týsdagur 14. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
5
tíðindi
Í dag er veruleikin hann,
at nógv eldri fólk búgva í
egnum húsum, sum so líð
andi eru vorðin alt ov stór til
tey. Tey ynskja sær eina aðra
loysn, men spurningur teirra
hevur verið, hvat alternativið
var.
Tað er júst hetta sum ligg
ur fremst í huganum hjá
monnunum handan KRK-
Holding: At hesi eldri fólk
ini skulu kunnu búseta
seg í eini íbúð í hóskandi
stødd til teirra tørv og í
vakrasta umhvørvinum í
høvuðsstaðnum.
Stuttur vegur
Rói Egholm leggur stóran
dent á, at ætlan teirra er ikki
á nakran hátt at kappast við
tær verandi ætlanirnar um
íbúðarbygging, sum í løtuni
eru í gerð í Havn.
– Okkara ætlan vendir sær
til ein einstakan aldursbólk,
nevniliga tey sum eru oman
fyri 55 ár. Hesi fólkini hava
lítlan hug at búseta seg uppi
í t.d. Hoyvíkshaganum ella
aðrastaðni langt burtur frá
miðbýnum, sigur hann.
Við hesi loysnini kunnu
fólk í hesum aldri, nú selja
hús síni og síðani brúka frí
virðið frá søluni til at gera
eina íløgu í eina av hesum
30 íbúðunum.
– Tann størsti fyrimunurin
er somuleiðis hann, at tey
bert eru fáar hundrað metrar
frá Vágsbotni, Tilhaldinum,
SMS ella frá miðbýnum í
Havn.
– Sjálvt økið kann tí ger
ast eitt satt paradís fyri til
komnar havnarborgarar.
Nú sleppa tey framvegis at
búgva í kendum umhvørvi,
sigur Rói.
hjartanum í Havn
Treytir
fyri einum
hugnaheimi
Nýggja hugnaheimið í hjartanum á høvuðsstaðnum
skuldi lúka fylgjandi treytir frá KRK-Holding.
• Hann var ætlaður tí eldra ættarliðnum (55+)
• Bygningurin skal hava eitt snið sum hóskar inn
í verandi umhvørvi og skal somuleiðis vera ný
skapandi
• Vesturskinið skal koma øllum íbúðunum til góðar
• Svalin skal hava eina slíka stødd, at íbúgvararnir
kunnu hava ein lítlan køksurtagarð uttanfyri
• Bygningurin skal vera vinarligur fyri rørslu
tarnað
• Havnarmyndin skal so vítt gjørligt varðveitast.
Haraftrat hava íbúðirnar eitt sera vakurt útsýni yvir
Havnina, hóast tær liggja beint við miðbýin. Tann
vakri urtagarðurin verður varðveittur til sín uppruna
frá 60’árunum. Innkoyringin verður úr Gripsvegi og
ikki sum nú frá R.C.Effersøesgøtu við síni nógvu
ferðslu.
Henda býarmyndin fer at
hvørva, men upp kemur ein
onnur býarmynd, sum skal
verða vakrasti bygningurin
í Havn. - Sjálvt økið kann tí
gerast eitt satt paradís fyri
tilkomnar havnarborgarar.
Nú sleppa tey framvegis at
búgva í kendum umhvørvi,
sigur Rói Egholm, stjóri í
Farex
Mynd: Jens Kr. Vang
Úr íbúðunum verður frálíkt útsýni yvir Havnina, umframt tað at ein fær gleði av vesturskininum, hóast ein er staddur mitt í
hjartanum í Havn
”
Okkara ætlan vendir sær til ein einstakan
aldursbólk, nevniliga tey sum eru omanfyri 55
ár. Hesi fólkini hava lítlan hug at búseta seg
uppi í t.d. Hoyvíkshaganum ella aðrastaðni
langt burtur frá miðbýnum