týsdagur 14. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 221 - 15. november 2006
tíðindi
– Tað er næstan
ikki dagur, at ikki
onkur steinur ligg
ur á hesum vega
strekkinum, sigur
Petur Eikholm, økis
formaður hjá Lands
verki í Streymoynni
Ferðsla
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tjørnuvík: Tað er ein
vanligur seinnapartur, ein
sunnudag seinast í oktober
mánaði í ár.
Við ferð er ein stórur klett
ur á veg oman Líðina og
útá landsvegin, sum tjørnu
víkingar hava sum einastu
farleið sína við umheimin.
Klokkan er 16:30 henda
sunnudagin 29. oktober
2006, tá løgreglan ringir til
økisformannin, Petur Eik
holm í Hvalvík.
Í telefonini greiða teir
honum frá, at fólk í Tjørnu
vík hava boðað frá einum
ógvuliga stórum kletti. Hes
in var farin niður á vegin,
hevur síðani brotið bil
verjuna og lá nú niðanfyri
vegin.
- Tað er sjáldan at soo
stórir steinar koma oman
á vegin. Men hesin, - hes
in var rættiliga stórur,
helst eini 15 tons tungur,
sigur Petur Eikholm við
Sosialin.
Royndirnar vísa, at serliga
nógv grót kemur á vegin,
tá frost verður avloyst av
nógvum regni.
– Slíkar dagar er altíð
grót á vegnum, sigur hann.
Altíð steinar
Eitt av arbeiðsøkjunum hjá
monnunum, sum til dagliga
arbeiða hjá Landsverki, er at
tryggja at fólk kunnu sleppa
til og frá heimbygdum sín
um.
Fyri
íbúgvararnar
í
Tjørnuvík er hetta eisini av
avgerandi týdningi. Uttan
hetta vegasambandið var
eingin annar møguleiki fyri
at kunna fara til arbeiðis,
skúla ella annað á øðrum
staði.
Skipanin hjá Landsverki
hevur tí verið, at teir koyra
til bygdirnar í økinum fyri at
vita, hvussu koyrilíkindini
eru.
– Vit hava ta skipan, at
hava vit minsta ánilsi av at
kuldi ella hálka eru í luftini,
so leggja vit til brots, ofta
longu kl. 5 um morgunin.
– Her hyggja vit eftir,
hvussu líkindini eru. Og er
neyðugt at salta vegirnar, so
kunnu vit byrja tað arbeiðið
beinanvegin,
tí
bilurin
hevur eina saltbússu við
sær, greiðir Petur Eikholm
frá.
Annars
verður
farið
hvønn einasta morgun til
Tjørnuvíkar fyri at vita, um
nakað grót er dottið niður
á vegin.
– Satt at siga, so er altíð
onkur steinur at síggja á
Tjørnuvíkarvegnum, sigur
hann.
Onnur støð
Hóast hesar umstøðurnar
hjá tjørnuvíkingum so metir
Petur Eikholm ikki at henda
farleiðin er vandamiklari
enn aðrar líknandi farleiðir.
Hann hugsar her um
umstøðurnar sum m.a. við
ingar, skælingsfólk, dal
bingar og onnur fólk á eyst
ursíðuni á Sandoynni liva
undir dagliga.
Sjálvur fekk Petur ein
rættiliga stóran stein á sín
egna bil fyri nøkrum árum
síðani.
Hetta var ikki á sjálvum
Tjørnuvíkarvegnum, men
longur suðuri millum Hal
dórsvík og Langasand, nær
hendis Fossá. Steinur tók
í kúfangaran, men gjørdi
annars ikki ov stóran
skaða.
Tað er eingin orsøk at
vera bangin fyri at koyra
her. Men ein skal sjálvandi
hava størstu respektina
fyri hesum vegastrekkjum,
verður víst á.
Hegna fyri gróti
Nógvar loysnir hava verið
frammi um, hvat gerast skal
við Tjørnuvíkarvegin.
Nógv ynskja sær helst
ein tunnil. Eins og víst varð
á í Sosialinum mánadagin
hevur uppskot um tvær
ymiskar tunnilsloysnir ver
ið frammi.
Ein heilt onnur loysn, sum
menn hava góðar royndir
við í grannalandi okkara,
Noregi, er eitt serstakt hegn
at festa á støð, har nógv
grót kemur oman.
Hetta er sjálvandi ein
kostnaðarmikil loysn, men
áhugi er kortini fyri at
royna hetta hegnið á Tjørnu
víkarvegnum.
Mett hevur verið, at hetta
vegastrekkið er mest hósk
andi til eina slíka loysn, og
tí koma menn úr Noregi
at seta eitt slíkt hegn upp
longu í vetur ella komandi
vár.
Teir hjá Landsverki fara
sjálvandi at luttaka í hesum
arbeiðinum. So kunnu teir
so líðandi sjálvir læra seg,
hvussu ein kann seta slík
hegn upp á øðrum støðum,
har tað er neyðugt.
Hesa seinastu tíðina hava vit varpað ljós
á umstøðurnar hjá tjørnuvíkingum at
sleppa av bygdini.
Vit hava tosað við bygdarfólkið og hava
hugt eftir onkrum fyrispurningi, sum
hevur verið um hetta vegastrekkið fyri
nøkrum árum síðani.
Í dag tosa vit við økisformannin hjá
Landsverki. Í einum komandi blaði tosa
vit við Heðin Zachariassen, sum bæði er
borgarstjóri fyri Tjørnuvík og løgtings
limur í økinum.
Hansara partur liggur ikki eftir, tá talan
er um at bøta um ferðaviðurskiftini hjá
tjørnuvíkingum.
Ein skal hava
virðing fyri
Tjørnuvíkar
vegnum
Ein slíkur steinur kann gera stóran skaða. Tað hendi tíbetur ikki hjá Peturi Eikholm,
økisformanni hjá Landsverki. Hann fekk henda steinin í kúfangaran ein dagin, hann koyrdi við
Fossá
15 tons tungi steinurin hevði brotið fyri seg, tá hann fór út av vegnum. Teir hjá Landsverki vóru
skjótir at umvæla skaðan á bilverjuna
Hvat sigur politikarin?
Bjóða seg fram
Tey samkyndu halda, at rættarnevndin hjá Løgtinginum
eigur at hava tey við, tá nevndin fer at viðgera uppskotið um
at veita teimum samkyndu vernd í revsilógini. Umboðini
fyri tey samkyndu skulu vera føroyingar, og eru eingi
samkynd í Føroyum til reiðar at vera við í viðgerðini, eru
Bogi Dánjalsson Davidsen og Sonja Jógvansdóttir, sum
búgva í Danmark, sinnað at koma til Føroya á fund við
rættarnevndina.
Styðja uppskotið
Arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík vilja hava
Løgtingið at samtykjja uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum
um at broyta lógina um barsilsskipanina. Í einari
áheitan á Løgtingið siga feløgini, at tey tóku undir við
barsilsskipanini, tá hon kom, tí hon bøtti munandi um
umstøðurnar hjá nýføddum børnum og foreldrum teirra.
Uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum fer at gera skipanina
uppaftur betri, og tí taka feløgini undir við tí.