týsdagur 14. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 15. november 2006
5
tíðindi
Grannarnir í
Sornhúsgøtu hava
sent Býráðnum
mótmælisskriv og
savnað undirskriftir
at mótmæla
ætlanina hjá Farex-
monnunum, um at
byggja ein bygning í
fimm hæddum upp
fyri hús teirra.
Bústaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Grannarnir eru ikki sørt
skelkaðir av ætlanunum
hjá Farex monnunum, Róa
Egholm, Kaj Leo Johann
esen og Kára Danielsen,
um at byggja ein bygning
í fimm hæddum framman
fyri hús teirra.
- Tað var eitt chok hjá
okkum at finna útav, at
vit nú eru í vanda fyri at
missa alt útsýnið, ið júst
hevur verið ein av stóru
fyrimunurin við at búgva
her, sigur Maud Vang
Hansen, sum er millum
íbúgvarnar, ið hevur brúkt
nógvan pening til at flyta
bæði stovu og køk upp í
erva, so tey fáa sum best
burtur úr útsýninum.
Sera vónbrotin
Helga Djuholm hevur búð í
raðhúsunum í tríati ár:
- Haldi et tað er einki
minni
enn
forkastiligt,
at teir ongantíð hava sett
seg í samband við okkum
og kunnað okkum um
verkætlanina, og tað er ikki
minst tað, sum er so er
særandi í hesum málinum,
sigur Helga Djurholm,
sum býr í triðja-innasta
raðhúsinum. Hon vísir á,
at tey hava stóra gleði av
urtagarðinum framman fyri
húsinum og at sita og hugna
sær á altanini, tá veðrið er
gott.
- Alt hetta missa vit, um
ein so høgur bygningur
kemur upp fyri, staðfestir
hon.
Fylgja býarlívinum
- Fólk ána ikki, at vit hava
so gott útsýni her, men
veruleikin er tann, at vit
síggja næstan allan býin
hiðani. Vit kunnu fylgja við
í býarlívinum - tá býurin
vaknar, fólk sum eru á veg
í kirkju og fólk, sum fara
heim úr Kagganum. Og so
er ljósið nakað av tí besta
við at búgva her, sigur
Maud Vang Hansen, sum tó
ikki roknar við, at Býráðið
fer at geva byggiloyvi.
- Eg slapp enn ikki at
byggja ein hálvan metur
upp í altanina, tí tað var brot
á byggisamtyktina. So tað
skuldi verið løgið, um teir
sleppa at byggja upp fyri
øll húsini her, sigur altanina
út ein hálvan metur, sigur
Katrin Mikkelsen, sum
ikki er so bjartskygd sum
Maud.
- Eg rokni við, at teir fáa
loyvi til tað, tí tað er ikki
nakað pláss eftir í býnum
og tí verður heldur bygt upp
eftir, sigur hon.
Tað verður bølamyrkt
Byggiharrarnir hava kunnað
Býráðið
um
ætlanina,
men enn hevur málið ikki
verið til viðgerðar. Tá
grannarnir vórðu kunnaðir
um hetta, tóku teir stig til
at senda býráðnum eitt
mótmælisskriv. Tilsamans
hava 9 húski í raðnum
undirskrivað mótmælið.
- Teir kundu um ikki
annað bjóða okkum eini
nýggj hús, tí okkara verða
onki verd, um ein so høgur
bygningur kemur at standa
beint upp ímóti okkara,
sigur Helga Djurholm.
Katrin Mikkelsen, sum
hevur búð í næstinnasta
húsinum í 5 ár, skoytir
uppí, at tað verður bøla
myrkt inni um dagin, um
verkætlanin verður góð
kend av býráðnum og
húsini koma upp at standa,
sum byggiharrarnir hava
ætlanir um.
Óhóskandi bunkari
Í mótmælisskrivinum, sum
grannarnir sendu býráðnum
23. oktober, verður millum
annað sagt, at byggingin
fellur ikki inn í lendið og
grannalagið.
-
Hóast
arkitekturin
aftanfyri íbúðarblokkætl
anina hevði sum uppgávu
at gera sniðið soleiðis,
at
bygningurin
hóskar
til
verandi
umhvørvi,
er tað okkum eyðsæð, at
bygningurin als ikki hóskar
inn í verandi Havnamynd.
Til tess er bygningurin
alt ov tungur og stórur.
Vit halda harafturat at tað
bunkaralíknandi
sniðið
als ikki hóskar saman við
verandi húsum í økinum,
verður sagt í mótmælinum.
Friða heldur húsini
Grannarnir
siga
eisini,
at teir halda, at verandi
doktararahús eru perlur í
býarmynduni, sum Býráðið
átti at vart og kanska enntá
friða.
- Henda framúrskarandi
býarmynd eigur ikki at
verða ofrað í reinari pen
ingaspekulatión,
sum
íbúðarblokkurin í veruleik
anum er.
Ferðsluruðuleiki
Í mótmælinum siga grann
arnir eisini, at byggingin
elvir til størri ferðslu
trupulleikar, tí íbúðarblokk
urin skal hava inn- og
útkoyring fra Gripsveg
num.
- Vit eru greið yvir
ferðslutrupulleikarnar við
Gripsvegin, partvís tørv
andi
parkeringspláss
í
ólukkumáta í økinum og
partvís torføru út-/innkoyr
ingarnar frá síðugøtunum
Sornhúsgøtu,
Fjósagøtu
ofl... Vit síggja fyri
okkum eitt eljustríð um
parkeringspláss,
sum
avgjørt ikki verður granna
lagnum at gagni – heldur
tvørturímóti.
Byggisamtyktunum
broytast
- Vit síggja longu nú, at
í b ú ð a r bl o k k a æ t l a n i n
als ikki kemur at lúka
byggisamtyktirnar.
Skal
ætlanin realiserast sam
bært umsóknini, verður
Býráðið at broyta serstøku
byggisamtyktina fyri øki
ella geva loyvi til munandi
frávik fra henni, og hesum
mótmæla vit sum búgva
næst, stendur eisini í mót
mælisskrivinum.
Tekur útsýnið
Íbúgvarnir siga eisini í
skrivinum, at íbúðarblokk
urin verður bygdur so
langt niðan móti sornhús
grannunum sum gjørligt.
- Hetta saman við tí
hædd blokkurin væntast
at fáa, kemur at taka frá
líka útsýnið, og enntá
dagsljósið, frá grannunum,
sum jú er ein týdningarmikil
trivnaðarparametur
hjá
íbúgvunum. Tað er alt
annað enn huganligt at fáa
ein betongvegg at hyggja
at í staðin fyri dagsins
útsýni. Tað er heldur ongin
loyna, at fíggjarliga virði
av húsunum í Sornhúsgøtu
í stóran mun er treytað av
frálíka útsýninum.
Friðið heldur
Og sagt verður víðari, at
tey eru sannførd um, at
nevndi
íbúðarblokkur
verður ein byrða fyri trivn
aðin í grannalagnum og
harumframt kemur blokk
urin at skemma umhvørvi
munandi har á leið. Sostatt
er hatta ein verkætlan, sum
er heilt burturvið, stendur
at lesa í mótmælinum, sum
endar við einari áheitan, ið
er skrivað við feitum:
- Vit mótmæla ætlanini
um at byggja nevnda
íbúðarblokk við R.C. Effer
søesgøtu og krevja at ætl
anin verður steðgað.
Hinvegin
ynskja
vit,
at Býráðið tekur stig til
at friða tey bæði gomlu
læknahúsini við tilhoyrandi
urtagørðum, sum tær perlur
í býarmyndini, sum hesi
bæði hús eru í dag. Hetta
til gagn fyri býarmynduna
og íbúgvarnar í Tórshavn,
verður sagt at enda.
Ynskja
brúkiligan
dialog
Mótmælisskrivið
sum
íbúgvarnir í Sornhúsgøtu
hava sent býráðnum,
hevur Rói Egholm ikki
sæð. Men eins og tey
í
Sornhúsgøtu
bíða
eftir svari, so bíðar Rói
Egholm eisini eftir svari
frá býráðnum.
– Vit bíða nú eftir
býráðnum fyri at vita
hvar tey eru í hesum her,
og hvat tey vilja hava,
sigur Rói Egholm.
Tá tað er komið upp
á pláss, so ætla Rói
Egholm og teir at taka
ein kunnandi fund við
tey í Sornhúsgøtu um
verkætlanina, soleiðis at
teir kunnu greiða frá hvat
verkætlanin inniber.
– Vit ynskja ein brúki
ligan dialog við íbúgv
arnar har, og ikki at
tveita við runubløkum,
sigur Rói Egholm.
Rói Egholm ásannar
tó, at hetta málið er eitt
tvíeggjað svør, tí eitt
tilboð til nøkur gongur
út yvir onnur.
– Men ynskja vit eitt
tilboð mitt í býnum til
tey eldru, so er tað her
tað órógvar minst, sigur
Rói Egholm.
-rwd
Grannarnir eru í øðini
Tær tríggjar: Helga Djurholm, Katrin Mikkelsen og Maud
Vang Hansen, eru millum íbúgvarnar í Sornhúsgøtu, sum
fara at kenna sviðan, um eini stór íbúðarhús verða bygt upp
fyri raðhús teirra.
Raðhúsini í Sodnhúsgøtu missa stóran
part av útsýninum, um ein bygningur
í fimm hæddum kemur upp fyri