steðga, til kunnleikin um kongafiskastovnin í økinum er størri.
Felagið hjá reiðarunum heldur, at Havgranskingarstovnurin eigur at seta í verk neyvari kanningar fyri at fáa
staðfest, hvussu stovnurin er fyri.
-vilmund
Sjómaður í hálva øld