Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 7 tíðindi Skýmingarhald á Oyrarbakka Í kvøld, mikukvøldið, kl. 19 verður skýmingarhald á Sunda bókasavni á Oyrarbakka. Evnið er (M)orðið í Norði. Á skránni er upplestur, fyrilestur og tónleikur. Lena Dam lesur stuttsøgu eftir Einar Petersen: Nemesis á útoyggj (1993). Kim Simonsen heldur fyrilestur, sum hann nevnir „Modernaðar bókmentir í dag - Millum ævisøguna og krimi“. Oddur Hentze, sum starvast í Norðljómi, stendur fyri tónleikinum. Høvi verður at lána bøkur, og krimisøgurnar eru settar fram á bókasavninum. Í steðginum eru stundir til eitt prát afturvið einum góðum drekkamunni. Tiltakið er ókeypis. Striptease á Cippo Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar Cippo fyri striptease. Tað verður nú fríggjakvøldið, tá kendi danski stripparin Bettina kemur at lata seg úr á dansistaðnum. – Ja tað er fyrstu ferð, at vit skipa fyri tílíkum. November er ein mánaður har tað hendir lítið, og nú er eisini langt síðani at striptease var í Føroyum, so tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Cippo. Bettina, sum er kend frá TV Danmark og TV2 Zulu, fer tó ikki bara at blaka klæðini fríggjakvøldið. Ein part av kvøldinum verður hon eisini í barrini og serverar toppleys fyri kundunum. Í næstan tvær vikur hava tveir mans frá Danmarks Radio verið í Føroyum og fylgt málinum um samkynd. Teir hava prátað við fleiri samkyndar føroy­ingar, politik­ar­ar, vanligar føroy­ing­ar og ætla at lýsa virðisstrýðið í føroyska samfelagn­um SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Halfdan Muurholm, journal­ istur, og Jørgen Palmer, mynda­maður, hava verið í Føroyum í smáar tvær vik­ ur nú. Báðir arbeiða teir fyri Danmarks Radio, og í løtuni eru teir í fer við at gera ein dokumentarfilm um samkynd í Føroyum, grein 266 b og virðisstríðið, sum teir halda er í føroyska samfelagnum í dag. – Føroyar er eitt mikr­o­kos­ mos í hesum málinum, tí hetta er nógv størri enn bara tað, sum hendir her í løtuni, heldur Halfdan Muurholm, journalistur. Hann er sannførdur um, at málið er áhugavert fyri nógv onnur enn bara føroyingar. – Nógv hava ta myndina í huga sínum, at Føroyar er hetta lítla paradísi, og tí loypir tað hvøkk á mong, at tit samstundis hava hetta virðisstríðið, sum fyllir so nógv, sigur hann. Fylgt samkyndum føroyingum Í Føroyum hava teir báðir, Halfdan Muurholm og Jørg­ en Palmer, fylgt tveimum sam­kyndum føroyingum og familjum teirra og ætlanin er so, at hesir koma at mynda dokumentarfilmin, sum ann­ars kemur at byggja á politikk og trúgv. Teir báðir leggja dent á, at hetta ikki kemur at vera nýggjheitir, ið teir borð­ reiða við í filmi teirra, men heldur ein lýsing av menn­iskjasøgum, har teir grava í dýpdina í málinum og royna at fáa so nógv ym­isk sjónarhorn við sum gjørligt. – Vit hava fingið nakrar ógvusligar útsagnir frá bæði mótstøðufólkum og við­halds­ fólkum av 266 b, men vit hava eisini fingið miðjuna við, fortelja teir báðir. – Trupulleikin er bara, at vit hava so nógv gott tilfar, at vit uttan himpr høvdu kunn­ að gjørt ein ein tíma langan dokumentarfilm, men hetta skal altso ikki fylla meir enn ein hálvan tíma. Stríð ímillum trúgvandi Halfdan Muurholm hevði fylgt málinum væl úr Dan­ mark, áðrenn hann kom henda vegin. Hann er tó bilsin av, hvussu trúgvandi føroyingar eru. – Føroyingar eru nógv meiri trúgvandi enn eg hevði roknað við. Men tað sum hevur gjørt meg allarmest bilsnan, er, at tað er eisini eitt stríð ímillum tey trúgvandi í Føroyum í hesum málinum. Tað eru so nógvir mátar at vera kristin uppá, at eisini her er eitt virðisstríð, sigur danski tíðindamaðurin. Koma aftur Teir báðir donsku tíðinda­ menn­inir fara til Danmarkar aftur í morgin, hósdagin. Men teir siga báðir, at teir kundu hugsað sær at komi aftur henda vegin einaferð seinni og fylgja málinum upp. – Í tí tilfarinum, vit nú hava fingið í Føroyum síggi eg møguleikar fyri at gera ein altjóða dokumentarfilm. Tí á sama hátt sum við Mu­hammed-kreppuni í Dan­ mark, so hevur hetta eis­ini nøkur altjóða atlit, sum gera málið áhugavert fyri so mong onnur enn bara føroyingar. Halfdan Muurholm heldur, at dokumentarfilmurin teir nú gera, so avgjørt er áhuga­ verdur fyri føroy­ingar. – Tað verður hann heilt víst, og ikki minst haldi eg, at nógvir føroyingar høvdu lært nógv um samkynd og hvat tað er fyri nakað, sig­ur Halfdan Muurholm um filmin, sum væntandi verður at síggja á DR2 fyrst í desembermánaði. Danmarks Radio í Føroyum: Gera film um málið um samkynd Ikki hvør sum helst Halfdan Muurholm og Jørgen Palme arbeiða báðir fyri Danmarks Radio. Halfdan Muur­ holm hevur gjørt fleiri altjóða doku­ mentarfilmar, og Jørgen Palmer hevur vunn­ið nógvar virðis­ lønir fyri sítt arbeiði SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Teir báðir danirnir, sum hava verið í Føroyum og fylgt málinum um sam­ kynd, eru ikki hvør sum helst. Halfdan Muurholm hev­ ur arbeitt í fleiri ár sum journalistur í Suður­afr­ika, og hevur gjørt doku­ment­ arfilmar og skrivað grein­ ar hagani til danskar og al­tjóða fjølmiðlar. Myndamaður hansara á túr­inum í Føroyum er Jørg­en Palmer, sum er sera høgt í metum í danska fjøl­­miðlaheiminum. Hann hevur vunnið fleiri al­­­tjóða virðislønir fyri sítt ar­beiði. Jørgen Palmer hevur ver­ið í Føroyum áður, men hetta er fyrsta ferðin at Halfdan Muurholm, sum hevur føroyska konu, er í Føroyum. – Føroyingar eru eitt sera fryntligt fólk. Full av yvirskot og áhuga. Nátt­­­ úran er eisini fantast­isk, sigur Halfdan Muur­holm. Hann heldur eisini, at eru føroyingar fryntligir og fyrikomandi, so stórur munur á fólki. – Tað er øgiliga stórur mun­ur á einum ungdómi í Havn, og so einum frá eini lítlari bygd, og sum heild er stórur munur á fólk­­unum í Føroyum. Í okk­­ara filmi royna vit at leggja okkum eftir, at byggja brýr í millum hesar mun­ir, sigur Halfdan Muur­ holm, sum fegin vil takka teimum, sum hava luttikið í filminum. Ser­liga teimum teimum samkyndu og fam­ ilj­um teirra, sum hava víst teimum stórt álit og dirvi at siga teirra søgu. Halfdan Muurholm og Jørgen Palmer hava verið í Føroyum í næstan tvær vikur, og gera teir ein dokumentarfilm um samkynd í Føroyum. Filmurin verður ein hálvan tíma langur og verður væntandi vístur á DR2 6. desember. FAKTA Halfdan Muurholm og Jørgen Palmer hava verið í tinginum, til pallborðsfund í Miðlahúsinum, gjørt samrøður við bæði samkynd og politikarar og úrslitið er ein hálvur tíma langur dokumentarfilmur Mynd Álvur Haraldsen