týsdagur 14. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 220 - 14. november 2006
tíðindi
Nýggju teldutøku
teoriroyndirnar
hjá Akstovuni
vórðu mánadagin
sýndar fram fyri
landsstýrismanninum
í ferðslumálum við
sera góðum úrsliti
Próvtøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mánadagin 13. november var
tíðindafundur á Akstovuni
í sambandi við at nýggju
teldutøku teoriroyndirnar
til persónbil vórðu sýndar
fram fyri Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni í ferðslu
málum. Høvið var eisini
hjá fjølmiðlunum at royna
nýggju skipanina.
Skipanin varð fyrstu ferð
roynd hósdagin 26. oktober
við sera góðum úrsliti.
Nú virka teoriroyndirnar
soleiðis, at næmingarnir
sita við ein telduskíggja við
ferðslumyndum, meðan ein
rødd lesur spurningarnar
upp. Næmingarnir skulu síð
an svara ja ella nei upp á teir
ymisku spurningarnar.
Tá royndin er liðug, skrivar
teldan út úrslitini av royndini
við viðmerkingum um hvar
í møguligir feilir eru.
Næmingarnir
skuldu
gjøgnum 25 myndir og
skuldu taka støðu til umleið
90 spurningar. Fyri at klára
royndina skulu næmingarnir
ikki hava meira enn fimm
feilir.
Dentur er lagdur á, at
myndirnar skulu vera týðu
ligar, og at málbrúkið er lætt
og væl skiljandi.
Arbeiðsmarknaðardeildin søkir skrivara
Á Arbeiðsmarknaðardeildini eru 7 sosialráðgevar og
1 deildarleiðari. Arbeiðsmarknaðardeildin umsitur
mál um fyritíðarpensjón, og endurbúgving, herundir
útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðartiltøk.
Deildin skal vera við til at fremja politiska viljan um
ein rúmligan arbeiðsmarknað, har pláss skal vera fyri
øllum, hóast skerjingar í arbeiðsførleikanum.
Visiónin er, at fólk skulu gerast virkin, ístaðin fyri at
fáa eina óvirknað veiting.
Deildin verður væntandi uppnormerað í 2007.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
samstarv við onnur starvsfólk hevur
serligan týdning í arbeiðnum, er
hetta nakað fyri teg. Vit kunnu
bjóða eitt starv í støðugari menning
og møguleikum fyri persónligari og
fakligari menning.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• gera umsitingarliga partin av fyri-
tíðarpensjóns- og endurbúgvingar-
málum kláran til fundarviðgerð
• skipa fyri og virka sum skrivari
á fundum og fyri leiðaran
• samskifta við læknar, sjúkrahús,
útbúgvingarstovnar v.m. og
útvega upplýsingar og skjøl frá
hesum
• samskifta og samstarva við
sosialráðgevar og útvega skjøl,
sum eru neyðug fyri
málsviðgerðina
• samskifta við viðskiftafólk
• aðrar skrivarauppgávur
Arbeiðsroyndir / førleikakrøv:
• Góð evni at orða seg bæði
munnliga og skrivliga
• Hollan kunnleika til EDV –
kunnleiki til Windows Office
er ein fyrimunur
• Smidleiki og góð samstarvsevni
og -vilji
• Evni at hava yvirlit og arbeiða
við fleiri ymiskum málum og
viðurskiftum í senn
• Góð evni til at umstilla seg
í sambandi við broytingar í
umsitingini
• Tað er ein fyrimunur at hava
kunnleika til medisinska
terminologi, royndir innan
almenna umsiting og innlit
í almannalóggávuna
Hevur tú hug at royna teg í einum
livandi tvørfakligum og fjølbroytt-
um arbeiðsumhvørvi við nógvum
avbjóðingum, har samskipan og
Lønar- og setanarviðurskifti:
Starvið verður sett og lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið. Fleiri
upplýsingar fáast við at venda
sær til Marjun Berg,
deildarleiðara á tel. 35 35 70
ella 21 54 88.
Skrivlig umsókn við avritum av
próvskjølum, CV o.ø. skal
verða Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 24. november
2006, kl. 12. Vinarliga merkið
brævbjálvan:
“Arbeiðsmarknaðardeildin”
og send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Vit sóknast eftir einum persóni við skrivstovuútbúgving ella aðrari hóskandi útbúgving
at virka sum skrivari og at samskipa arbeiðið við fyritíðarpensjóns-, endurbúgvingar-
málum og arbeiðsmarknaðartiltøkum
Teldutøkar teoriroyndir á Akstovuni
Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni,
greiðir frá um nýggju teldutøku
teoriroyndirnar
Mynd: Jens Kristian Vang
Her er tað Jens Kristian Vang,
myndamðaur hjá Sosialinum,
sum roynir nýggju skipanina
Mynd: Bjarni Djurholm