Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 7 tíðindi Fríggjakvøldið høvdu nakrir ung­ dómar tikið stig til eitt tiltak um 266 b í Miðlahúsinum. Til­takið var ætlað ung­dóminum, sum stig­takararnir meta er ov lítil partur av kjakinum, og í so máta var talan um eina succés, tí væl oman­fyri 100 ung fólk luttóku í lívliga kjakinum KJAKTORG Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Nakrir ungdómar í Havn høvdu fríggjakvøldið tikið stig til eitt spennandi tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesi ungu hava onki annað í felag enn, at tey eru av tí fatan, at ungdómurin er ikki sloppin nóg væl framat í kjakinum um viðurskiftini hjá teimum samkyndu, og tí gjørdu tey av at savna fólk saman til eitt pallborðsorðaskifti við so nógvum ymsum sjón­ar­ hornum sum gjørligt. Fimm mans og ein kvinna mannaðu pallborðið. Marjus Dam, løgtingslimur hjá Sam­ bandsflokkinum, Bill Just­ inussen, løgtingslimur hjá Miðflokkinum, Heri Joen­ sen, prestur, Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur og Tórur av Kák Olsen, næstformaður í Unga Tjóðveldinum og virk­in í Oasuni. Einsamalla kvinnan var løgfrøðingurin Birta Biskupstø. Jón Brian Hvidtfeldt var orðstýrari, og Terji Ras­mus­ sen og Hanus G. Johansen spældu áðrenn og eftir kjakið. Lagt varð fyri við, at pall­ borðsluttakararnir fingu tveir minuttir at geva seg og sína hugsan til kennar. Heri Joensen, prestur, gjørdi beinanvegin greitt, at kirkjan ikki hevur nakra felagsmeining í málum sum hesum. – Kirkjan roynir í hesum máli at sigla í millum skerini, men so eru tað tey sum vilja vera við, at onkur eisini hevur sett seg upp á skeri fyri at skjóta við skørpum, segði Heri Joensen skemtandi. Glíðikrem til glíðibreyt Kjakið var rættiliga spenn­ andi, og fleiri áhugaverd sjón­armið vórðu havd á lofti. Tó skal sigast, at tá sam­an um kom, so var lítið nýtt at koma eftir. Sjúrður Skaale staðfesti í sínum uppleggi, at Mið­ flokkurin hevur tikið patent upp á føroyska siðvenju í hesum kjakinum, og segði síðani, at sonevnda siðvenja, ikki var gamal føroyskur kristindómur. Marjus Dam vísti á, at allir føroyingar í prinsippinum kunnu taka undir grein 266 b, men hann ávaraði síðani ímóti glíðibreytini, tí hetta var bara fyrsta stigi á vegnum. Úr salinum segði onkur, at tað er ein glíði­breyt í øllum málum, tí so­leiðis virkar demokratiið einaferð, og hetta fekk Sjúrða Skaale at staðfesta, at tað mátti gott glíðikrem til allar hesar glíðibreytir. Í glíðibreytartosinum varð Ísland nýtt sum ræðumyndin hjá fleiri. Har var 266 b bara byrjanin til glíðibreytina, og nú var skrásett parlag og kunstig ísáðing hjá sam­ kyndum eisini loyvd. Hetta fekk 200 forsangaran, Niels Arge Galan, at spyrja, um tað regnaði við svávul í Ís­landi, og sipaði hann til søguna Sod­oma og Gomorra, sum eisini er nevnd nakrar ferðir í kjakinum. Trúgv og politikkur Tá tosið fall á demokratiið vísti Ole Wich, sum var í mill­um áhoyrararnar, á, at demokratiið sigur, at onki er yvir ella við síðurnar av lóggevandi valdinum, men at vit í Føroyum hava ein trupul­ leika í hesum førin­um. Í hesum kjakinum varð gjørt greitt, at tað er sera týdningarmikið at skilja í millum trúgv sum virð­is­ grundarlag hjá polit­ikarum, og síðani at nýta einstøk vers at fara eftir ávísum fólka­ bólkum. Kjakið, sum var lívligt, men á einum hóvligum støði allatíðina, gjørdist til tíðir heitt. Og eftir drúgva tíð og nógvar skuldsetingar tók eitt umboð fyri felagsskapin Friðarboðan, Manijeh Elsa Modi, orðið, og fýltist á, at onki umboð fyri samkynd varð boðið við til tiltakið, og at samkynd í síni heild vóru ov lítið eftirspurd í kjakinum. Hon vísti á, hvussu nógv verður tosað um rættindi og umstøður teirra, men at samkynd ongantíð vóru spurd eftir av politikarum og øðrum – síðani fór hon, tí sum hon tók til, so var hetta ov deprimerandi at líða á. Fyri ella ímóti Millum áhoyrararnar í sal­in­ um var Tórbjørn Jacobsen, og ikki óvæntað tók hann eisini orðið. Hann helt eina dundur røðu, har hann mill­um annað staðfesti, at samfullir 32 tinglimir áttu at verið so mikið at sær komnir, at áttu at atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta fekk fleiri at fegn­ ast, men upp aftur onnur at undrast á, hvar tey hava mannin, tí Tórbjørn Jacobsen sama fríggjadag á forsíðuni á Sosialinum hevði sagt, at hann umhugsaði at atkvøða ímóti uppskotinum, sum hann metti vera farið út av sporinum. Ein annar maður, sum enn ikki greitt hevur boðað frá, hvar hansara atkvøða fer at liggja, er Marjus Dam. Í kjakinum fríggjakvøldið vísti hann fleiri ferðir á, at hann ynskti eina føroyska loysn, men hann staðfesti eisini, at hann helst fór at atkvøða ímóti uppskotinum hesaferð eisini. Tá klokkan nærkaðist ell­ ivu rundaði orðstýrari Jón Brian Hvidtfeldt av. Lítið nýtt var komið undan kavi í kjakinum, men teir gott og væl hundrað áhoyrararnir høvdu verið vitni til eitt lív­ ligt og áhugavert kjak. Eftir kjakið spældi Hanus G. Johansen nakrar sangir, og í meðan nýttu fleiri áhoyr­ arar høvi at práta við pall­ borðsluttakararnar.ø Kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali Hóskvøldið 16. nov. kl. 19.30 verður almenn kvøldseta í Studentaskúlahøllini á Kambsdali. Vanliga eru tvær kvøldsetur hvørt skúlaár - ein um heystið og ein um várið. Tann fyrra verður nú hóskvøldið kl. 19.30. Á skránni er nógvur og góður tónleikur frá næmingum, og rúgvumikil ferðafrásøgn verður frá námsferðini hjá 3.A, 3.B, 3.X og 3.Y í Madrid í oktober. Vanliga fara flokkar námsferð hvør í sínum lagi við tveimum lærarum, og í hvør sína ætt. Námsferð er undirvísing uttanfyri skúlan, men trupulleikin hevur verið tann, at valbólkarnir ikki hava kunnað farið á námsferð, tí næmingarnir eru úr ymiskum flokkum. Um øll, sum ganga í triðju flokkunum harafturímóti fara á námsferð saman, so ber til, at valbólkarnir eisini kunnu fáa hesa undirvísing uttanfyri skúlagátt. Hesa nýskapan hava næmingarnir á Studentaskúlanum á Kambsdali roynt í verki, og royndirnar eru avbera góðar. Hóast tað krevur nógv betri fyrireiking, so er tað tað vert, siga lærararnir, ið fyrireikaðu túrin. Hetta er eitt frálíkt høvi at síggja og hoyra okkurt av tí, ið næmingarnir tókust við dagarnar í Madrid. Høvi verður at keypa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið. Tiltakið er alment og ókeypis. Ymisk sjónarmið í lívligum kjaki Fleiri enn hundrað fólk vóru savnaði í Miðlahúsinum fríggjakvøldið til áhugavert og lívligt kjak um grein 266 b Pallborðið var mannað við seks fólkum við ógvuliga ymiskum sjónarmiðum Fleiri av áhoyrarunum nýttu høvi at heilsa upp á Marjus Dam og seta honum spurningar